týsdagur 17. september 2019síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2019
16
HONDBÓLTUR 2019/20
Kann Kyndil uttan
Marionnu?
Greipuvinnararnir úr Kyndli hava næstan sama hópin í ár. Men saknurin í
Føroya besta spælara í fjør, Marionnu Geirsdóttir Eystberg, verður stórur
Bárður
Kyndilskvinnur høvdu eitt framúr kappingarár
í fjør, har liðið vann greipuna. Merkisvert var,
at í fjør hevði liðið stóra frágongd, men við
m.a. einum nýggjum málverja og profilum sum
Turið Arge og Marionnu G. Eystberg, sum komu
aftur, var Kyndil sum hamskift seinnu helvt
av kappingarárinum og vann alt sum vinnast
kundi. Í ár hevur liðið ikki eins stóra frágongd,
men at Marianna Geirsdóttir Eystberg er farin til
Danmarkar broytir fyritreytirnar nógv.
- Tað verður ringt at fáa somu úrslitini sum
í fjør tá ið vit hava mist størsta profilin, sigur
Bárður Johannesen, Kyndilsvenjari, ið kortini
ásannar at hann veit sera lítið um hini liðini. -
Vit vita sjálvandi hvar vit eru og vit hava fingið
eina unga raska við afturat, sigur venjarin, og
sipar til 16 ára gomlu Natasju Hammer, ið er
einasta tilgongdin við kappingarbyrjan. Hon
kemur úr ungdómsdeildini hjá Kyndli, og ger tað
fínt, men við so ungum leikarum má farast fram
við fyrivarni ger venjarin greitt.
- Ein spælara at taka leiklutin hjá Marionnu
finnur tú ikki í Føroyum, sigur venjarin. Summi
av hinum liðunum hava eisini styrkt seg við
útlendskum leikarum, og tað ber ikki til at siga
hvørja mótstøðu tað fer at geva, heldur Bárður
Johannesen fyri.
Tí miða kyndilskvinnur ikki eftir gulli at byrja
við, men hava heldur sett sær sum mál at røkka
hálvfinalunum fyrst. - Tað ætla vit avgjørt at
klára og tað vænta vit eisini, sigur venjarin.
Landskappingin hjá kvinnum er broytt til at tey
fýra fremstu spæla seg í hálvfinalurnar í mun
til í fjør, tá ið tað vóru tey tvey fremstu, sum
spældu seg í finalurnar.
- Onkursvegna gevur tað eitt sindur av ró við
hesum kappingarleistinum, tí at vit lógu nummar
fýra í fjør í langa tíð áðrenn vit megnaðu at vinna
okkum í finaluna, hugleiðir Bárður Johannesen.
Í fjør flutti Turið Arge aftur til Kyndil eftir eitt
hálvt ár í íslendsku deildini og tað gjørdi stóran
mun. Tí spyr Sosialurin eitt sindur prikandi
um tað kann hugsast at Marianna Geirsdóttir
Eystberg verður lokkað heimaftur til seinnu
helvtina. Kortini vóru tað óvæntaðar umstøður í
íslendska felagnum, ið gjørdi at Turið Arge vendi
aftur, so tað ber ikki bara til at lokkað leikarar
heim. - Um hon spælir niðri, so kemur hon ikki
heim, tað er so einfalt. Og hon ætlar sær at
spæla, staðfestir Bárður Johannesen.
Góða gongdin seinastu árini førir sjálvandi til
at fólk væntað nógv av Kyndli, men liðið kennir
ikki trýst á sær av hesum. - Vit leggja heldur
trýst á okkum sjálvi at avrikað væl, og leikararnir
vilja altíð avrika væl. Tí viðgongur Bárður
Johannesen eisini at enda, at vónin sjálvandi er
at spæla onkra finalu hetta kappingarárið.
Natasja gleðir seg at spæla
- Eg giti eg fari at spæla eitt sindur, tí at har
eru ikki so nógvir bakkar á liðnum – Vit fara at
skiftast nógv, sigur Natasja Hammer, og leggur
flennandi afturat at tað er strævið at spæla ein
heilan dyst tá ið tú ert so ung.
- Eg fari at royna at gera tað so væl sum eg
kann. Nú havi eg vant við í tvey ár, so eg gleði meg
at sleppa at royna meg, sigur vinstri bakkurin,
ið eisini var við U17-landsliðnum, ið fekk fimta
plássið í altjóða kapping í Georgia í summar.
Spurd um tað er ræðandi at spæla á einum
liðið, ið fólk væntað nógv av, tá ið ein er so ung,
svarar Natasja róliga: - Tað hugsi eg slett ikki
um. Eg hugsi bara at eg skal gera tað so væl
sum eg kann. - Hinar á liðnum eru eisini raskar
at rósa tá tað gongur væl og stuðla tá ið onkur
ger mistøk. sigur Natasja Hammer at enda.
Bára tekur gleðiliga ábyrgdina
Eg haldi ikki vit eru favorittar í ár, sigur
spælskiparin hjá Kyndli, Bára Krossteig Hansen
og vísir á at liðið hevur mist ein sera týðandi
leikara. Heldur peikar greipuvinnarin frá 2017
og 2019 á VÍF og H71, ið hon metir hava sterk
lið í ár. Kortini eru málini at røkka sum longst.
- Málið er at vera við har tað er stuttligt!
Topp-4 er avgjørt okkara mál við hesum
kappingarleistinum, heldur royndi spælskiparin
fyri.
Serfrøðin metir at Bára Krossteig Hansen og
systurin Súna skulu lofta onkrari av ábyrgdini,
ið Marianna Geirsdóttir Eystberg lat eftir seg og
stórasystirin er ikki í iva.
- Tað flytur nógva ábyrgd yvir á okkum,
ið eftir eru, men hana taki eg gleðiliga, ger
landsliðsleikarin púra greitt
Kyndil kvinnur
Stovnað: 1956
Føroyameistaraheiti: 8 (1964, 1975,
1981, 1998, 1999, 2014, 2017,
2019)
Steypasigrar: 4 (2000, 2014, 2017,
2019)
Hópur:
Jovana Stranjanac Málverji
Alda av Skarði Málverja
Bjørt Krossteig Vinstri vongur
Sólja B. Poulsen Vinstri vongur
Turið Arge Vinstri vongur
Súna K. Hansen Bakkur / miðja
Bára K. Hansen Miðja
Natasja Hammer Bakkur / Miðja
Beinta Lindberg Høgri bakkur / vongur
Ásleyg Súnadóttir Høgri vongur
Halla S. Midjord Høgri vongur
Anja Eliasen Høgri vongur
Karin S. Midjod Strika
Beinta Bárðardóttir Strika
Frágongd: Gudrun Restorff Olsen,
Marianna G. Eystberg
Tilgongd: Natasja Hammer
Ingi metir Nummar 1
Kyndil er favorittur aftur. Tær hava mist
ein góðan leikara, men hava framvegis
krútsterka verju, ein málverja sum kann
vera drøj og nakrar av bestu leikarunum í
Føroyum. Hópurin er kortini viðbrekin fyri
skaðum, men soleiðis er eisini hjá hinum
liðunum
Sosialurin tippar Nummar 1
Kyndil kann avgjørt vinna
Føroyameistaraheitið aftur. Gaman í
hevur liðið mist besta leikaran í fjør. Men
vit vænta at tær ið eftir eru fara at lyfta
missin í felag. Súna Krossteig Hansen
er eitt ár eldri (19 ár) og kann væl vera
atvoldin til at Kyndil aftur fær ársins
leikara í ár.