týsdagur 17. september 2019síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2019
22
HONDBÓLTUR 2019/20
Styrktir kollfirðingar
vilja spæla við aftur
Við tilgongd av Nicklasi Selvig verður nógv væntað av KÍF í ár.
Andreas hevur meira
at arbeiða við í ár
- Teir spælararnir sum er klárir eru væl betri
fyri í enn teir vóru í fjør. Vit hava vant síðani í
mai-mánað, men vit hava eisini nakrar skaðar
at dragast við. Men sum heild eru vit kropsliga
nógv betri fyri, greiðir Andreas F. Hansen, venjari
hjá KÍF frá.
Áhugaverdi styrkurin hjá KÍF er Nicklas Selvig,
ið var við at vinna Føroyameistaraheitini hjá
KÍF fyri seks árum síðani. Eftir tað hevur hann
millum annað spælt í fremstu donsku deildini
og er eisini fastur á føroyska landsliðnum,
og Andreas F. Hansen er eisini greiður um at
tilgongdin av Nicklasi Selvig er ein styrkur.
- Selvig kann eisini spæla á fleiri plássum og
tað hjálpur okkum sjálvandi, men í roynd og veru
er hann komin fyri Borko, sigur Andreas og sipar
til høgra bakkin, ið fekk hampulig skoðsmál
farna kappingar, men nú er farin av landinum
aftur.
- Selvig gevur okkum eisini nýggjar mátar at
spæla upp á í mun til Borko, so tað verður ein
styrkur, vónar venjarin.
Enn ein høgri bakkur, ið venur við, tá ið vit
vitja hetta kvøldið í Kollafirði er Andrias Nielsen,
sum so at siga ikki hevur spælt í tvey ár.
- Vit vita sjálvandi ikki hvussu hann verður
førur fyri at spæla eftir skaðan hjá sær, men
tað hevði verið sera spennandi at havt hann
við, sigur venjarin og greiðir frá at Andrias kann
gerast ein styrkur, men at KÍF má ansa eftir at
hann ikki brotnar aftur.
- Vit hava tíverri eisini nakrar umráðandi
skaðar, greiðir venjarin frá. Millum annað ein
av verjuskiparunum frá í fjør, Niklas Reginsson,
hevur fingið ein álvarsligan knæskaða, og spælir
neyvan í ár, og so eru menn sum millum annað
Joakim Jürs og Hørður SigÞórsson eisini skaddir.
Skaðarnir irritera sjálvandi venjaran nakað,
tí sum hann sigur, so kunnu kollfirðingar spæla
upp ímóti øllum tá ið allir eru til reiðar.
Og KÍF hevur eisini sett sær mál hareftir.
- Tað allarfyrsta málið hjá okkum er topp-4.
Tað er eitt mál og eitt “must” fyri okkum, sigur
venjarin at enda.
Hans Eli: Topp-4 er eitt “must”
- Vit eru eitt sindur betri fyri enn í fjør, og
vit hava eisini sett okkum fyri at vit skulu
sleppa í hálvfinalurnar í ár, greiðir Hans Eli
Sigurbjørnsson frá.
25 ára gamli vinstri bakkurin hevur verið
álitið í álopinum hjá KÍF seinastu árini, men
spurningurin er um hann kanska kann sleppa
eitt sindur av ábyrgd við tilgongdini av monnum
sum Rana Højgaard og Nicklasi Selvig.
- Ja heilt vist. Vit hava fingið fleiri spælarar
aftur, onkrir nýggir eru komnir, so eg sleppi at
lata eitt sindur meira til hinar, smílist Hans Eli.
Tað er heldur einki at ivast í at Hans Eli hevur
verið noyddur at bera nógva ábyrgd á KÍF liðnum
seinastu árini. Í fjør førdi tað millum annað til
heiðurin sum ársins álopsleikari. Bakkurin hevur
kortini ikki sett sær mál um persónligar heiðrar.
- Fyrst og fremst snýr tað seg um at røkka
topp-4, hitt er sjálvandi stuttligt afturat, men
eg hugsi bara um at sleppa í topp-4, staðfestir
Hans Eli.
Joakim: Eg fari framvegis at
hyggja eftir Hans Eli fyrst
Ein annar av teimum, ið fekk rós á KÍF-liðnum í
fjør er 22 ára gamli málverjin Joakim Jürs. Í løtuni
stríðist hann við skaða, men hann er kortini sera
spentur upp á kappingarárið.
- Eg haldi vit hava eitt væl betri lið í ár enn vit
høvdu í fjør og vit eru nógv betri samanspældir,
so eg gleði meg. Tað verður stuttligt, sigur
Joakim.
- Vit føla eisini at vit hava størri breidd.
Vit eru nógv fleiri til venjing í ár, og tað gevur
sjálvandi fyrimunir at vit nú fáa vant dystir við
sjey ímóti sjey.
Góða kropsliga venjingin og tilgongdin av
kvikum leikarum gevur eisini góðar møguleikar í
tiltikna KÍF-skjótálopinum, og tað gleðir Joakim.
- Ja, tað gevur møguleikar hjá mær at leggja
upp til mál um eg bjargi, men tað verður kanska
ikki so øgiliga nógv øðrvísi. Eg hyggi sjálvandi
altíð fyrst eftir Hans Eli tá ið eg skal tveita langt,
smílist Joakim Jürs.
KÍF
Føroyameistaraheitið: 2 (2013,
2014)
Steypasigrar: 1 (2013)
Hópur:
Joakim Jurs málmaður
Ragnar Gaard málmaður
Nils Lykke málmaður
Rúni Joensen vinstri vongur
Jón Súni Kjærbæk vinstri vongur
Hans Eli Sigurðbjørnson vinstri bakkur
Rani Højgaard vinstri bakkur/miða
Ási Dam miða
Nicklas Selvig høgri bakkur
Andrias Nielsen høgri bakkur
Teitur Joensen høgri vongur
Hjalti Hammer Matras høgri vongur
Atli Hammer strika
Hørður F. Sigthórsson strika
Dánial Sørensen strika
Magnus D. Jacobsen vinstri bakkur
Egin Hjalgrímsson vinstri vongur
Vilhelm Magnussen vinstri bakkur
Frágongd: Borko Cupara, Niklas
Reginson (skaða)
Tilgongd: Hørður F. Sigthórsson,
Nicklas Selvig
Julian metir: Nummar 4
Við tilgongdini av Niklas Selvig í
álopsspælinum og Hørði í verjuspælinum
er nokk einki at ivast í at KÍF kemur at
spæla við í FM semifinalunum. Rúni
Joensen er eisini við frá byrjan, so
kollfirðingar skulu takast í álvara í ár.
Spennandi verður at fylgja spælistílinum
hjá KÍF í ár, tí eg rokni við at teir hava
góðar kontramøguleikar við Hans Eli og
Selvig á odda. Ov nógv lá á herðunum hjá
Hans Eli í fjør, so tað verður avgerandi fyri
KÍF at fáa Selvig at verða líka eyðsýndan
sum Hans Eli.
Sosialurin tippar: Nummar 3
Verða kollfirðingar skaðafríðir, kunnu teir
røkka langt. Teir eru kanska tað liðið í
Føroyum, ið hevur styrkt seg best, og tað
verður spennandi at síggja Hans Eli og
Selvig í skjótálopsmaskinuni.