týsdagur 10. september 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. september 2019 · Nr. 104
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Vilmund Jacobsen
Havrannsóknarskipið
Magnus Heinason hevur
verið á Føroyabanka og
gjørt árligu heyst yvir
litstrolingarnar, og tey
góðu tíðindini eru, at nú
sær munandi betri út á
Bankanum, enn tað hev
ur gjørt í nógv ár.
Teir komu aftur av
Føroyabanka týsmorgun
in, og fyrrapartin týs
dagin skiftu vit orð við
Petur Steingrund, fiski
frøðing, sum var tokt
leiðari á túrinum.
- Vit gjørdust ógvu
liga væl nøgd, tá vit sóu
henda toskin, og yvir
litstrolingarnar hesaferð
góvu nógv meira av toski,
enn vit hava sæð sein
astu nógvu árini. Skal
toskurin á Føroyabanka
koma
fyri
seg
aftur,
mugu vit onkuntíð síggja
eina framgongd, og hesa
hava vit ikki sæð í fleiri
ár – ikki fyrr enn nú, sigur
fiskifrøðingurin,
sum
seinni í greinini sigur
okkum
høvuðsúrslitini
frá túrinum.
Tað, sum ikki minst
gleðir fiskifrøðingin, er,
at toskurin á Bankanum
er spikafeitur, og føðin er
nebbasild.
Yvirlitstrolingarnar,
sum Magnus Heinason
fyrr í heyst gjørdi á land
grunninum, vístu annars,
at toskurin var óvanliga
rak, og hýsan var heldur
ikki væl í holdum – alt
tekin um, at toskur og
hýsa hava trupult við at
finna nógmikið av føði.
Men, eftir øllum at
døma eru náttúruviður
skiftini á Føroyabanka í
løtuni munandi betri enn
á landgrunninum annars
– hvør so orsøkin kann
vera til tað.
- Hetta er tað mest posi
tiva tekini, vit hava sæð á
Bankanum í nógv ár og í
yvirlitstrolingunum, sum
júst eru lidnar, sá alt nógv
betur út enn við yvirlits
trolingunum í vár, leggur
fiskifrøðingurin aftrat.
Ikki síðan 2003
Petur Steingrund sigur,
at líkindini á túrinum
hesaferð vóru góð, og
tað eydnaðist at taka tær
29 trolstøðirnar kring á
Føroyabanka eftir lut
falsliga stuttari tíð.
- Tær 29 trolstøðirnar
verða tiknar inni á tí
grynsta og út á stívliga
600 metra dýpi.
Hann
sigur,
at
tá
Magnus Heinason gjørdi
heyst
yvirlitstrolingar
um hesa tíðina í fjør, fingu
teir tilsamans 431 kilo av
toski á Føroyabanka, men
hesaferð
var
samlaða
toskanøgdin 2347 kilo,
sum sjálvandi er ein stór
øking.
- Árini 2006 til 2017
vóru heilt syndarlig. Taka
vit nøgdina, vit fingu
í
yvirlitstrolingunum
hesaferð, skulu vit heilt
aftur til 2003 fyri at finna
størri virði. Áður søgdu
vit, at eitt minimun virði
á Bankanum helst skuldi
vera 100 kilo fyri hvønn
troltíma, og í yvirlits
trolingunum
hesaferð
komu vit so upp á 80 kilo
fyri hvønn troltíma.
Fiskifrøðingurin vísir
á, at tá støðan á Føroya
banka var vanlig, skuldi
troltímin helst geva 150
kilo, og nú eru vit so kom
in upp á 80 kilo.
-
Meginparturin
av
toskinum, vit fingu í yvir
litstrolingunum hesaferð,
var 2015-árgangurin. Het
ta er toskur, sum liggur
um einar 80-85 sentimetr
ar til longdar og vigar eini
6-7 kilo.
Petur
Steingrund
sigur, at toskurin var
ógvuliga væl í holdum.
- Hetta var stórur og
góður toskur, har megin
parturin av føðini vísti
seg at vera miðalstór
nebbasild. Hinvegin var
ikki nógv at síggja av
heilt smáari nebbasild.
Fiskifrøðingurin vísir
á, at árið 2015 var hitt
fyrsta síðan umleið 2004,
at nakað serligt sást til
toskalarvur á Bankanum.
Spurdur, um teir á
túrinum
við
Magnusi
Heinasyni hesaferð sóu
nakað til aðrar árgangir,
Nú bragdar við
toski á Bankanum
Tað er nógv hýsa á Føroyabanka,
og nú er eisini rættiliga farið at
bragda við toski. Bæði fiskasløgini
eru væl fyri, og toskurin er
sera feitur. – Hetta eru tey
positivastu tekini, vit hava sæð á
Bankanum í nógv ár, sigur Petur
Steingrund, fiskifrøðingur
Magnus Heinason júst komin aftur av túri