Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2019 6 HONDBÓLTUR 2019/20 Japanar kunnu hjálpa strandagentum StÍF minnist næstan ikki nær tað seinast eydnaðist at vinna ein dyst, og tað gevur liðnum sálarligar avbjóðingar. Men japanskir leikarar kunnu verða júst rætta viðgerðin - Vit eru skerd. Vit hava mist nakrar leikarar, men vit arbeiða við at fáa nakrar japanskar gentur at spæla við, greiðir Aleksandur Johansen frá. Aleksandur er formaður í StÍF og verður saman við Jón Rasmussen venjari hjá strandakvinnum í ár. - Men tað tekur tíð at fáa viðurskiftini í lag, so teir fyrstu dystirnar eru vit kanska sera tunnar. Um alt gongur væl við visum og arbeiðsloyvum, so kunnu vit fáa tveir ella tríggjar styrkir um miðjan oktober. Og so kanska vit kunnu kappast eitt sindur, sigur venjarin, og heldur at japansku leikararnir síggja heilt spennandi út – serliga tann eina, ið kortini ikki hevur verið í Føroyum enn. Kvinnurnar hjá StÍF hava verið í tungum sjógvi í longri tíð, og liðið hevur bert fingið tveir javnleikir og ongar sigrar seinastu tvey kappingarárini. - Tað er tungt, og genturnar ivast í um tær vilja taka eitt ár afturat, tí tað er so strævið at tapa hvørt ár so nógv sum vit hava gjørt. Tað er eisini ein greið ætlan í at tað eru Aleksandur og Jón, ið altíð hava verið tætt knýttir at felagnum, sum eru venjarar í ár. - Vit skulu arbeiða við tí sosiala og at tað skal vera stuttligt at spæla hóast tað er tungt, men vónirnar um úrslit eru ikki so góðar, viðgongur venjarin. Men tað er ikki tí at talentini vanta. - Tær sum eru 22 ára gamlar nú, vóru heilt góðar, og vit hugsaðu at nú fóru vit at fáa bygt ein bul undir liðið, men tá ið kvinnurnar náa handan aldurin hendur annað í lívinum, og so detta leikarar burtur av liðnum. Nú eru vit aftur í einari støðu har fleiri eru eini 16 ára gamlar, sum vit spakuliga skulu slúsa inn, og um tað gongur væl, so kunnu vit aftur fáa ein góðan bul í liðið. Og tí hava vit gjørt eina roynd at styrkja liðið við útlendskum leikarum, fyri at tær, ið hava spælt í nøkur ár eisini kunnu fáa eitt lítið “boost” av hesum, greiðir Alexandur frá. Felagið royndi eisini hesa tilgond í fjør, við Emmu Lerche, og tað tóktist at hjálpa liðnum væl, men hon sleit krossbandið. - Hevði Emma verið við alt kappingarárið í fjør, so høvdu vit heilt vist gjørt nógv meira “ravasju” í kappingina, men tað gekk ikki, suffar venjarin. Eitt er at liðið kann styrkjast við profilum, men har er annað at arbeiða við eisini. - Av tí at man hevur tapt í so nógv ár, so hendur nakað sálarligt. Man vil ikki taka ábyrgd og avgerðir, og tú fert at goyma teg eitt sindur. Soleiðis er við øllum í lívinum, tekur venjarin til. Málið fyri kappingarárið er sum so bara at koma ígjøgnum tað í góðum lag, men koma tær japansku við, so kunnu vit kanska fara at hyggja um vit kunnu royna okkurt í steypakappingini, greiðir Alexandur frá at enda. Karina: - Vit trongja gott nokk til at vinna Ein av teimum, ið gekk undan seinasta kappingarár var Karina Berg Høgnesen. 19 ára gamli bakkurin fekk triðflestar atkvøður í kappingini um ársins stjørnuskot. - Altso vónirnar eru har, við tað at vit hava fingið onkran leikara, men vit hava so eisini mist nakrar. Tað er bæði gott og ringt, sigur Karina. - Vit eru rættiliga ungar og óroyndar vildi eg sagt, so kanska eg eri ein av teimum sum havi spælt mest av okkum, so ja, eg føli eitt sindur av ábyrgd. Tað geri eg, staðfestir Karina tá ið vit spyrja hana um rósandi orðini í fjør geva henni ábyrgd á liðnum. Tað sálarliga og sosiala er umráðandi tá ið tað gongur so tungt hjá einum liðið, og Karina heldur eisini at tað gongur væl tí viðvíkjandi, men greiðir síðani frá, at óvissan um viðurskiftini hjá teimum nýggju leikarunum stressar hópin nakað. - Vit trongja gott nokk til at vinna nakrar dystir. Vit vita ikki hvussu tað er at vinna longur. Men skuldi tað eydnast, so hevði tað lyft okkum - og givið okkum rætta dystarhugin, sigur bakkurin. - Eg haldi eisini at vit hava møguleika at vinna á onkrum av niðastu liðunum, metir Karina og vónar eisini at japansku leikararnir sleppa at spæla. -Tær hava øðrvísi spælistíl og eg haldi avgjørt at vit kunnu læra nógv av teimum, staðfestir ungir bakkurin at enda. Simona: -Vit ætla okkum at vera nógv meira seriøsar, og vit tíma ikki at blíva við sum vit hava gjørt tvey tey seinastu árini, sigur Simona á Fríðriksmørk áðrenn kappingarbyrjan. - Vit ætla okkum heilt vist at vinna, staðfestir 21 ára gamli mið- og vongleikarin. - Vit vita allar hvar vit standa, og vit gera allar okkara fyri at hjálpa upp á hugin. Vit royna at brúka meira tíð í høllini í mun til hvat vit hava gjørt áðrenn, sigur Simona og viðgongur eisini at tað hevur verið eitt sindur tungt at vant hini árini. - Tað hevur næstan verið ein byrða, leggur Simona afturat. Eins og liðfelagarnir vónar Simona eisini at nýggju leikararnir fara at spæla, og greiðir frá at tær japansku genturnar, sum venja við, gera nógv burturúr at hjálpa sínum viðleikarum á vøllinum. Leikararnir seta sær eisini síni mál, og Simona ætlar sær at vera eitt sindur meira hørð og kontant hetta kappingarárið og ikki smæðast burtur. Tað kennir hon eisini at liðfelagarnir hugsa, og Simona greiðir frá at leikararnir ætla at venja uttanfyri vanligu venjingartíðirnar eisini. Tí samanhaldið á liðnum er gott. - Eg haldi faktiskt tað er betri í ár, tí eingin tímir eitt sovorðið kappingarár umaftur, staðfestir Simona á Friðriksmørk at enda StÍF kvinnur Stovnað 1942 Kappingarárið 2018/2019: Nummar 6 í landskappingini Hópur: Teresa Eidesgaard Málverji Birita M. Absalonsen Málverji Simona á Fríðriksmørk Vongur/miðja Karina B Høgnesen Bakkur Erla J. Petersen Miðja Vár Poulsen Strika Jonna P. Olsen Strika Mao Otani Strika / bakkur Yuika Kurimoto Bakkur Emmy Ingibjørg Kass Bakkur / vongur Judit Johansen Bakkur Kristina Mikkelsen Miðja Paula B Høgnesen Miðja Frágongd: Sunfríð B. Johansen, Fríðrún Olsen, Rebekka Justinesen, Poula D. Berg, Rebekka Zachariassen, Birna T. Mikkelsen, Guðrið Ellinsgaard, Guðrun Gærdum Tilgongd: Yuika Kurimoto (Japan) Mao Otani (Japan) Ingi metir: Nummar 7 StÍF hevur næstan bara lokalar spælarar og skal royna at hyggja nøkur ár fram. Tær skulu royna at menna sínar egnu spælarar og kanska ikki satsa ov høgt. Tað snýr seg um at taka upplivingina í kappingini, tí tær koma at liggja í tyngra endanum. Sosialurin tippar Nummar 7 Hondbóltsføroyar vóna at StÍF kann spæla upp ímóti hinum liðunum. Tað verður tungt aftur í ár, men við røttum hugburði – og um japansku styrkirnir koma - kann tað eydnast at reisa seg. Og tað vóna vit fyri framtíðina hjá StÍF.