týsdagur 17. september 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. september 2019 · Nr. 107
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Frants Jensen
Bárður á Steig Nielsen,
sum leygardagin varð
valdur til løgmann kom
andi
fýra
árini,
fekk
lyklarnar til løgmans
skrivstovuna frá Akseli
V. Johannesen, fráfarandi
løgmanni.
– Tú kemur í eitt
spennandi
og
avbjóð
andi starv. Her á løg
mansskrivstovuni
fert
tú at hava nógv dugnalig
starvsfólk,
ið
leggja
nógv fyri at skipa tín
gerandisdag so væl sum
møguligt, segði Aksel V.
Johannesen.
Lyklar til láns
Sjálvur segði hann seg
hava lært eina rúgvu, tey
fýra árini, hann hevur
verið í Tinganesi. Hann
vísti á, at tað hevur verið
strævið og tíðarkrevjandi
viðhvørt, men at tað
eisini hevur verið gevandi
og spennandi.
Hann ynskti nýggja
løgmanni hjartaliga til
lukku og bestu eydnu,
áðrenn hann handaði
honum lyklarnar.
– Eg vil siga sum ein
kendur
danskur
for
sætisráðharri. Ansa væl
eftir lyklunum, teir eru
bara til láns, segði Aksel
V. Johannessen.
Stórt tol
Bárður Á Steig rósti frá
farna løgmanni serliga
fyri at hava sjáldsama
gott tol.
– Tú hevur rós uppi
borið fyri at hava røkt
løgmansembætið
við
stórari virðing. Eg má siga
sum er, tú hevur verið ein
tolin maður. Frá fyrsta
degi fekst tú stórar av
bjóðingar, og hóast nógv
ar íður á vegnum megn
aði tú við hegni at stýra
øll fýra árini. Tað hevur
óivað kravt nógv av tær
og tínum, segði Bárður á
Steig Nielsen.
Nýggi løgmaður takk
aði fyri álitið og segði,
at hann fer undir upp
gávuna við størstu eyð
mýkt.
– Lykilin er sjálvandi
til láns – tað eri eg eisini
greiður yvir sum politik
ari – men eg vil gera alt
fyri at bera hann við tí
virðing, sum tað krevur,
Føroya fólki og Føroyum
at frama, segði nýsetti
løgmaður.
Aksel V. Johannesen
fekk blómutyssi frá løg
manni.
Tilnevningar og
setanarskriv
Blómur og setanarbrøv
vórðu
síðani
handað
nývaldu
landsstýris
fólkunum.
Tey
vórðu
tilnevnd í tí raðfylgju,
hvussu leingi tey hava
sitið sum landsstýrisfólk
og tingfólk.
Jørgen Niclasen, Fólka
flokkurin,
landsstýris
maður við fíggjarmálum.
Jacob
Vestergaard,
Fólkaflokkurin,
lands
stýrismaður við fiski
vinnumálum.
Kaj
Leo
Holm
Johannessen, Sambands
flokkurin,
landsstýris
maður við heilsumálum.
Jenis av Rana, Mið
flokkurin,
landsstýris
maður
við
menta-,
undirvísingar- og uttan
ríkismálum.
Elsebeth
Mersedis
Gunnleygsdóttir, lands
stýriskvinna
við
al
mannamálum.
Helgi
Abrahamsen,
Sambandsflokkurin,
landsstýrismaður
við
vinnumálum.
Nógv fólk
Væl av fólki vóru til mót
tøkuna í Tinganesi. Bæði
politikarar, embætisfólk,
familja og onnur heils
aðu upp á nýggju lands
stýrisfólkini. Ymiskt gott
var eisini at fáa til matna.
Á væl vitjaðari samkomu í Tinganesi
seinnapartin mánadagin fingu
tey nýggju landsstýrisfólkini
setanarbrøv, nú samgongan millum
Sambandsflokkin, Fólkaflokkin
og Miðflokkin hevur tikið við
NÝTT LANDS
STÝRI FARIÐ
TIL VERKA
Løgmansstjórin Marjun Hanusardóttir, Rakul Nielsen, kona
løgmann, og Aksel V. Johannesen, fráfarandi løgmaður
Mynd: Álvur Haraldsen
Aksel V. Johannesen handar eftirmanni sínum, Bárði á Steig Nielsen,
blómutyssi og lyklarnar til løgmansskrivstovuna
Mynd: Álvur Haraldsen