Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-17, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2019síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2019 14 HONDBÓLTUR 2019/20 Gleðilig tíðindi geva VÍF avbjóðingar 5 leikarar frá liðnum, ið vann silvur í fjør eru við barn, og tað tynnir hópin hjá VÍF. Men profilar eru framvegis í Vestmanna Dia vónar at fáa fleiri fólk -Tað verður tungt at byrja við, heldur Dia Midjord, ið hevur tikið við sum venjari eftir Inga Olsen. - Vit eru byrjaðar seint og vit hava verið alt ov fáar, so vit næstan ongantíð fáa spælt dyst í venjingini. Fimm av leikarunum, ið vunnu silvur í fjør, eru við barn, og tað merkir at hópurin er ógvuliga tunnur, serliga tá ið tað eru nakrar aðrar, ið heldur ikki hava funnið umstøðurnar at venja enn. Til tann fyrsta dystin kann tað vera at har ikki vera fleiri enn níggju ella tíggju á dómaraseðlinum. -Gaman í hava vit fingið ein spennandi strikuleikara úr Norra, Lise Maria Evensen, men hana kunnu vit ikki leggja so nógva ábyrgd á – hon hevur eisini havt ein ringan skaða fyri stuttum. Liðið hevur framvegis nógvar profilar, men tað er ikki lætt tá ið venjingarnar ikki vera gagnnýttar orsakað av ov fáum fólki, greiðir Dia frá, áðrenn hann ger greitt, at sjálvandi ætlar VÍF sær ikki at leggja seg. - Vit kasta ikki handklæðið í ringin, og vit vóna at tað verður betri sum kappingin frálíður, ger Dia Midjord púra greitt. Agnas Agnas Olsen hevur í fleiri ár verið ein heilt stórur profilur, og í oddinum við VÍF. Hon var millum annað kosin ársins leikari, tá ið VÍF vann greipuna í 2018. - Tað hevur verið striltið at byrja við, vit hava verið sera fáar, men nú er farið at leggjast afturat, greiðir Agnas frá. Fríða Petersen er komin aftur í málið, eftir at báðir málverjarnir frá í fjør mugu taka steðg vegna barnsburð, Lise Maria Evensen er komin úr Norra, onkrar ætla at byrja seinni, so tað tykist sum at tað endiliga legst afturat aftur, sigur spælskiparin hjá VÍF, Agnas Olsen. - Málið er framvegis at vera í toppinum, tað er tað altíð, men tað kann vera at tað verður tungt at byrja við, hugsar Agnas Olsen. - Men tær sum eru, hava góða góðsku, staðfestir Agnas Olsen eisini. Ingibjørg Ingibjørg Olsen, lítlasystir Agnas, ætlar sær at spæla seg longri inn á liðið í ár. 18 ára gamli spælskiparin sær nógvar møguleikar við teimum broytingum sum hava verið í ár, og hon leggur dent á, at Agnas og hinir profilarnir duga væl at leggja teimum ungu lag á. Ingibjørg hevur eisini góðar møguleikar at fáa leiktíð, tí hon kann spæla bæði vongur og bakkur. - Eg spæli har sum tað er brúk fyri mær, smílist Ingibjørg, ið nú skal venjast av nýggja venjaranum, Dia Midjord. Frammanundan hevur venjarin verið Ingi Olsen, pápi Ingibjørg, so tað verður sjálvandi serligt at fáa nýggjan venjara. - Eg gleði meg bara at vísa Dia hvat eg dugi. Tað haldi eg ikki ordiliga at eg havi gjørt enn, men tað fari eg heilt sikkurt, staðfestir Ingibjørg Olsen. VÍF kvinnur: Føroyameistaraheitið: 6 ferðir (1951, 1963, 1968, 2001, 2002, 2018) Endaðu á 2. Plássið í 2019 Steypavinnarar 4 ferðir: 1999, 2001, 2002, 2018, Silvur í 2019 Hópur: Fríða Petersen Málmaður Rebekka Joensen Málmaður Randi Virgarsdóttir Vinstri vongur Heidi Maria Akselsen Vinstri vongur Halla Hansen Vinstri vongur Lilian Müller Vinstri bakkur Agnas Olsen Miða Ingibjørg Olsen Miða Durita C. Jojic Høgri bakkur Ró Nielsen Høgri bakkur Brynja Rógvadóttir Høgri vongur Jórunn Gudmundsen Høgri vongur Lise Marie Evensen Strika Lív Ingdorsdóttir Strika Helena í Skálum Strika Frágongd: Viviann Petersen, Ragnhild á Heygum, Kathe Frederiksen, Daniella Joensen Tilgongd: Lise Marie Evensen, Helena í Skálum, Fríða Petersen, Rebekka Joensen Ingi metir: Nummar 3 Tær hava mist óvanliga nógvar spælarar av tí at tær eru upp á vegin. Gleðiliga søgan um at barnatalið økist í Vestmanna, er ikki so gleðiligt fyri VÍF. Orkan verður avgerandi fyri tynta hópin. Sosialurin metir: Nummar 2. Tá ið bakkarnir hjá VÍF koma í form, er VÍF framvegis betri enn tey allarflestu. Nú hava tær eisini royndirnar. Spennandi verður at síggja hvussu tær loysa trupulleikan við tynta hópinum.