Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-17, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2019síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2019 20 HONDBÓLTUR 2019/20 Sveinur styrkir aftur StÍF Stóra søgan um StÍF í summar er, at Sveinur Justinussen, verður aftur á vøllinum eftir ringan skaða í fjør. Stórskjúttin kann eftir øllum at døma vænta at fáa nógva ábyrgd á seg Lokalir venjarar skulu finna gomlu dygdirnar aftur - Vit royna at venja hart og nógv. Vit eru í einari uppbyggingargond og mugu taka tað sum tað kemur. Tað hevur verið eitt sindur misjavnt, men í seinastuni hava vit tíbetur verið so nógvir til venjing at vit kunnu spæla dyst. Kortini kundu vit ynskt okkum fleirri fólk, sigur Pauli G. Hansen, ið saman við Mariusi Joensen er venjari hjá StÍF í ár. Í mun til í fjør er millum annað Rani Højgaard farin til KÍF, men fleiri av leikarunum, ið stríddust við skaðar í fjør ætla sær at vera við aftur í ár – Og har eru strandingar serliga spent upp á ein mann. - Eg trúgvi at øll í Føroyum eru glað fyri at Sveinur Justinussen spælir hondbólt aftur í ár, sigur venjarin. - Tað er heilt greitt at vit fara at gerast betri sum kappingin líður. Vit skulu arbeiða hart og leingi fyri at koma í venjing, tí vit skulu spæla skjótt fyri at koma til møguleikar og gjarna í skjótálopinum, sigur Pauli, sum saman við Mariusi, hevur hevur tikið við eftir Dia Midjord. - Tað sást kanska ikki aftur á stigatalvuni, men eg haldi at Dia gjørdi eitt risastórt arbeiði. Tað sum vit nú royna at menna víðari, er at vit vilja spæla skjótt. Vit eru ikki so høgir av vøkstri, so vit vilja venda aftur til tað sum StÍF einaferð var kent fyri; Skjótálop, fikst spæl og at brúka høvdið. Har eru eisini ungir og spennandi leikarar í felagnum. Ímóti endanum av farna kappingarárið fekk 17 ára gamli Bjarni í Selvindi fitt av leiktíð, og hann vísti seg at duga at skjóta mál. Bjarni er vinstri bakkur, og kann læra nógv av Sveini Justinussen í ár. - Bjarni er ein sera góður leikari. Hann er vaksin nógv seinasta árið, men skal framvegis fáa kroppin kláran at spæla við teimum vaksnu. Men hann er ein leikari, ið vit vænta okkum nógv av í framtíðini, greiðir Pauli G. Hansen frá. Tað var í so langt ímillum stigini hjá StÍF í fjør, og liðið hevur heldur ikki sett sær greið mál eftir stigatalvuni. Men Pauli vónar kortini at spæla teir stuttligu dystirnar. - Tað hevði ikki verið so galið við einari hálvfinalu – Tað hevði heilt vist verið stuttligt, sigur venjarin og greiðir at enda frá hvussu tað kann eydnast: - Tað krevur hart arbeiði í høllini. Tað er byrjanin og tað er endin. Vit arbeiða eisini hart og vit trúgva upp á at vit fara at flyta okkum frameftir. Jóannes vónar at knøini halda Jú, vit royna at arbeiða hart og royna at verða til reiðar, sigur Jóannes Prestá, ið er ein av teimum, ið hevur stríðst við skaðar á StÍF liðnum. Stutt áðrenn kappingarbyrjan er høgri bakkurin frískur, men hann hevur lært at vera fyrivarin. - Jú, armurin heldur, og tað gera knøini eisini higartil. Tað er ikki altíð at tey halda so leingi hjá mær, flennir fyrrverandi landsliðsleikarin, ið hevur verið nøkur ár í StÍF síðani hann kom heim úr ÍF Føroyum. - Sveinur er eisini við aftur, og tað hevur nokkso nógv at siga hvussu teir gomlu halda, tí vit eru ikki so nógvir eftir, sigur Jóannes og leggur afturat at teir nógvu ungu leikararnir eru sera raskir. - Vit hava havt avbjóðingar við breiddini, men tá ið allir eru tøkir haldi eg at vit eru góðir, og hava eisini gott at koyra inn, sigur royndi bakkurin. Liðið hevur eisini styrkt seg við danska strikuleikaranum, Mads Lindkvist. Jóannes letur væl at nýggja leikaranum. - Eg haldi hann er góður og gevur eina nýggja dimensjón, tí hann er ein størri strikuleikari enn vit hava verið vanir við. Og so bjóða menn sum Ivan Mrdalo nakað annað, tí hann er ein skjótur strikuleikari og góður í skjótálopunum. - Spurdur um hann kennir stóra ábyrgd fyri teimum ungu, svarar Jóannes greitt: - Eg royni bara at klára at spæla, so kann eg gera mun. Tað hevur ofta verið trupulleikin hjá mær - at vera nokk á vøllinum. Men man kann royna at gera sítt í øllum førum. Persónliga málið hjá Jóannesi er eisini at spæla so mikið sum møguligt, og so vónar hann at liðið kann hótta topp-4 í landskappingin. - Tað skal ikki so nógv til fyri at koma langt, so málið er at royna at bjóða av, staðfestir høgri bakkurin. Ivan vil hava StÍF at vera eitt steypalið aftur -Tað gekk einki serligt seinasta ár, og vit endaðu aftast í endaspælinum. Men vónirnar eru góðar í ár, vit hava millum annað fingið Svein aftur, so málið er topp-4. Men vit fáa at síggja hvussu tað gongur, sigur 18 ára gamla strikutalentið, Ivan Mrdalo. StÍF hevur fleiri strikuleikarar at velja ímillum. Umframt Ivan eru eisini Djóni Petersen og Jóhannes Olsen og so eisini nýggi danin, Mads Lindkvist. Ivan, ið er hin yngsti av teimum, heldur tað vera fínt við kapping um plássini. - Vit kunnu brúkast til ymiskt í mun til hvørjum vit spæla ímóti, men eg ætli mær eisini at gera mítt besta fyri at fáa so nógva tíð sum møguligt, sigur Ivan Mrdalo, ið millum annað umboðaði føroyska U-18 landsliðið fyri einum ári síðani. Tað er eisini stuttligt at vera ungur spælari í StÍF, vísir Ivan á, og greiðir frá at teir ungu fáa nógva tíð á vøllinum – kanska meira enn í øðrum feløgum – og hann kennir at tað er ein góð menning. Um málini fyri kappingarárið sigur Ivan soleiðis: - Um vit røkka topp-4, so hevði eg verið øgiliga nøgdur, men eg hevði verið ordiliga glaður um vit høvdu komið í steypafinaluna. Tað hevði verið sera stórt fyri meg. Fyrstu sjey árini av lívinum hjá Ivani var StÍF eisini einaráðandi í steypakappingini, og 18 ára gamla strikutalentið ynskir at StÍF aftur skal gerast eitt steypalið. Vit spyrja at enda Ivan hvat eyðkennir hann sum leikara, og strikuleikarin svarar soleiðis: - Fólk halda at tað er so stuttligt at skora mál, men eg elski at verja. Kenslan at steðga einum manni, at blokka ein bólt og at síggja frustrasjónirnar á einum leikara tá, ið hann ikki sleppur framvið, dámar mær ordiliga væl. StÍF menn Stovnað: 1943 Føroyameistaraheitið: 5 (1943, 1944, 1945, 1999, 2003) Steypasigrar: 6 (2001, 2002, 2004, 2004, 2006, 2007) Hópur: Eli Gærdum Málverji Jákup Mortensen Málverji Andri K. Hansen Málverji Beinir Højgaard Málverji Pætur Ó. Barcaly Vongur Tummas T. Simonsen Vongur Dávid Loritz Danielsen Vongur Hendrikur Davidsen Vongur Eli Hansen Vongur Jógvan G. Joensen Vongur Dávid Jacobsen Vongur Pætur Johansen Bakkur Sveinur Justinussen Bakkur Bjarni í Selvindi Bakkur Steinar A. Prestá Bakkur Martin Danielsen Bakkur Jóannes A. Prestá Bakkur Sverri Jensen Bakkur Ivan Mrdalo Strika Mads Lindkvist Strika Djóni J. Petersen Strika Jóhannes Olsen Strika Tilgond: Steinar A. Prestá, Eli Gærdum, Mads Lindkvist Frágongd: Mark D. Dahl, Marius Joensen, Rani A. Højgaard Julian metir: Nummar 6 Eg haldi vit kunnu vóna meira av STÍF í ár enn í fjør. Sum skilst er Sveinur við aftur og Jóannes Prestá í betri formi enn í fjør. Ein avbjóðing er tó at loysa málmansplássið eftir Mark Dahl. Allarhelst vera strandingar ov stuttir til FM endaspælið, men eg rokni við teir koma at vinna fleiri dystir enn í fjør. Sosialurin tippar: Nummar 6 Sosialurin tippar tað lætta, at StÍF endar á sama plássið sum í grundspælinum í fjør. Men liðið hevur heilt vist møguleikar, fleiri profilar og eigur at kunna hótta tey flestu á einum góðum degi. Ein ósvaraður spurningur er eisini hvussu væl 36 ára gamli Sveinur Justinussen kemur aftur frá álvarsama skaðanum.