týsdagur 17. september 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. september 2019 · Nr. 107
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Altíð
tað grør í
føroysk
um haga
ÁRNI DAHL
KJAK SÍÐA17
Okkara
partur
skal ikki
liggja eftir
ZAKARIAS WANG
KJAK SÍÐA 14-15
Franska kvinnan, Jeanne Cal
ment, sum doyði í 1997, eigur at
fáa heiðurin aftur sum heims
ins elsta kvinna.
Tað siga tveir franskir
granskarar, Jean-Marie Robine
og Michel Allard, sum eisini í
1990'unum skírdu hana fyri at
vera heimsins elsta persón.
Hon doyði, tá hon var 122
ára gomul.
Í desember í fjør góvu tveir
russiskir granskarar út eina
frágreiðing, har teir skrivaðu,
at tað var lygn. Hon doyði í
veruleikanum í 1934, skrivaðu
teir. Dóttir henna tók sam
leikan hjá mammuni fyri at
sleppa frá at gjalda arvaav
gjald.
Tann kvinna, sum doyði í
1997, var sambært russarunum,
dóttirin Yvonne, sum var 99
ára gomul.
Russararnir grundaðu sína
niðurstøðu á myndir og sam
røður.
Nú
aftuvísa
teir
báðir
fronsku granskararnir sam
bært fronsku tíðindastovuni
AFP uppáhaldinum hjá russ
arunum.
Teir hava verið í gjøgnum
gamlar dátur og skjøl enn eina
ferð.
Teir halda vast við, at hon
er tað menniska, sum skjalfest
hevur livað longst.
/ritzau/
122 ára gomul var
heimsins elsta
Løgtingið skuldi skipa seg í gjár við
løgtingsnevndum, har allir teir 45
nevndarsessirnir vórðu mannaðir.
Nevndarbýtið var ikki greitt, tá
blaðið fór til prentingar, men sum vit
skiltu, fær andstøðan formanssess
irnar í vinnunevndini og trivnaðar
nevndini, sum helst gevur Javnaðar
flokkinum og Tjóðveldi hvør sín.
Hervið er politiska skipanin klár
aftur at fara til arbeiðis eftir løgtings
valið, sum var eins kollveltandi, og
tað seinasta løgtingsvalið.
Í 2015 upplivdu vit á fyrsta sinni,
at eitt nýtt landsstýri varð skipað,
uttan at nakar flokkur fylgdi við úr
tí gamla í tað nýggja landsstýrið. Tað
var soleiðis, at andstøðan gjørdist
samgonga, meðan samgongan gjørd
ist andstøða. Somu støðu hava vit
aftur nú, at vent er í holuni.
Andstøðan sum var, uttan Sjálv
stýrisflokkin, sum datt niðurímillum,
gjørdist samgonga, og samgongan,
sum var gjørdist andstøða saman
við Sjálvstýrisflokkinum, sum helst
fer at elta samgonguna, tí hann valla
fær stamstarvað við andstøðuna.
Føroyar hava snarað høgru, eftir
at vit snaraðu til vinstru á seinasta
løgtingsvali. Og tað fer uttan iva
at merkjast. Eitt nú við fiskivinn
upolitikkinum, har snarað verður
burtur frá teirri ætlan, sum undan
farna samgonga hevði, uttan tó at alt
verður rullað aftur til gomlu skipan
ina.
Etisk mál eru aftur parkerað.
Men tað merkir so eisini, at fólk av
sama kyni, sum eru gift, kunnu anda
lættan. Tað merkir so eisini, at hóast
fleiri politikarar í samgonguni hava
tosað dómadagstos í sambandi við at
samkynd kunnu giftast, onga ávirkan
fáa á tað. Tá uppgjørt verður um fýra
ár, so kunnu vit helst staðfesta, at tal
ið av hjúnarløgum millum samkynd
tók dik á seg, tá Jógvan á Lakjuni og
Miðflokkurin aftur komu til valdið.
Tá vit siga, at veljarin hevur snar
að til høgru, so hevur veljarin eisini
valt kvinnurnar frá og menninar
til. Aftur eru vit í gomlu støðuni, at
kvinnur í landsins stjórn bara eru ein
viðfáningur.
Frá at vera 50 prosent kvinnu
umboðan í landsstýrinum, hava vit
nú bara 14 prosent. Tað er spell, at
politisku flokkarnir ikki leggja størri
dent á kynsjavnvágina.
Tí hóast veljarin hevur valt sum
hann hevur, so ber til hjá flokkunum
at bøta um støðuna. Tí veljarin hevur
bara møguleika at velja ein persón
uttan at vita, hvørja ávirkna tað fær
á kynsjavnvágina. Flokkarnir kunnu
og eiga at taka atlit til kynini, tá teir
kjósa sær fólk í landsins stýri.
Kanska veljarin lærir tað til næstu
ferð – og kanska ikki. Í øllum førum
tørvar okkum eina hugburðsbroyt
ing, so vit trúgva uppá, at kvinnur
kunnu vera líka góðar sum menn.
Tað trúnna hava vit so ikki enn, tað
sæst á øllum brøgdum við teimum
umboðum, vit hava valt á ting.
Kvinnuumboðanin í lands
stýrinum skramblaði 36% niður
BARA EIN HØNA Í NESINUM
Jeanne Calment, tá hon 21. februar í 1997 fylti 122 ár
Mynd: Ritzau Scanpix
Miðlahúsið søkir
eftir roknskaparfólki
Miðlahúsið søkir eftir dugnaligum
roknskaparfólki
Høvuðsvirksemi:
•
Bókhald
•
Blaðskipan
•
Lønaravgreiðsla
•
Móttøka/umsita vekslara
Førleikakrøv
•
Skrivstovu- ella aðra viðkomandi
útbúgving
•
Góðan kunnleika til og royndir
við lønaravgreiðslu
•
Góðan kunnleika til og royndir
við bókhaldi
•
Góðan telduførleika
•
Tað er ein stórur fyrimunur at
kenna hesi forrit:
•
Navision
•
LøttLøn
•
TotalView (tíðarskráseting)
Vit sóknast eftir
starvsfólki, sum er:
•
opið, fyrikomandi, sjálvstøðugt
og tekur ábyrgd
•
leggur alstóran dent á
neyvleika og at halda tíðarfreistir
•
hevur evni til skjótt at seta seg
inn í nýggj viðurskifti
•
hevur góða talfatan/-førleikar
•
evnar at virka við í
roknskapartoyminum
Løn sambært sáttmála við avvarðandi
yrkisfelag. Nærri upplýsingar um
starvið fáast við at venda sær til
Eirik Lindenskov, stjóra,
eirikur@sosialurin.fo ella á 216409
Starvið verður at seta sum skjótast
Umsóknin skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi 24. september 2019.
toyminum