Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-17, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2019 4 HONDBÓLTUR 2019/20 Gleði og ótti um at spæla í Vági aftur Hondbóltsføroyar fegnast í felag um at VB aftur er partur av bestu kvinnudeildini – Og kappingarneytarnir skulu aftur óttast um at spæla í VB-høllini Bára og VB aftur millum tær bestu - Tað er gott fyri liðið, gott fyri bygdina og gott fyri oynna, sigur Bára Krosslá Mortensen um at VB aftur er í bestu deildini, men kanska skulu úrs­litini bíða nakað enn. - Nú skulu vit byrja eitt sindur av nýggjum og royna at fáa tær ungu við uppí. Vit skulu nokk ikki vænta at liggja nummar eitt eftir jól, flenn­ ir royndi VB-leikarin. Tær flestu hava slett ikki roynt at spælt í bestu deildini fyrr, greiðir hon frá. Sum ein av teimum, ið var við tá ið VB strídd­ ist um ræðið á føroyskum kvinnuhondbólti, hevur Bára eisini ein ávísan leiklut í hesi endur­ bygg­ingartilgongd, og greiðir frá at hon roynir at gera sítt fyri at hjálpa teimum ungu at gerast til reiðar. Hvussu langt tað kann røkka í kapp­ ing­unum ber ikki til at siga: -Vit vita lítið um hini liðini, men vóna at vit fara at vinna dystir og hótta hini liðini. Til tess hevur VB eisini tríggjar ser­biskar bakkar í hópinum. Fyrst og fremst styrkja tær um breiddina, greiðir Bára Krosslá Morten­sen frá og leggur afturat: - Tær hava ikki vant við leingi, men eg haldi tær hóska væl til spælið og geva nakað av kvikleika, ið gagnar lið­num væl. Sunnudagin 15. september er fyrstu ferð í eitt ár, at mótstøðulið úr bestu deildini aftur koma á vitjan, og fólk gleða seg. Tað er altíð gott at spæla heima og tað hjálpir eisini liðnum tá ið vit hava nógvar áskoðar­ar, sigur Bára Krosslá Mortensen, áðrenn hon ger greitt at saknur hevur verið í VB í bestu deild­ini. - Øll – eisini tey norðanfyri - hava sagt sein­ asta árið, at tey hava saknað at spælt í Vági. Durita og tær ungu gleða seg Ein av teimum ungu, ið skulu venja seg við bestu deild­ina er 18 ára gamla Durita Krosslá Hjelm. Hon spældi onkrar minuttir í fremstu deildini fyri tveimum árum síðani, men kann væl hugsast at fáa størri leiklut nú. - Okur eru spentar og hetta verður ein stór av­bjóðing, so okur fara at gera okkara besta og so fáa okur ikki gjørt so nógv meira, sigur ungi leikarin og greiðir frá at hópurin hevur havt nógva kropsliga venjing í fyrireikingunum til kapp­ingarárið. Okur eru ungar, men eg haldi vit hava eitt gott lið. Tað fer at geva avbjóðingar, men tað skal nokk koma, sigur Durita Krosslá Hjelm, ið eisini greiðir frá at tær royndaru hjálpa væl til. - Tað er gott at hava onkran at síggja upp til, sigur vongleikarin, áðrenn Sosialurin at enda spyr nær fólk skulu vænta at VB aftur er heilt upp í oddinum í føroyskum kvinnuhondbólti. - Eini tvey – trý ár, heldur Durita Krosslá Hjelm fyri við einum bjartskygdum smíli. Venjarin: Eg havi hoyrt at tað er fantastiskt í høllini -Eri júst liðugur við venjaraútbúgving á ítrotta­ há­skúla­num, ISI, og eg gleði meg at sleppa at brúka alt sum eg havi lært, sigur 22 ára gamli VB-venjarin úr Danmark, Martin Skarnvad. - Vit hava ikki so nógvar royndar leikarar, men tær flestu ungu royndu 1. deild í fjør, og nú royna vit avbjóðingina í SMS-deildini. Eg kenni heilt vist á mær at vit menna okkum rætta vegin. Genturnar hava vant væl og hart í summar. Bæði krops­liga og leikliga gongur tað væl framá, sigur bjart­skygdi venjarin. Hópurin er rættiliga ungur, men har er kortini ein góð blanding av royndum uppií. - Tær royndu skulu bera liðið og tær ungu skulu taka av tá ið tær fáa møguleikan, stað­ festir VB-venjarin og greiðir frá at tær nýggju útlendsku hava ein eitt sindur øðrvísi hond­bólts­ stíl, ið eisini mennir viðleikararnar. Hóast bjartskygni bíða málini um úrslit eitt sind­ur enn. -Øll hava sjálvandi ein dreym um heiðurs­ merki, men nú mugu vit síggja hvussu langt vit kunnu røkka. Eg havi fult álit á gentunum, og veit at tær fara at prógva seg. Martin Skarnvad gleðir seg at fara undir kapp­ingina, og eisini at spæla á heimavølli. Eg havi hoyrt at upplivingin skuldi vera heilt fantast­iskt. Avbjóðingin í fyrsta umfari verður tor­før, men vit gleða okkum at vísa VÍF okkara heima­vøll, staðfestir Martin Skarnvad. VB Stovnað: 1905 Føroyameistaraheitið: 3 (1950, 2003, 2005) Steypasigrar: 2 (1993, 2003) Hópur Nýggir leikarar: Slobodanka Bandobrandski H. bakkur Dajana Komenda V./H. Bakkur / miðja Jovana Tancik V. Bakkur - Bára K. Mortensen Strika Durita K. Hjelm Miðja/ Vinstri Vongur Guðrun í Lágabø Málverji Rannvá Johannessen Vongur Rebekka Godtfred V. Bakkur / V. Vongur Rúna M Jacobsen H. bakkur / H.vongur Sofía Schrøter H. bakkur / H.vongur Thordis Nilssen Málverji Torgerð Suðuroy V. Vongur Vár Brattalíð Strika Ingi Olsen metur: Nummar 6 Tað er trupult at meta um VB. Vit kenna einki til tær. Vit vitað at tær hava fingið nakrar út­lendskar, men tað er altíð trupult at meta um tær áðrenn kappingina. Hava tær funnið eina nýggja Daivu Tumaite, so ber nógv til, men so­vorð­nir leikarar eru sjáldsamir. VB skal kanska vóna at fáa heimavøllin at rigga og vinna sær stigini har. Sosialurin tippar: Nummar 5 Tað verður trupult hjá VB at bróta inn í topp-4, men við hepni kunnu tær nærkast. Avgerandi spurn­ing­urin er hvørja góðsku tær nýggju úr Serbia hava.