týsdagur 17. september 2019síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2019
10
HONDBÓLTUR 2019/20
H71 er eitt ár eldri
H71-kvinnur tóku øll á bóli í teimum fyrstu umførunum í fjør, tá ið
tær vunnu á øllum liðunum. Í ár skal tað støðið finnast aftur
Einar leggur dent á disiplin
- Vit hava fingið ein umráðandi styrk, sigur Einar
Jónsson og sipar til Sofie Søberg, ið stutt undan
kappingarbyrjan kom til H71. - Vit manglaðu
júst ein høgra bakk, og eg haldi at liðið hjá
okkum er væl betri av tí sama, sigur nýggi
venjarin hjá H71.
- Eg haldi eg tora at siga at vit skulu spæla
um heiðursmerki í øllum kappingum, tað er
málið hjá okkum.
Lykilin til tað er er einfaldur.
- Tað er disiplin, disiplin, disiplin. Vit skulu
hava hægri leikferð og størri trýst í okkara spæl,
og megna vit tað, so sær tað gott út.
- Tær vísa í øllum førum til venjing at tær eru
til reiðar. Eg rokni kortini við, at í fyrru helvt av
kappingarárinum kunnu vit fáa nakrar keðiligar
dystir, men eg vóni samstundis at vit eisini raka
eitt gott støðið, sigur venjarin og heldur fram:
- Vit eru undir menning, og í løtuni eru tað
fleiri lið sum eru betri enn vit, men eg vænti at
vit kunnu vinna á øllum á einum góðum degi.
- Tað er ótrúliga spennandi at arbeiða við
hesum liðnum, og har er øgilig góðska. Vit hava
eisini einar fimm leikarar á landsliðnum, sigur
Einar Jónsson, ið at enda nýtur høvi at rósa H71
fyri at gjørt eitt gott ungdómsarbeiði.
Durita vil hava eitt heiðursmerki
- Okkara vónir eru bara at gera tað betri enn hini
árini. Kanska vit gjarna vilja hava eitt ítøkiligt
prógv upp á tað, sum til dømis eitt heiðursmerki,
sigur Durita Toftum Joensen, 20 ára gamli
strikuleikarin hjá H71, ið eisini er úttikin til
landsliðið.
- Eg haldi heilt vist at vit bara hava betra
okkum, og vit kunnu saktans gerast betri, sigur
Durita og tekur eisini undir við at tilgongdin av
Sofie Søberg er ein styrkur.
- Tað ger nógvan mun at hava eina
vinstrahenta á høgra bakki, sigur Durita.
Eftir at vera úttikin til landsliðið eru vónirnar
eisini at halda fram at betra seg, og kanska bíta
seg fastan.
- Tað er gingið nokkso skjótt, men tað vóni
eg, sigur Durita.
Bæði á landsliðnum og í H71 hevur
strikuleikarin, Mariu Halsdóttir Weyhe sum
liðfelaga, og tær hava eitt tiltikið samstarv, og
ofta verður tikið til at tær duga at finna hvørja
aðra í blindum. Spurd um tær fara at halda
fram at menna hetta samstarvið, svarar Durita
soleiðis:
- Eg veit ikki um tað ber til at menna so
nógv meira, men eg haldi at eg havi eitt gott
samstarv við bæði Mariu, Maritu og nú Sofie,
sigur strikuleikarin.
Annika hevur góðar verjuleikarar
frammanfyri seg
Annika Fríðheim Petersen er enn ein av ungu
H71-leikarunum, ið hava ment seg hesi fyrstu
tvey árini í bestu kvinnudeildini. Herfyri fekk
20 ára gamli málverjin fyrstu ferð landsliðboð,
og tað er einki at ivast í, at Annika gleðir seg
at royna seg ímóti Rumenskum og Pólskum
skjúttum.
- Eg haldi eg byrji at fáa meira stýr á
skjúttarnar í Føroyum, sigur Annika, men
viðgongur at enn eru onkrar, sum volda
trupulleikar fyri málverjan.
- Eg haldi at samstarvið við verjuna blívur
betri og betri. Avtalurnar sita millum meg og
blokkarnar, og tað haldi eg riggar væl – eisini
við nýggju leikarunum, sigur landsliðsmálverjin
og leggur dent á at hon altíð hevur eina góða
verju frammanfyri seg.
Tað serliga við H71-hópinum er, at allar eru
rættiliga ungar, og tær flestu hava spælt saman
síðani ungdómsdeildirnar. Hetta heldur Annika
eisini sæst aftur, ið tí góða samanspælinum
sum er ímillum eitt nú Mariu og Duritu. Nú er
ein spildurnýggjur venjari komin, eins og Sofie
Søberg er komin úr Neistanum.
- Tað riggar bara væl. Sofie passar væl inn
sosialt, og vit eru glað fyri venjaran, staðfestir
Annika Fríðheim Petersen.
H71 kvinnur
Stovnað: 1971
Kappingarárið 2018/19: Nummar
fýra í landskappingini og hálvfinala í
steypakappingini.
Hópur:
Annika Fríðheim Petersen Málverji
Karin Holm Simonsen Vinstri vongur
Silja Sámalsdóttir Vinstri bakkur
Anna á Steig Høgri bakkur
Bára Hansen Vinstri vongur
Bjørk Brimnes Strikuspælari
Maria Halsdóttir Weyhe Spælskipari
Karina Eysturtún Rubeksen
Spælskipari
Marita Mortensen Vinstri bakkur
Eva Barba Arge Vinstri vongur
Durita Toftum Joensen Strikuspælari
Vár Højgaard Thomsen Málverji
Sára Vesturtún Jacobsen Bakkur
Sunniva Bogadóttir Strikuspælari
Vár Bentsdóttir Zachariasen
Strikuspælari
Lív Bentsdóttir Zachariasen Bakkur
Elisabet Holm Simonsen Høgri vongur
Anna Schiller Lindenskov Bakkur
Christina Turiðardóttir Arge Vinstri
vongur
Sofie Søberg Larsen Høgri bakkur
Guðrið Bogadóttir á Borg Høgri vongur
Tilgongd Bára Hansen, Vár
Bentsdóttir Zachariasen, Lív
Bentsdóttir Zachariasen, Anna Schiller
Lindenskov, Sofie Søberg Larsen
Frágongd Tórhalla Thorsteinsson,
Katrin Guðrunardóttir Højsted
Ingi metir: Nummar 2
H71 kvinnur blíva betri og betri.
Avbjóðingin í fjør var konditionin á
nøkrum spælarum, og tað skal loysast.
Tær eru ungar og nú er miðalaldurin eitt
ár eldri, og hevur fingið ein umráðandi
styrk á høgra bakk Tað hevur manglað.
H71 hevur eina fyrstu uppstilling sum
er krútsterk og málverjin verður betri og
betri. Eg vænti at tær fáa silvur.
Sosialurin metir: Nummar 3
Hoyvíksgentur eru blivnar eitt ár eldri
afturat, og skulu nú læra at avgera dystir.
Øll mótstøðulið løgdu mansverjir á Mariu
H. Weyhe og Maritu Mortensen í fjør, og
tað verður spennandi um Sofie Søberg
ella aðrir leikarar kunnu loysa tað spælið.