týsdagur 10. september 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 11. september 2019 · Nr. 104
Skeið fyri álitisfólkið, felagslimum og nevndarlimum
innan sáttmálaøki hjá FA.
Føroya Arbeiðarafelag skipar fyri skeiði fyri felagslimum,
álitisfólkið og nevndarlimum, ið ikki hava verið á skeið áður.
Hvat er skeiðið m.a. um ?
-
Hvar finna vit reglurnar um rættindi og skyldur hjá arbeiðsfólki
(sáttmálar, lógir, setanarskriv og siðvenjur)
-
Hvussu eru reglurnar um álitisfólk og trygdarumboð
-
Hvørjar reglur eru galdandi tá fólk skulu setast í starv (m.a.
munurin millum land/kommunur og privata arbeiðsmarknaðin)
-
Hvørjar reglur eru galdandi tá arbeiðsfólk gerast sjúk
-
Hvørjar reglur eru galdandi tá fólk fáa skaða á arbeiðsplássinum
-
Kann arbeiðsgevarin áleggja arbeiðsfólki broyttar arbeiðstreytir
(arbeiðsuppgávur og arbeiðsstað)
-
Hvørjar reglur eru galdandi fyri lønir (t.d. um arbeiðsgevarin ikki
rindar lønina. Tá arbeiðsgevarin fer á húsagang og hvussu er um
avtala er hægri løn enn sáttmálin sigur)
-
Um arbeiðsfólk ynskja at gevast í arbeiði sínum,
-
Um arbeiðsgevarin vil sleppa av við arbeiðsfólk (uppsøgn og
burturvísing)
Nær verður skeiðið ?
8. – 9. Oktober 2019, frá kl. 10:00-16:00
Hvar verður skeiðið ?
Í fundarhøli 2, Tjarnardeild 7, 100 Tórshavn
Tilmelding:
Tilmelding er hjá lokala limafelagnum ella hjá Føroya
Arbeiðarafelag á tlf. 31 21 01 ella við at senda ein teldupost til
fafelag@fafelag.fo
Skeiðið verður bert um nóg stór undirtøka er.
Tilmelding í seinasta lagi fríggjadagin 27. september 2019
--------------------------------------------------------------------------------
Føroya Arbeiðarafelag
Stoffalág 17
100 Tórshavntlf. 31 21 01
www.fafelag.fo
Vil tú arbeiða sum heilsufrøðingur?
Gigni søkir eftir
einum heilsufrøðingi
Starvið er:
24 tímar fast starv í skúlanum og
á smábarnaøkinum í Vestmanna
kommunu og í Kvívíkar kommunu.
Starvið verður sett frá 1. oktober 2019
ella skjótast gjørligt.
Vit kunnu bjóða:
• sjálvstøðugt, spennandi og
avbjóðandi arbeiði
• fakligt mennandi umhvørvi
• at vera partur av einum
samstarvstoymi við jaligum og
eldhugaðum starvsfeløgum
Førleikakrøv:
• útbúgving og løggilding sum
sjúkrarøktarfrøðingur
• útbúgving sum heilsufrøðingur
• góð evnir at samstarva við leiðslu,
starvsfelagar o.o.
• áhuga fyri fakligari menning
Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktar
frøðingum at søkja starvið, um teir
lúka upptøkutreytirnar at lesa til
heilsufrøðing.
Upptøkutreytirnar eru:
• útbúgving sum
sjúkrarøktarfrøðingur og danska
løggilding
• royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur,
sum svara til minst tvey ár við
fullum setanarbrøki. Hesar royndir
skulu vera frá minst tveimum av
ávikavist føði og barsilsdeild,
neonatologi, pædiatri, barna og
ungdómspsykiatri, læknaviðtalu
og heimarøkt. Minst ein av hesum
starvssetanunum skal hava verið í
minsta lagi 8 mánaðir til longdar.
Yvirskipað kunnu broytingar væntast í
mun til raðfestingar og mannagongdir í
samband við
menningartilgongd.
Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og
Fíggjarmálaráðið.
Umsókn við prógvum, CV og øðrum
viðkomandi skjølum verður at
senda til heilsutrygd@heilsutrygd.
fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52,
Klaksvíksvegur 7, FO700 Klaksvík.
Umsóknin skal verða Heilsutrygd í
hendi í seinasta lagi mikudagin 25.
september 2019 kl. 12.00.
Meiri fæst at vita við at ringja til
Sólrun Foldbo, fakligan stjóra í Gigni,
tlf. 562394, ella teldupost
solrunf@gigni.fo.
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á