Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-17, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2019síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2019 28 HONDBÓLTUR 2019/20 Ungir og royndir Neista­ menn byggja uppaftur Seinastu tvey kappingarárini hevur Neistin tapt teprar FM-finalur ímóti H71. Hóast frágongd hevur liðið stórar profilar aftur í ár – eisini onkrar Føroyameistarar – ið vilja spæla við har tað er stuttligt Nicholas Satchwell - Vit skulu heilt vist byggja upp. Vit hava mist einar sjey-átta leikarar síðani í fjør. Tað merkir at nakrir av teimum ungu fáa meira ábyrgd í ár, greiðir Nicholas Satchwell, málverji hjá Neistanum og landsliðnum frá og leggur afturat at har eisini eru komnir nakrir royndir leikarar og fyrrverandi Føroyameistarar í hópin. Eitt nú venur Finnur Hansson við, og David Edvardsen er eisini Neistamaður aftur, men ætlanin er at hann fyrst og fremst skal vera hjálparvenjari. - Fólk skulu nokk ikki vænta at vit raka toppstøðið teir fyrstu dystirnar, tí har eru nógvir nýggir leikarar, sum skulu spælast inn á liðið, umframt nýggjan venjara og nýggjar avtalur. Vit skulu líka finna hvønn annan fyrst, greiðir málverjin frá áðrenn hann staðfestir at liðið hevur avgjørt møguleikar, um tað fær spælið at rigga. Neistamenn hava eisini verið fyri stórum broytingum, kanska mest eyðsýnt at Jeppe Borch, takkaði fyri seg eftir tvey góð ár í felagnum og er avloystur av Mads Rydal úr Danmark. - Jeppe var ein fantastiskur venjari í KÍF, Neistanum og á landsliðnum. Mads skal sjálvandi líka venja seg við føroyskan hondbólt, men vit hava havt góðar venjingar og eru komnir sera gott í gongd. Nicholas Satchwell hevur verið ein lyklaleikari hjá bæði Neistanum og landsliðnum seinastu árini og hann kennur eitt gott trýst at halda fram við sama treysti: - Eg havi sjálvandi nøkur persónlig mál, bæði í kappingini og á landsliðnum, har nógvir ungir standa til reiðar. So um eg ætli mær at varðveita plássið á landsliðnum – og tað ætli eg – so krevur tað at eg haldi fram at venja hart og halda høgt støðið hetta kappingarárið. Umframt Nicholas Satchwell hevur nógv ábyrgd seinastu tvey árini ligið á Tróndi Kragesteen og Rasmusi Søby, men málverjin greiðir frá, at liðið vónar at spjaða ábyrgdina út á fleiri herðar. - Teir flestu eru sjálvandi ungir, og í heyst fara teir eisini at gera onkrar villur, men tað læra teir av so at vit vónandi gerast enn sterkari eftir jól. Spurdur um tað so er upp til málverjan at bjarga teimum villum sum koma, smílist Nicholas Satchwell og svarar: - Tað kann eg jú noyðast. Eg skal í øllum førum gera mítt besta. Mads Rydal Undan landskappingini er Mads Rydal, nýggjur Neistavenjari, bjartskygdur. - Vit hava ein nokkso nýggjan hóp og vit skulu byggja ein nýggjan bul og so vóna vit at toppað eftir nýggjár, greiðir venjarin frá. Hóast hann er komin til eitt lið, ið hevur verið so avbera tætt við Føroyameistaraheitið í tvey ár kennir venjarin seg ikki trýstan til úrslit. - Vit vilja sjálvandi gjarna vera so góðir at vit kunnu spæla okkum í hálvfinalur og finalur og tað fara vit at gera alt fyri. Eg haldi vit hava ein góðan hóp, og vit kunnu spæla ímóti øllum liðum. Men samstundis kunnu vit eisini tapa ímóti øllum um vit ikki raka støðið, metir venjarin, ið saman við hópinum leggur stóran dent á at menna eitt hægri botnstøði. Venjarin er spentur til avbjóðingina í føroyskum hondbólti. - Leikararnir í Føroyum hava øðrvísi dygdir enn í Danmark, metir venjarin og greiðir frá at hann sær venjarastarvið í Føroyum sum eitt stig uppeftir í støðið persónliga. - Og so er tað eisini eitt stuttligt umhvørvið. Øll kenna øll, allir leikararnir vita hvørjir mótstøðuleikararnir eru og hvar teir dáma at skjóta tí teir hava kent hvønn annan síðani teir vóru børn, sigur venjarin spentur. Spurdur um hvat hann heldur um eldri stórleikarar sum Finnur Hansson, ið eru vendir aftur til Neistan, svarar Mads Rydal at hann hann fegnast um at teir ungu hava slíkar leikarar at stuðla sær. Stuðulin kann eisini verða neyðugur, tí Mads Rydal sær fyrstu dystirnar sum sera torførar. Neistin hittir H71, Kyndil og KÍF fyrstu trý umførini, og venjarin sigur at hann vónar at í øllum førum fáa tvey stig burtur úr hesum. Mads Rydal slær tó fast, at hann ikki ætlar sær at vera nøgdur við at missa stig. - Eg stilli altíð sera høg krøv. Um vit kunnu vinna skulu vit vinna, og um vit ikki kunnu, so skulu vit kortini gera alt fyri at vinna, ger nýggi Neistavenjarin púra greitt. Tróndur Mikkelsen Tróndur Mikkelsen spældi sítt fyrsta kappingarár í fjør og fekk eitt veruligt gjøgnumbrot við sera góðum avrikum í endaspælinum. Spurdur um ungi bakkurin ætlar sær at gerast lyklaleikari í ár svarar hann: - Eg ætli mær heilt vist at blíva við at vísa meg fram og gera hvat eg kann fyri liðið, sigur Tróndur Mikkelsen, ið leggur afturat at hann sjálvandi eisini vónar at vinna sær fast pláss á liðnum. - Og um ikki, so ætli eg mær at stríðast til eg fái tað, sigur hann. Neistatalentið fegnast sum vera man eisini um at fáa enn royndari leikarar í hópin, og greiðir frá at tað er læruríkt og altíð gott hava onkran at hyggja upp til og spyrja um ráð. Og tað duga teir væl, sigur Tróndur Mikkelsen. Neistin menn Stovnað: 1931 Føroyameistaraheitið: 8 (1949, 1953, 1955, 1978, 2000, 2008, 2010, 2011) Steypasigrar: 7 (1992, 1994, 2009, 2010, 2011, 2012, 2019) Kappingarárið 2018/19: Vann steypakappingina og silvur í FM Hópur Nicholas Satchwell Málverji Rókur Joensen Málverji Johannes Bjørgvin V. vongur Dánjal Ragnarsson V. vongur / V. bakkur Tróndur Mikkelsen V. bakkur Julian Kragesteen V. bakkur Finnur Hansson V. bakkur Teitur Magnusson Miðja Tróndur Kragesteen Miðja Rasmus Søby H. bakkur Karl Martin Olsen H. vongur / V. vongur Hanus Árason H. vongur Kristian Dulavík Strika Beinur Davidsen Strika Rune Olsen Strika Herbjørn Lava Strika Bjartur Hansen Strika Frágongd: Høgni Zachariassen, Teis Horn Rasmussen, Torkil Mørk Hentze, Pætur Mikkjalsson, Mikkjal Hansen, Pál Niclasen, Jónsvein Dulavík Tilgond: Kristian Dulavík, Beinir Davidsen, Finnur Hansson Julian metir: Nummar 2: Neistin hevur mist nakað av góðsku frá í fjør. Avbjóðingin er at finna ein leikara sum kann skorað øll tey málini í ár, sum Høgni Zacariassen skoraði í fjør. Neistaverjan viknar eisini nakað uttan Pætur Mikkjalsson sum er millum stinnastu trýarar í landinum. Mítt boð er at Neistin kemur at fáa færri stig enn í fjør, men fara alíkavæl at spæla seg til eitt annað pláss. Sosialurin tippar: Nummar 2. Hóast frágongd hevur Neistin framvegis risastórar profilar sum Trónd Kragesteen, Nicholas Satchwell og Rasmus Søby umframt sjørnuskotini í fjør, Trónd Mikkelsen og Dánjal Ragnarsson. Tað kann verða nokk at røkka finalum aftur í ár.