Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-17, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2019síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2019 12 HONDBÓLTUR 2019/20 Samanhaldið skal bera Neistan Nógv mest vinnandi liðið í føroyskum kvinnuhondbólti er undir endurbygging hesi árini. Tað eru tær ungu, ið skulu sláa til. Neistin hevur lækkað vónirnar. - Tað gongur væl, vit hava vant væl. Tað var eitt sindur ivasamt at byrja við, men nú sær gott út við fólki, sigur Kári Horn, ið venur Neistan aftur í ár. Kortini hevur Neistin avbjóðing við frágongdini. Drós Ragnarsdóttir og Sofie Søberg eru burtur, so nú eru ikki nógvir skjúttar eftir, sigur Kári. Neistin hevur arbeitt við at fáa styrk úr Serbia, men í skrivandi løtu er óvist um hetta berur á mál. Tað verður so ikki við kappingarbyrjan, ger venjarin greitt. - Vit hava rist posan, vit hava ongar lámar leikarar, so nú mugu vit spæla fleiri pláss, og tað arbeiða vit nógv við, sigur venjarin. -Hópurin er ungur, og tað er altíð gott við ungum, greiðir Kári frá, og heldur eisini at tær royndaru rigga væl við at stuðla teimum ungu. Frágongdin hevur eisini broytt kappingarmálini hjá hópinum, sigur venjarin. - Vit høvdu eina ætlan um finalur, men nú mistu vit so skjúttarnar sera seint, og so mugu vit nú bara taka ein dyst í senn. Men tað er einki at ivast í at vit vilja sleppa í hálvfinalurnar, sigur Kári Horn, ið iðrar seg um at missurin av Sofie Søberg kom stutt undan kappingarbyrjan. - Tað var sum at fáa ein hamara í høvdið, men soleiðis er spælið, nú mugu vit finna loysnirnar, staðfestir venjarin. Fríða vil menna seg enn meira Fríða er ein av mongu ungu leikarunum, ið fer at fáa ábyrgd í ár. 19 ára gamli vinstri vongur var eisini eyðsýnd í fjør, og hon kennir at liðið er á rættari leið, hóast avbjóðingar. - Vit hava vant gróthart. Vit venja fýra ferðir um vikuna, eru til spinning áðrenn, og so hava vit eisini júst verið á venjingarlegu í Danmark, har venjingardystirnir eisini gingu betri enn vænta, við fleiri sigrum. - Vit royna at byggja hópin upp, onkrar eru komnar aftur og eg haldi at vit eru meira støðugar í ár, sigur Fríða, men leggur eisini dent á at hópurin enn er sera ungur. - Tað er jú sjálvandi altíð avbjóðandi tá ið tú ert so ungur, men vit vóna tað besta, sigur Fríða, ið eisini hevur sett sær størri persónlig mál. - Eg vil gjarna gera tað betri enn í fjør, eg vóni at spæla fast á vinstra vongi, og eg vóni at menna míni skot haðani. Eg vóni eg verið betri sum heild, men eg arbeiði serliga upp á míni skot, tí eg helt ikki tey sótu nóg væl í fjør, sigur Fríða á Dunga, og leggur at enda afturat, at tað hjálpir væl at hava ein málverja sum Maju Dragoljubovic at venja við. Samanhaldið er lykilin Stina Madsen er ein av eldri leikarunum, ið skulu stuðla undir tær ungu. - Vit vóna at byrja væl, og at vit finna samanhaldi og javnvágina á liðnum beinanvegin, sigur Stina Madsen og heldur fram: - Fyri okkum er tað framvegis eitt nýtt lið, sum skal byggjast, men eg vóni og trúgvi at tað kann eydnast okkum at finna samanspælið. - Tað er eingin ivi um at vit gjarna vilja spæla hálvfinalur, og so veit man ongantíð hvat kann henda, sigur Stina, ið ásannar at hon og tær eldru mugu taka ábyrgd í einum so ungum hópi. - So vil altíð vera. Men eg haldi at vit hava sæð í summar at tær ungu hava tikið eina rúgvu av ábyrgd, og tað er deiligt hjá okkum eldri, brosar Stina. Hon fegnast eisini um at síggja tær ungu, tí Stina hevur verið ungdómsvenjari hjá nógvum av teimum seinastu árini. - Har er sera nógv at arbeiða við, men vit eru altso enn óroyndar, so tað tekur tíð at byggja liðið, ger Stina greitt. Um Neistin skal fáa úrslit í ár, so er lykilin einfaldur: - Samanhaldi er lykilin. Tað er eisini lyklaorðið hjá okkum í ár, og vit leggja stóran dent á at arbeiða fyri hvørja aðra, sigur Stina Madsen og ger at enda greitt at tí viðvíkjandi hevur neistin avgjørt tað sum skal til. Neistin Kvinnur: Føroyameistari: 41 ferðir: (1943, 1946, 1948, 1952, 1953, 1954, 1955, 1956, 1957, 1959, 1966, 1967, 1969, 1970, 1971, 1972, 1973, 1974, 1976, 1978, 1979, 1980, 1982, 1983, 1984, 1985, 1986, 1987, 1988, 1989, 1990, 1992, 1994, 1995, 1996, 1997, 2011, 2012, 2013, 2015, 2016) Steypasigrar: 14 (1987, 1988, 1989, 1990, 1992, 1994, 1995, 1996, 1997, 1998, 2006, 2013, 2015, 2016) Hópur Maja Dragoljubovic Málkvinna Margit Weihe Fríðmundsdóttir Málkvinna Birita Ingolfsdóttir Bakkur Ingunn Kristina Person Bakkur Sólbjørt Høj Bakkur Petra A. Larsen Bakkur Anna Heðinsdóttir Vongur Gunnfríð Pálsdóttir Nólsoy Vongur Fríða á Dunga Vongur Stina Madsen Vongur Rakul Magnussen Vongur Hjørdis Viðstein Strika Karen Guðnadóttir Johansen Strika Barbara Nattestad Johannesen Strika Frágongd: Drós Ragnarsdóttir, Sofie Søberg Ingi metir: Nummar 4 Missurin av Sofie Søberg fer at merkjast, men Neistin hevur framvegis nógvar talentfullar ungar spælarar. Tey síðstu tvey árini hava tey kortini ikki fingið tað at rigga so væl. Sosialurin tippar: Nummar 4 Um Neistin skal koma langt í ár, er avgerandi at onkur av ungu leikarunum skarar framúr. Heldur Ingunn Kristina Persson fram at menna seg, er tað í øllum førum eitt sterkt vápn.