týsdagur 17. september 2019síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2019
18
HONDBÓLTUR 2019/20
Team Klaksvík skal
aftur á slóðina
Farna kappingarár fingu klaksvíkingar onga úrtøku úr grundspælinum, men
fegnaðust seinni um at kortini fáa fimta plássið, við at vinna niðara endaspælið. Í
ár hevur felagið leitað sær til Japan og Georgia at stuðla undir lokalu leikarunum.
Ludvík:
Tað er stuttligari tá ið vit hótta tey bestu
-Standurin í Team Klaksvík er fínur, vit hava
fingið nakrar nýggjar leikarar og teir sum plaga
at spæla, eru her enn, greiðir Sakaris Ludvík
Súnason, ið er aftur í Team Klaksvík eftir at hava
spælt nakrar dystir við Kyndli í fjør, frá.
Vit satsa kanska eitt sindur meira enn vit
gjørdu fyrr við teimum nýggju leikarunum, og
vit ætla okkum at koma eitt sindur uppeftir.
Ludvík var fastur maður á vinstra vongi
seinast hann var í Team Klaksvík, men nú er
kapping komin úr Japan.
- Tað er fínt at tað er kapping um plássini,
og tað fer at hjálpa at vit kunnu skifta meira út,
metir Sakaris Ludvík Sùnason, og ger eisini vart
við at frágongd eisini hevur verið á liðnum.
- Vit skulu spæla eitt sindur øðrvísi. Hørður
var stórur strikuleikari, og nú mugu vit kanska
flyta okkum meira fyri at brúka strikuspælið,
og royndirnar hjá Finni verða saknaðar, greiðir
Ludvík frá.
Málið hjá Ludvíki og felagnum er fyrst og
fremst bara at koma eitt sindur uppeftir á
stigatalvuni. Fyri tveimm árum síðani hevði
Team Klaksvík kanska sítt besta kappingarár,
og Ludvík minnist aftur á hetta við gleði. - Tað
er stuttligari at spæla tá tað gongur væl og man
fær trýst tey bestu liðini, og tað fara vit heilt
vist at leggja okkum eftir, staðfestir afturvendi
Team Klaksvík vongurin at enda.
Aron vil aftur vinna
- Sum tað sær út nú, so eri eg fyrsti málmaður.
Vit hava vant øgiliga nógv og hart í summar
og eg føli at tað gongur rætta vegin, sigur
málverjin, Aron Kallsberg Jacobsen, ið fyllir 20
ár um kappingarbyrjan.
- Um vit hyggja eftir kappingarárinum fyri
tveimum árum síðani, so gekk tað rættiliga væl
at byrja við og stemningurin var øgiliga góður,
minnist Aron aftur og kennir aftur, at lagið er
øgiliga gott til venjing í summar. - Eg vóni at
tað heldur fram.
Spurdur um teir nýggju leikararnar, Kaito
úr Japan og Zezva úr Georgia, sigur málverjin
at Zezva skjýtur øgiliga væl úr fjarstøðu og at
Kaito dugir sera væl at leggja bóltarnar inn av
vonginum.
Málverjin er eisini glaður fyri at hava fingið
Hans Arna B. Thomsen aftur á liðið. Hann dugir
sera væl at samskifta við verjuna, og tað ger
tað lættari hjá málverjunum, tá ið tú stendur
aftanfyri ein verjuleikara sum Hans Arna, sigur
málverjin.
Spurdur um tað merkir at Aron fer heilt upp
í tey heilt høgu bjargingarprosentini, svarar
málverjin flennandi: - Tað vil eg vóna.
Aron og Team Klaksvík eru eisini svangir
eftir fleiri sigrum, og niðara endaspælið farna
kappingarár, ið Team Klaksvík vann, hevur eisini
birt ein hug at royna at vinna meira.
- Tað er einki at ivast í at tað gav okkum
eitt ”boost” til at venja til hetta kappingarárið,
staðfestir Aron Kallsberg Jacobsen.
Svein Rógvi: Vit høvdu
trupulleikar at telja upp í fimm
Nýggjur venjari hetta árið í Team Klaksvík er
Svein Rógvi Ljósstein Nielsen, ið at síggja til,
hevði eina trupla uppgávu, tá ið hann tók við
í summar.
- Tá ið vit settu okkum saman at práta í mai-
mánað høvdu vit trupult at telja upp í fimm
leikarar, so seks og so sjey. Men nú knappliga
kunnu vit ein góðan dag mynstra 15-16 mans. Í
so máta er tað gott, og venjingarmoralurin hevur
verið sera góður. Vit venja nógv og teir møta væl
upp, sigur royndi venjarin og heldur fram:
- Tað fyrsta vit hava arbeitt við, er at fáa
menn til venjing og hava tað stuttligt. So skal
hitt nokk koma, greiðir venjarin frá.
- Tað er næstan altíð eitt nýtt lið at spæla
saman tá ið eitt kappingarár byrjar í Team
Klaksvík. Tað kann so venda allar vegir tá ið
kappingin fer í gongd, tekur Svein Rógvi til.
Fólk eru sum altíð spent at síggja hvussu
nýggir útlendingar fara at standa seg í Føroyum,
og teir báðir í Team Klaksvík hava dygdir, greiðir
venjarin frá.
- Kaito er óvanliga kvikur, kropsliga sterkur
hóast at hann er lágur, og so hevur hann nakrar
skothættir, ið vit ikki eru von at síggja í Føroyum.
Hann hevur nógvar stuttligar skotvariantar frá
vonginum og hann hevur eisini vónir um at gera
seg galdandi á japanska landsliðnum, greiðir
Svein Rógvi frá.
-Zezva er ein ungur maður úr Georgia, ið
gjarna vil menna seg. Hann hevur víst seg at
vera sera góður verjuleikari, og hóast hann bert
hevur verið her í stutta tíð, so er hann á veg
hagar vit gjarna vilja hava hann at vera, men tað
fer at taka nakað av tíð, sigur venjarin.
Umframt hesar ungu, fegnast Svein Rógvi
um at profilarnir á liðnum, sum eitt nú Vilhelm
Vilhelmsen og Sámal á Tjaldrafløtti eru aldir
upp í hondbóltsumhvørvinum í Klaksvík. Svein
Rógvi tekur eisini til at Ludvík Súnason er eisini
blivin klaksvíkingur, nú hann er fluttur norður.
- Vit hava nakrar spennandi leikarar, og um
vit fáa tað at rigga, so kann tað gerast eitt gott
kappingarár, staðfestir venjarin at enda.
Team Klaksvík
Stovnað: 2006
Kappingarárið 2018/19: Nummar 5
(vinnari av niðara endaspælið)
Aron Kallberg Málverji
Bent Áarsgarð Málverji
Rasmus Sommer Málverji
Vilhelm Vilhelmsen høgri vongur
Sámal á Tjáldrafløtti høgri bakkur
Jens Pauli Mohr miðja
Kjartan á Gravarbø vinstri bakkur
Sakaris Ludvík Súnason høgri vongur
Jens Mortan Samson vinstri bakkur
Kaito Nakahodo vinstri vongur
Zezva Lobashvili vinstri bakkur
Petur Martin Eliasen vinstri vongur
Jan Eli Ragnarsson Strika
Danjal Kjærbo Strika
Beinir Johannesen Strika
Birgir Poulsen Miðja
Hans Arni Bjarnason Thomsen Venjari
– stika
Frágongd: Finnur Hanson, Hørður
Fannar SigÞórsson, Christoffer
Madsen
Tilgond: Kaito Nakahodo (Japan),
Zezva Lobashvili (Georgia)
Julian metir: Nummar 7
Fyri at Team Klaksvík skal fáa fleiri stig í ár
er tað ein treyt at grundformurin er betur
enn undanfarin ár. Team Klaksvík kundi
eisini brúkt nakrar leikarar afturat fyri at
hækka um góðskuna á venjingunum, tí
sum skilst hevur tað verið trupult at fingið
tvey lið til venjingar seinnu árini.
Sosialurin tippar: Nummar 7
Klaksvíkingar skulu finna aftur til tær
verjudygdirnar, ið liðið vísti um hesti í
2017. Árið í fjør gav ongar ábendingar
um at Team Klaksvík var á rættari slóð,
men um tað hevur eydnast at fingið fleiri
fólk, kann tað bragda. Ein vón er at ein
leikari sum Sámal á Tjaldrafløtti kann
fáa neyðuga stuðulin, ið møguliga kann
koma frá millum annað nýggja georgiska
bakkinum.