Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 18. september 2019 · Nr. 107 TØKK Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, Tá okkara elskaða mamma, omma, langomma og vermóðir Karla Jóhanna Kristina Hansen Runavík f. 6.sep 1926 d. 20. Juli 2019 doyði og varð jarðað Takk til starvsfólkið á B8 á Landssjúkrahúsinum, á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi og á Klaksvíkar sjúkrahúsi fyri umsorgan og hjálp. Takk øll tit, ið hjálpu okkum so væl í samband við jarðarferðina. Takk til gravaran, bilføraran á líkvogninum og hjálp í ervinum. Takk fyri kransar, blómur og gávur til nýggja Berøa. Og at enda, takk tit mongu, ið fylgdu mammu henda vakra sunnudag úr Berøa inn í kirkjugarðin á Glyvrum, har mamma nú hvílur undir liðini av pápa okkara. Familjurnar vegna. Jóhannes, Sanna Andriása og Kára. TØKK Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu okkum samkenslu og hjálpsemi, tá ið okkara elskaði pápi, sonur og beiggi so brádliga fór av foldum. Jógvan á Høvdanum f. 20.09.1979 – d. 06.01.2019 Vit ynskja at bera eina serstaka takkarheilsan til tykkum bæði, Annbjørg og Tróndur, sum fóru til Onglands at taka tykkum av tí praktiska og neyðuga í sambandi við at fáa Jógvan heim. Og til tykkum bæði, Maria og Kent við familju, fyri umsorgan, tá ið Jógvan kom heim. Takk fyri vitjanir, stuðul og hjálp heima hjá okkum á Jørundsgøtu; ein serlig tøkk til tín, góða Hilda. Takk til organist, klokkara, sangarar og berarar. Og takk fyri hornblástur og vakran sang í kirkjuni, Andras Sólstein og Kim Hansen. Takk til prestarnar Marjun Lómaklett og Hanus á Gørðum fyri góð og troystarfull orð. Takk fyri blómur, kransar og heilsanir, og takk til tykkum, sum ringdu og skrivaðu. Takk fyri allan matin, ið varð givin okkum bæði heima og til ervið, og takk til tykkum, ið mintust Jógvani við minnisgávu til sonin, Eyðfinn. Somuleiðis ein takkarbøn til tykkum øll, ið hjálptu til við jarðarferðini og ervinum og til tykkum øll, sum fylgdu Jógvani til hansara seinasta hvíldarstað. Familjurnar vegna, Eyðfinn Jógvansson á Høvdanum, mamma, pápi og systkin við familju. Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90 www.kistur.fo Vit levera um alt landið. KISTUR - HANS JACOBSEN FØROYSKAR KISTUR Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Leys størv á Landssjúkrahúsinum Neonatalsjúkrarøktarfrøðingar til Føðideildina Umsóknarfreist 23. september 2019 Fysioterapeutar til Ergo- og fysioterapideildina Umsóknarfreist 23. september 2019 Ergoterapeutur til Ergo- og fysioterapideildina Umsóknarfreist 30. september 2019 Ljósmøður til farloyvisstørv Umsóknarfreist 26. september 2019 Sjúkrarøktarfrøðingur til ADHD klinikkina á Psykiatriska deplinum Umsóknarfreist 30. september 2019 Sálarfrøðingur til fast starv í Barna- og ungdómspsykiatriska toyminum Umsóknarfreist 02. oktober 2019 Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo veitst tú ikki tað?