Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-17, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2019síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2019 26 HONDBÓLTUR 2019/20 VÍF roynir við stóru profilunum og teimum ungu Filip Jojic, Sjúrður Olsen og Mladen Mjerimacka bera ábyrgdina aftur í ár Hjalmar blandar kortini av nýggjum - Vit hava eitt sindur av frágond. Serliga í verjupartinum hava vit mist týðandi leikarar. Jón Müller, sum vardi framanfyri og so Rúni Joensen, sum vardi aftanfyri, eru báðir givnir, greiðir Hjalmar Klein Olsen, venjari hjá VÍF frá. -Vit hava fingið onkra tilgond, og Rúni Fossdal skal kanska vera avloysarin hjá Jón, hóast Rúni verjur vanliga longri afturi í mun til Jón sum er ein sera offensivur verjuleikari, sigur venjarin og greiðar frá at í álopinum fara vit at síggja eina líknandi uppstilling sum í fjør. Tað ið eyðkendi VÍF í fjør var kortini ein sera ágangandi 5-1 verja, har serliga Jón Müller var ein týðandi partur, so VÍF-venjarin viðgongur at hann nokk fer at blanda kortini eitt sindur øðrvísi. Men vísindin í tí er hin sama kortini. - Vit hava ikki teir størstu verjuna, so vit fara at skula flyta okkum nógv inn og út, greiðir venjarin frá og vísir á, at tað ber eisini væl til at verja ágangandi hóast uppstillingin eitur 6-0. Seinasta kappingarár gekk eisini avbera væl hjá VÍF í grundspælinum. VÍF lá leingi fremst í kappingini, og var fyrsta liðið at tryggja sær pláss í endaspælinum, men í hálvfinalunum sluppu vestmenningar ikki fram við H71. - Tað er ikki til at siga um vit kunnu gera tað líka væl ella betri. Sum tað sær út fyri mær, so eru manningarnar í kappingini blivnar eitt sindur veikari, uttan kollfirðingar og so H71. Eg vænti at vit vera eini fýra lið sum berjast um tey trý plássini undir H71, sigur Hjalmar Klein Olsen. Filip: Eg kenni stóra ábyrgd Toppskjúttin í føroyskum hondbólti nógvu seinastu árini, Filip Jojic, er eitt sindur varin áðrenn kappingarbyrjan. - Vit hava mist nógv, men tað er nøkulunda, og í álopinum vera vit nakað tað sama fólki sum í fjør, sigur Filip. Harafturat væntar Filip at Hallur Arason fer at fáa meira tíð á høgra bakki. Hvussu trupult tað verður at skjóta mál í ár, tað fáa vit at síggja, flennir Filip, ið nú fer undir sítt áttanda kappingarár í VÍF. Stórskjúttin er eisini royndasti leikarin av øllum á liðnum, og hann kennir sjálvsagt stóra ábyrgd. - Ja, eg eri greiður um hvørja ábyrgd eg havi á liðnum og vil hjálpa teimum ungu. Men eg havi eisini við aldrinum lært at lata hinar fáa ábyrgd um eg ikki havi ein so øgiliga góðan dag. Helst besti skjúttin í Føroyum leggur eisini lag á menn sum Hall Arason, ið vestmenningar vóna kann blíva ein góður skjútti á høgra bakki. - Hann er høgur, kvikur og hevur eitt gott skot, sigur Filip um liðfelagan. - Eg royni at læra hann okkurt, og okkurt fáa vit væl burturúr og okkurt fáa vit ikki so nógv burturúr, flennir Filip Jojic, ið ikki vil lova tey stóru úrslitini í ár. - Tað verður ringt at koma í finalur, men vit fara bara at gera okkara besta sum vit plaga, og síggja vit hvussu langt tað røkkur, staðfestir Filip at enda. Hallur: Eg ynski mær eitt gjøgnumbrot Áskoðarar í Føroyum løgdu merki til ein sera høgan høgra bakk, sum skjeyt hart hjá VÍF í fjør. Tann maðurin er Hallur Arason, sum vónar at hann fer at fáa eitt gjøgnumbrot í ár. - Tað vónaði eg sjálvandi eisini í fjør, men eg eri altíð til reiðar at taka eina uppgávu upp á meg. Persónliga málið hjá Halli í ár er eisini at royna at vinna sær eitt byrjunarpláss og menna seg dyst eftir dyst. VÍF Menn: FM 24 ferðir millum 1943 og 2019: 1948, 1950, 1951, 1952, 1954, 1957, 1961, 1968, 1975, 1980, 1982, 1983, 1985, 1986, 1987, 1993, 1995, 1997, 1998, 2001, 2002, 2005, 2015, 2016 Steypavinnarar 7 ferðir: 1985, 1988, 1989, 1993, 1997, 1999, 2015 Hópur: Mladen Mjerimacka Málmaður Bjørgvin Lenvig Málmaður Sjúrður Olsen Miða Filip Jojic Vinstri bakkur Hallur Arason Høgri bakkur Andrias Eriksen Høgri vongur Bjarti Hansen Høgri bakkur / vongur Jóhan í Garðastovu Vinstri vongur Magnus Muller Bakkur Kaj Johannesen Bakkur Jóhannus M. Haldensen Vinstri vongur Jákup Andreas Joensen Strika Niels Jákup Egholm Rúni Fossdal Strika Tilgongd: Bjørgvin Lenvig, Rúni Fossdal Frágongd: Dia Lava, Heini á Heygum, Jón Muller, Agga í Garðastovu, Rúni Joensen Julian metir: Nummar 3 Ein óvissa hjá VÍF er um Julian Olsen spælur - tað kann vera munurin á einari FM semifinalu og ikki. Peesónliga eri eg spentur uppá at síggja útviklingina hjá Halli Arassn og Johan í Garðastovu. Eg vænti at hettar verður árið har teir báðir koma at seta síni nøvn á breddan í føroyskum hondbolti. Sosialurin tippar: Nummar 4 Vit væntaðu at VÍF fór at hava tað trupult í fjør, men vestmenningar eru serliga snildir at fáa sínar profilar at spæla upp til sítt besta. Eg rokni við at teir koma í hálvfinalurnar.