týsdagur 17. september 2019síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2019
24
HONDBÓLTUR 2019/20
Kann Kyndil reisa seg
eftir vónbrotini í fjør
Kyndilsmenn mundu kenna seg óhepnar at úrtøkan í fjør ikki var betri enn silvur
í steypakappingini og fjórða pláss í landskappingini. Avgerandi dystirnir koppaðu
akkurát ikki Kyndilsmegin, og spurningurin er um broytti hópurin kann røkka longur.
Rógvi: Eg grísli enn tenn
um kappingarárið í fjør
- Kenslan er góð. Vit hava sjálvandi mist leikarar
sum Høgna, Ólav, Bartal og David, men vit
hava eisini fingið menn sum Janus Jakobsen
og Anders, byrjar Rógvi Dal Christiansen. 32
ára gamli høgri bakkurin úr Danmark, Anders
Riisdal, er komin til Kyndil og Rógvi greiðir frá at
danin er ein øðrvísi týpa, ið hevur eksplosivitet
og skjýtur sera hart. -Eg giti at hann verður ein
fongur fyri okkum, staðfestir strikuleikarin, ið var
millum heilt stóru profilarnar í Føroyum farna
kappingarár. Nógv av Kyndilsspælinum bygdi á
Rógva í fjør, og spurdur um hesin nýggi danski
skjúttin eisini skal leggja trýstið so at bólturin
kann enda hjá føroyska landsliðsleikaranum,
flennir Rógvi: - Vit fara at venja hann til tað.
Men vit hava eisini keypt Anders fyri at brúka
tað at mótstøðan ofta liggur tætt at mær. Hann
er ein skjútti og skal skora seks mál fyri hvønn
dyst. Tað er tí hann er keyptur, staðfestir Rógvi
Dal Christiansen.
Ein annar dani, ið verður avgerandi hjá
Kyndli, er nýggi venjarin, Tom Jensen. Rógvi
heldur at tað hevur gingið lætt at venja seg við
at fáa nýggjan venjara. Kyndil gjørdi avtalu við
venjaran longu í januar, og Tom Jensen hevur
fylgt felagnum og prátað við hópin seinasta
hálva árið.
Vónirnar til kappingarárið eru eisini góðar hjá
Rógva. - Vit vilja gjarna vera eitt steypalið aftur
í ár. Vit skulu fáa inn í høvdið á hinum liðunum,
at vit vilja koma langt í steypakappingini,
sigur Kyndilsstrikan, ið hevur verið í tveimum
steypafinalum á rað. Hin fyrra var vunnin, men
hin seinna var tapt í seinasta sekundið ímóti
Neistanum. Í hálvfinalunum í FM endurtók
søgan seg, tá ið Kyndil tapti tepru hálvfinalurnar
í trimum dystum – Eitt nú var tað avgerandi at
Rógvi fekk reytt kort í seinastu hálvfinaluni. Og
hetta nívir enn:
- Eg klári slett ikki at hyggja eftir
hálvfinalunum
umaftur.
Heldur
ikki
steypafinaluni. - Tá grísli eg tenn aftaná tíggju
minuttir, men nú vóna vit at kunna hevna tað,
sigur strikuleikarin, ið eisini hevur onnur mál fyri
kappingarárið.
- Eg veit at Sonni og Dia hyggja, so eg vil
halda fram at menna meg og fáa størri leiklut
á landsliðnum, sigur besti strikuleikarin í
Okkaradeildini í fjør. - Kanska sleppi eg at verja
meira sum trýari í landskappingini, so eg kann
fáa fleiri streingir at spæla uppá á landsliðnum,
vónar Rógvi Dal Christiansen áðrenn hann
staðfestir at har er sera hørð kapping um
strikuplássini á landsliðnum, og hann ætlar sær
at leggja enn fleiri løg á spælið hjá sær og blíva
betri.
Tórður: Kanska tað koppar
til okkum hesaferð.
- Eg haldi tað sær gott út hjá okkum, sigur
Tórður Guttesen , ið fekk eitt satt gjøgnumbrot
farna kappingarár, har hann millum annað var
kosin besti málverji í Okkaradeildini og fekk
sínar fyrstu landsdystir ímóti Montenegro og
Danmark. Spurdur um hann ætlar sær at halda
fram í ár hugsar hann fyrst og fremst um liðið. -
Tað koyra vit eftir í øllum førum. Vit arbeiða hart
fyri at betra okkum í øllum førum, staðfestir
málverjin.
Tað er lítið at ivast í at Tórður Guttesen verður
fyrsti málverji hjá Kyndli ár, og hann fegnast um
álitið. Vónin er eisini at halda fram at gera seg
galdandi á landsliðnum, men í dysti hugsar hann
ikki so nógv um at landsliðsvenjararnir hyggja.
Sum allir aðrir í Kyndli minnist hann sera væl
hvussu bæði steyp og FM glapp teimum av
hondum, men hóast stóra frágongd vónar
hann tað besta. - Kanska tað koppar til okkara
fyrimun í ár, smílist landsliðsmálverjin.
Venjarin: Vit hava góðar vónir og ætla okkum
at menna okkum í fleiri ár
- Vit leggja sera nógv í kropsligu venjingina.
Vit hava havt onkra avbjóðing við skaðum, men
sum heild hevur tað gingið sera væl, greiðir
nýggi Kyndilsvenjarin, Tom Jensen, frá, tá ið
Sosialurin vitjar Kyndil til venjing tvær vikur
áðrenn kappingarbyrjan.
Tom Jensen hevur verið knýttur at Kyndli
síðani ársbyrjan, so hann hevur fingið eina
góða fatan av føroyskum hondbólti og Kyndli
sum felagi áðrenn hann fer undir sítt fyrsta
kappingarár.
- Eg haldi at støðið er rættiliga høgt í
Føroyum, so eg eri spentur at síggja hvussu
tað fer at ganga, sigur venjarin, ið sær góðar
møguleikar at spæla teir heilt ungu inn á liðið.
Millum annað eru Ovi Lützen og Kristuffur
Bjørgvin frá víðagitna U17-landsliðnum í
manshópinum hjá Kyndli. - Vit arbeiða við
nógvum ungum leikarum, sigur venjarin, ið
eisini leggur ábyrgdina á nýggja høgra bakkin,
Anders Riisdal. - Eg havi stórar vónir til hann, og
hann venur eisini væl eins og allir á liðnum. Har
vera einir 4-5 leikarar sum fara at bera mestu
ábyrgdina, og Anders verður heilt vist ein av
teimum, staðfestir Tom Jensen, ið hevur tikið yvir
eftir Martin Lellek og Jonas Dehn Andersen, ið
bert vóru í Kyndli í eitt ár. - Eg havi stóra virðing
fyri tí arbeiði sum venjaratoymið gjørdi í fjør. Nú
er tað kanska aftur ein nýggj byrjan við nógvum
nýggjum leikarum, men eg ætli mær at menna
hetta verkið í fleiri ár, staðfestir Kyndilsvenjarin.
Kyndil menn
Føroyameistaraheiti: 30 (1958,
1959, 1960, 1962, 1963, 1964,
1965, 1966, 1967, 1969, 1970,
1971, 1972, 1973, 1974, 1976,
1977, 1979, 1981, 1984, 1988,
1989, 1990, 1991, 1992, 1994,
1996, 2004, 2006, 2007)
Steypasigrar: 11 (1986, 1987, 1990,
1991, 1995, 1996, 2000, 2003,
2008, 2014, 2018)
Kappingarárið 2018/19: Nummar 2 í
steypakapping og nummar 4 í FM.
Hópur:
Lars Larsen Black Málverji
Tórður Skorheim Guttesen Málverji
Sámal Pauli B. Petersen Málverji
Rógvi Johansen Vongur
Tróndur Wardum Vongur
Borgar Sveinsson Vongur
Jákup Jørgensen Vongur
Jonn Rói Tórfinsson Vongur
Kristoffur Bjørgvin Vongur
John í Innistovu Vongur
Jóni Guttesen Viderø Bakkur
Janus Jakobsen Bakkur
Tummas Pauli Hanusarson Bakkur
Anders Riisdal Bakkur
Hjalti M. Jakobsen Bakkur / Miðja
Ovi Lützen Bakkur
Rókur Geirsson Eystberg Bakkur
Rógvi Dal Christiansen Strika
Jóan Pauli Patursson Strika
Hans Áki Dal Christiansen Strika
Tilgond: Anders Riisdal, Ovi Lützen,
Sámal Pauli Bernhardsson Petersen,
Kristoffur Bjørgvin, Rókur Geirsson
Eystberg, Rókur Geirsson Eystberg og
Hans Áki Dal Christiansen
Frágongd: Bartal Klein Olsen, Høgni
Klein Olsen, David Edvardsen, Jan
Pauli Toft Johannesen, Ólavur av
Fløtum Mittún, Rói H. Lamhauge,
Heini Edvardsson.
Julian metir: NUMMAR 5
Kyndil kemur allarhelst at kappast
við Neistan, KÍF og VÍF um 2-4 pláss í
grundspælinum. Útskiftingin í hópinum
hevur verið somikið stór, at tað koma
helst at ganga nakrir mánaðir til vit síggja
tað besta frá Kyndli. Liðið hevur styrkt seg
á høgra bakki við einum dana, men tað er
ein avbjóðing at ov fáir bakkspælarar eru
í hópinum. Fyri Kyndil er tað umráðandi
at Rógvi Dal Christiansen heldur sama
støðið sum í fjør. Hann er altíð ein hóttan
í álopinum, og hann ger tað trupult
fyri onnur lið at dekka offensivt ímóti
bakkspælarunum hjá Kyndli.
Sosialurin tippar:NUMMAR 4
Bartal Klein Olsen og hinir verða saknaðir
í ár. Spæla teir profilarnir sum eftir eru,
og nýggi høgri bakkurin, upp til sítt besta,
kann liðið kortini fáa minst líka góð úrslit
sum í fjør – Men tá skulu allir raka støðið.