Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. september 2019 · Nr. 106 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tróndur Arge – Við Løkin: Staðfestingin kemur, tá ein tími er spældur undir ljósunum við Løkin. B36 er á odda 2-0, men tað er NSÍ, sum meiri hóttandi. Heimamenninir hava ikki tapt við Løkin í alt ár og nú verður nóg lagt fyri at vinna seg inn aftur á leiðsluna. B36 fer í mótálop. Eftir innlegg frá baklinjuni í høgru endar bólturin fyri føturnar á Benjamin Heinesen. Hann hevur longu skorað eina ferð í dystinum. Hann leggur bóltin til rættist og meddar til. Bólturin siglir eftir váta graslíkinum og brestur í rótina á handari stong – og rullar inn um málstrikuna. - Vit hava havt prát um, at hann hevur eitt ótrúligt evni, men tað er ikki altíð at hann vísur tað líka væl. Tað er eitt sindur upp og niður. Nú er hann komin í ein aldur, har botnstøðið hjá honum má verða betri. Hann gongur á odda í dag. Fyrst við tveimum málum, og tá tað so er brúk fyri honum á høgra bakki, so avrikar hann eisini har. Hann vísti í fyrra hálvleiki hvussu gott skot hann hevur, so tá hann fær møguleikan í seinna hálvleiki skjýtur hann sjálvandi eisini tá, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36. Mateitran rakar Klæmint Heimaliðið ger eina broyting í mun til liðið, sum hevur spælt í seinastuni. Klæmint A. Olsen byrjar á bonkinum. Hann hevur saman við nøkrum av landsliðsspælarunum fingið mateitran. Tí er ikki mett at tað er ráðiligt, at er við frá byrjan. Klæmint A. Olsen er eitt mál frá at seta enn eitt met í føroyskum fótbólti. Hann hevur í løtuni skotið 24 mál í landskappingini. Tað er ein tangering av metinum hjá Una Arge og Súna Fríða Johannesen. Í hansara stað kemur Øssur Dalbúð. B36 hevur gjørt tvær broytingar, sum skulu geva liðnum betri møguleikar móti júst NSÍ. Benjamin Heinesen verður settur á høgra vong, heldur enn vinstra vong. Eisini er Hugin Samuelsen er við frá byrjan á verjukenda miðvøllinum. Uppgávan er at dystast við Pól Jóhannus Justinussen. B36 við fullari ferð Longu í fyrstu sekundunum er greitt hvat ætlanin hjá B36 er. Teir tuska fram og leggja eitt ógvusligt trýst á verjuna hjá NSÍ. Hetta halda teir fram við teir fyrstu minuttirnar. Longu aftaná fimm minuttir liggur bólturin eisini í málinum. Eftir innkast í høgru endar bólturin hjá Árna Frederiksberg í vinstu. Hann leggur bóltin innfyri aftur, har stendur Michal Przybylski tætt undir málinum og skallar bóltin í málið. Tað er afturgangandi fyri dystin, at serliga fremstu menninir hjá B36 leggja nógv fyri við at trýsta verjuna hjá NSÍ, tá hon hevur bóltin. NSÍ svarar aftur Tað tekur eina løtu hjá NSÍ at svara aftur, men sum fyrri hálvleikur gongur tekur NSÍ yvir. Teir koma til møguleikar og einu ferðina er spælið avbera gott. Tað endar við at Petur Knudsen sleppur í gjøgnum í vinstu. Hann velur at spæla upp á tvørs, men har kemur Erlind Dávidsson og tveitur seg fyri. Løtu seinni ov djarvur, tá hann kemur út úr málinum. Hann fær ikki fatur á bóltinum, men í trimum førum megnar NSÍ at skjóta bóltin í málið. Sum heild er NSÍ vandamikið í spæli í fyrra hálvleiki. Bólturin verður í fleiri førum sendur innfyri ella lossaður fram í brotsteigin, men næstan hvørja ferð er Hans Jørgensen, málverji hjá B36, ella ein verjuspælari fyri. Benjamin í fullari ferð Tað resta seks minuttir av fyrra hálvleiki, tá B36 aftur fer í álop. Michal Przybylski fær fatur á bóltinum, eftir at NSÍ hevur havt innkast á hálvuni hjá B36. H a n n heldur í fyrstu atløgu fast í bóltinum og sleppur at venda sær. Nú stendur verjan hjá NSÍ á miðjuni og Benjamin Heinesen verður sendur avstað. Hann rennur frá verjuni og komin inn í brotsteigin sendir hann bóltin, umvegis tvørstongina, í málið. Tá farið verður til hálvleiks er B36 á odda 2-0. Í málmøguleikum og spælið er munurin er ikki so stórur, men tá Benjamin Heinesen eitt korter inn í seinna hálvleik skorar aftur er langt hjá mál hjá vertunum. -Vit eru nøgdir við aftursvarið sum vit koma við, men B36 hevði lisið væl upp á og vóru raskir. Teir fáa málini. Tá teir skora til 3-0 er ikki so nógv hjá okkum at gera, men tú hómar onga upploysn á liðnum ella nakað líknandi. Vit hava orkuna og tú sær at fleiri B36 hava krampa móti endanum av dystinum. Nú skulu vit hava e i t t ísbað og so í spæla móti KÍ mikukvøldið, sigur Jens Martin Knudsen, hjálparvenjari hjá NSÍ. B36 er FM-favorittur Nú hevur B36 fimm stig fleiri enn bæði NSÍ og KÍ, sum hava ein innanhýsis dyst til góðar. Jákup á Borg, venjari hjá B36, viðgongur eisini at tað sær gott út. -Vit arbeiddu framúr væl. Allir vóru væl við í verjupartinum, og vit vunnu stóra úrtøku úr møguleikunum. Benjamin Heinesen hevur ikki altíð verið so støðugur, men í kvøld vísti hann veruliga, hvussu nógv verdur hann var í lyklauppgerð. Vit hava vunnið 2-0 í Klaksvík, og í kvøld vunnu vit 3-0 í Runavík. Tí kunnu vit ikki sleppa undan at verða roknaðir at vera ein av favorittunum at vinna FM, sigur væl nøgdi Jákup á Borg. Dysturin millum NSÍ og KÍ verður mikukvøldið. trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... NSÍ-B36 0-3: BENJAMIN HEINESEN - Vit hava havt prát um, at hann hevur eitt ótrúligt evni, men tað er ikki altíð at hann vísur tað líka væl. Tað er eitt sindur upp og niður. Nú er hann komin í ein aldur, har botnstøðið hjá honum má verða betri. Hann gongur á odda í dag. Fyrst við tveimum málum, og tá tað so er brúk fyri honum á høgra bakki, so avrikar hann eisini har. Hann vísti í fyrra hálvleiki hvussu gott skot hann hevur, so tá hann fær møguleikan í seinna hálvleiki skjýtur hann sjálvandi eisini tá, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36. Benjamin Heinesen er stóra hetjan, tá B36 vinnur 3-0 í Runavík móti NSÍ. Tvær ferðir sendir hann bóltin á stengurnar og báðu ferðirnar fer bóltin í málið. Tað er minni munurin í spælinum, men í brotsteiginum er B36 greitt omaná BENJAMIN SENDIR B36 Á FM-KÓS