Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 11. september 2019 · Nr. 104 Urtagarðs-/gartnara- lærlingur til Runavíkar kommunu Søkt verður eftir lærlingi at hjálpa til at fríðka um í Runavíkar kommunu, herundir arbeiða við nýgerð og røkt av grønu økjunum. Talan er um eitt lærupláss (handverkara útbúgv ing), har lærutíðin er 4 ár. Skúlagongd er uml. eitt ár av lærutíðini og er í Danmark. Tí er neyðugt at duga væl danskt, bæði munn ligt og skrivligt. Sum lærutíðin líður, fært tú størri ábyrgd og sleppir at royna teg meira sjálvstøðugt. Høvuðsverkevni: • urtagarðsarbeiðið, sum leypandi verða gjørd á økjum hjá kommununi • røkt av blómuteigum, runnum og trøum t.v.s. lúka, planta, sláa gras o.a. • viðlíkahaldsarbeiði og aðrar fyrifallandi uppgávur • nýgerð og viðlíkahald av gøtum og fríøkjum • viðlíkahald av maskinum, amboðum o.t. Førleikakrøv: • at tú - í minsta lagi - hevur koyrikort B (vanligt) • at tú skalt kunna klára skúlagongdina á kravda støðinum • at tú ert likamliga væl fyri Vit sóknast eftir lærlingi, sum • hevur hug at royna ymiskar uppgávur innan gartnarafakið • hevur góð samstarvsevnir og er opin og fyrikomandi • hevur góða heilsu og er ágrýtin Tað er ein fyrimunur (men ikki ein treyt), um tú hevur royndir innan gartnara-/urtagarðsarbeiði ella hevur fyrsta skúlaskeið á gartnaraskúla. - Meira kann lesast um útbúgvingina á https://ju.dk/uddannelser/anlaegsgartner/ Tú fært lærlingaløn í lærutíðini sambært galdandi sáttmála millum avvarandi yrkisfelag og KAF. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til býargartnaran, Búgva Róin, tlf. 237057, ella býarverkfrøðingin Maritu S. Hentze, tlf. 237070. Søk starvið á heimasíðu okkara www.runavik.fo/ Leys størv. Umsóknarfreistin er 15. sept. 2019, og ætlandi starvsbyrjanin er 1. okt. 2019. Talgild skjøl (t.d. pdf ella mynd) skulu viðfestast, tá søkt verður: umsókn, CV, mynd, møgulig prógv og viðmæli. Runavíkar kommuna er ein kommuna í menning og broyting, har tú hevur møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Runavíkar kommuna er triðstørsta kommuna í landinum, og her búgva uml. 4100 fólk í teimum 15 bygdunum, sum hoyra til kommununa. Á hesum rakstrarøkinum - eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum gartnarin og hansara fólk eru ein partur av - starvast uml. 20 starvsfólk við tilknýti til Teknisku deild. Vaskifólk til Ítróttarhøllina á Skála Søkt verður eftir einum vaskifólki til Ítróttarhøllina á Skála at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er 5 tímar hvønn morgun frá kl. 6.00-11.00, mánadag til fríggjadag. Har umframt verður bygdasalurin og kafeteria vaska eftir tørvi. Umsókn kann latast kommunuskrivstovuni, Heiðavegur 26, 600 Saltangará ella sendast til: runavik@runavik.fo Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Borgar Persson á tlf. 222639 Umsóknin skal verða kommununi í hendi í seinasta lagi 17/9-2019. Runavíkar kommuna Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo DUKKULEIKUR VIÐ GJÓGV Í døgunum 11. til 20. september verður dukkuleikurin MARIN sýndur í bygdarhúsinum við Gjógv. Sýningarnar verða kl. 09, kl.11 og kl.13 ella 14 og kl. 17. Leygardagin 14. og sunnudagin 15. september verður sýning kl. 17. Søgan MARIN tekur støði í søgnini BULKABARN úr bygdini. Aftan á sýningarnar er høvi at ganga støðini í søgnini. Neyðugt er at bíleggja atgongumerki frammanundan við at ringja ella senda eini boð á tlf. 517772. Við atgongumerkinum fylgir eitt kvæði, sum er søgugongdin í leikinum. Verði vælkomin Leiktrað v/Helenu Fríðheim Minnist til haldargjaldið Sosialurin · Tórsgøta 1 · FO-110 Tórshavn