Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-17, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2019 2 HONDBÓLTUR 2019/20 Landsliðini hava stórar avbjóðingar Kvinnulandsliðið skal spæla krevjandi EM-undankapping, og manslandsliðið skal spæla spennandi HM-undankapping Hondbóltssambandið hevur nógv lands­liðs­ virksemi fyri bæði bæði a-landslið og u-landslið. Føroysk landslið hava longu í ár luttikið í fleiri kappingum og spælt venjingardystir, og í vetur eru nógvir spennandi dystir á skránni. Manslandsliðið skal luttaka í HM- undankapping, og kvinnulandsliðið skal vera við í EM-undankapping. Manslandsliðið Undankappingin hjá manslandsliðnum til EM endaði í vár. Liðið hevði fleiri góð avrik og einstøk góð úrslit. Nú eru hondbóltsfólk sera spent at byggja víðari á avrikini. Manslandsliðið skal í vetur spæla HM- undankapping ímóti Slovakia, Litava og Luksemborg. Londini hava avgjørt, at allir dystirnir verða spældur í sama landi, og valið fall á Luksemborg. HM-undankappingin er eitt umfar, har liðini, ið ikki vunnu seg til EM-endaspælið næsta ár, skulu kappast. Í hesum umfarinum eru 15 lond, ið nú eru býtt í fýra bólkar. Vinnarin úr hvørjum bólki sleppur til annað umfar, sum er býtt í tveir partar, ið verða spældir sum »play off« dystir. Vinnarin av parti eitt skal spæla móti einum av teimum aftastu liðunum frá EM-endaspælinum í 2020. Um hesin dystur verður vunnin, skal spælast móti einum av liðunum, sum skulu taka lut í undankappingini til Olympisku Leikirnar. Vinnarin av teimum dystunum vinnur sær atgongd til HM-endaspælið í Egyptalandi í 2022. Mandslandsliðið hevur spælt venjingardyst ímóti danska felagnum BSV. Dysturin var javnur, men at danska liðið vann, tá ið samanumkom. Sonni Larsen, er farin aftur til Danmarkar at starvast sum hondbóltsvenjari, heldur fram sum venjari hjá manslandsliðnum, og nýggjur hjálparvenjari er Dia Midjord, ið avloysir Jeppe Borch. Kvinnulandsliðið Kvinnulandsliðið skal luttaka í fyrsta parti av EM-undankapping til endaspælið í 2020. Føroyar komu í bólk saman við Pólland, Rumenia og Ukraina. Dystirnir verða spældir í september, mars og mai. Vinnari av bólkinum fer víðari í kappingini. Fyrsta uppgávan hjá kvinnulandsliðnum verður ímóti Póllandi og Rumenia í september. Fyrsti dysturin verður í Póllandi tann 25. september, og síðani spæla Føroyar á heimavølli ímóti Rumenia 29. september. Í mars næsta ár verða dystir á heimavølli og á útivølli ímóti Ukraina, og í mai verða seinni dystirnir ímóti Póllandi og Rumenia. Landsliðsvenjararnir Ágúst Johannsson og Sophus Dal Christiansen hava úttikið fyrsta hópin. Tað er til dystirnar í september. Hópurin er mannaður soleiðis: Annika Fríðheim Petersen, H71, Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Neistin, Pernille Brandenborg, Vendsyssel, Durita Toftum, H71, Turið Arge Samuelsen, Kyndil, Fríða á Dunga, Neistin, Guðrið á Borg, H71, Halla Midjord, Kyndil, Durita Christophersen Jojic, VÍF, Lív S. Poulsen, Ikast-Herning, Kristianna Henneberg Joensen, Skanderborg Marita Mortensen, H71, Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil, Súna Krossteig Hansen, Kyndil, Maria Halsdóttir Weyhe, H71, Siw Matras Larsen, TMS Ringsted. Ungdómslandslið hjá bæði gentum og dreingjum hava fleiri spennandi uppgávur fyri framman. Kvinnulandsliðið skal spæla EM-undankapping ímóti Póllandi, Ukraina og Rumenia