Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin 13. SEPTEMBER 2019 Liljan Weihe, fyrrverandi tíðindaleiðari í Kring­varpinum, skal hjálpa Edmundi Jo­en­ sen við fólkatingsarbeiðinum. Umframt royndirnar sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum hevur Liljan Weihe eisini royndir sum ráðgevi hjá Høgna Hoydal, fyrrverandi fólkatingsmanni Liljan Weihe er ikki ókend á Christ­ians­ borg, tí hon hevur fyrr arbeitt fyri Høgna Hoy­dal í Norð­ur­at­ lants­bólk­i­num í Fólka­ting­inum. Liljan fer at hjálpa Edmundi á Christiansborg ÚR KVF Á FÓLKATING Les eisini blaðið á telefonini Ísur var loysnin fyri ídnaðarfiskin Siðsøga síða 24-25 Undan­gongu­mað­ ur­in Hans Mort­en­ sen deyður síða 9 Ingun Christensen, rithøvundur, hevur giv­ið nýggja bók út, "Marin fær ein lítla­ beiggja", og í tí sambandi verður út­gávu­ til­tak í morgin, leygardagin 14. september kl. 11:00, í Hósvíkar skúla á Ment­an­ar­døg­ um í Sunda kommunu. Á tiltakinum verður upplestur úr nýggju bókini, og til ber at keypa bøkur hjá rit­høv­undinum fyri serprís. Eisini verð­ur í stutt­um sagt frá bókunum hjá Ing­un Christ­en­sen, og tvær nýggjar sagn­ ar­bøkur til ung, sum koma út nú, verða sýnd­ar fram og til keyps, tær eru "Hús­ frúgv­in í Húsavík" og "Løg­mansdóttirin á Steig". Tiltakið er fyri børn og vaksin, sum eru von at lurta eftir søgum. Um bókina: Nú er fitta gentan Marin aft­ur at hitta í "Marin fær ein lítlabeiggja" eft­ir Ingun Christensen. Kathrina Skarðsá hev­ur myndprýtt bókina. Í hesi bókini hoyra vit um nýggja lívið hjá Marini sum stóra­systir og skúlagenta. Vit hitta aftur kulu dadduna Randi, vinkonuna Amaliu, blíðu langommuna og fitta Snar. Beiggin græ­tur øgiliga illa, hevur klikk í búkinum og verð­ur næstan seldur á Facebook - men tá ið av­tornar er hann heimsins fittasti lítli­beiggi. Í bókini "Marin og Hjartavætturin" hoyrdu vit um Marina, sum ofta kendi seg eins­a­malla, tí foreldrini høvdu so ringar stund­ir. Tí gav langomman henni eina løgna dukku, ein hjartavættur. Ingun Christensen skrivar bøkur til børn og vaksin. Umframt bøkurnar um Mar­ina hevur hon eisini skrivað bøkurnar "Eit­ur­kopp­a­prinsessan", "Rani - vár og vó­ nir", "Rani - Ein nýggj byrjan", "Skugg­a­ mynd­ir", "Garðvættrarnir gera uppreistur", "Ann­ika í Dímun" og "Katrin í Toftum", skriv­ar Bókadeild Føroya Lærarafelags. Í blaðnum... Í skrivandi stund stendur einki til í sam­ ráð­ing­u­num um at skipa eina borgarliga sam­gongu millum Sambandsflokkin, Fólka­flokkin og Miðflokkin. Við FM1 á middegi í gjár segði Bárður Niel­sen, at um tað kann vera neyðugt hjá hon­um at fara at tosa við løg­tings­ for­mannin um, hvussu farast skal fram tí tað stóð í botni í stríðnum um máls­ økja­býtið millum flokkarnar. Tað er einki óvanligt, at tað leikar hart á í sam­gongusamráðingum, og tí er væl hugs­andi, at hesin knúturin loysnar – og kanska er loysnaður, tá tú situr við hes­ um blað. Men hinvegin er tað sum vera man av al­stór­um týdningi hjá eitt nú Fólka­ flokk­i­num at fáa tey tungu málsøkini, um flokk­ur­in má boyggja seg fyri, at hin­ ir flokkarnir ikki góðtaka formann floks­ ins, Jørgen Niclasen, sum løgmann. Tá Fólkaflokkurin vann valið upp á fiski­vinnu­politikkin, so sigur tað seg sjálvt, at flokk­urin tekur fiski­vinnu­mál­ ini á seg. Uttan løgmann skal Fólka­flokk­ ur­in jú hava í minsta lagi fýra lands­stýr­ is­sess­ir – harav fiskivinnumálini eru tey, ið viga mest, harnæst fíggjarmálini, sum flokk­ur­in uttan iva eisini krevur. Sambandsflokkurin og Fólka­flokk­ur­ in eru eftir øllum at døma enn ikki komn­ir ásamt um fiskivinnupolitikkin í sam­gong­u­skjalinum. Og tað smakkar sera illa hjá Sambandsflokkin at lata Fólka­flokk­i­num fiskivinnumálini at um­ s­ita – tí øll í flokkinum vita, at trýstið frá Fólka­flokkinum verður so stórt, at flokk­ ur­in megnar ikki at standa ímóti Bárður Nielsen hevur ráð at lata tíð­ ina ganga. Hann hevur eisini ráð at fara til løgtingsformannin enn einaferð – fyri at royna eina aðra samgongu. Støðan hjá Bárði Nielsen er so góð, at hann hevur ráð at fara undir sam­ráð­ing­ ar við sit­andi samgonguflokkur at vita, um Sambandsflokkurin fær meira burt­ ur­úr har – fyri síðani at venda aftur til Fólk­a­flokk­in og Miðflokkin, sum tað nú var frægari. Sjáldan stendur ein politiskur flokkur í so sterk­ari samráðingarstøðu, sum Sam­bandsflokkurin ger nú. Sit­andi sam­gonga hevði uttan iva givið Sam­bands­ flokk­i­num fiski­ vinnu­mál. Nú má røkka ella støkka Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Útgávutiltak við Ingun Christensen Útgávutiltak við nýggju bókini hjá Ingun Christensen verður á Mentanardøgum í Hósvíkar skúla í morgin, leygardagin klokkan 11 Visti tú? At borgarlig sam­ gonga fyri 25 árum slitn­aði upp á máls­ økja­býtið?