Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-17, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2019síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2019 30 HONDBÓLTUR 2019/20 Hoyvíkingar eru risastórir favorittar H71 hevur varðveitt nógvar profilar, og kanska fingið ein tann størsta profilin í kappingini – men hann er bara 17 ár Einar hugsar um menningina -Vit eru til reiðar. Vit hava onkrar skaðar, men vit hava vant væl og hava ein breiðan hóp, so eg haldi vit eru púrasta til reiðar, sigur Einar Jónsson, íslendski venjarin hjá H71. Einar tekur í ár við eftir Sonna Larsen, sum vann FM trý ár á rað, og Einar viðgongur eisini at tað leggur eitt trýst á. - Tað er eitt gott trýst. Leikararnir hava eisini stórar ætlanir, og ætla sær at vinna alt, og mær dámar væl at arbeiða undir sovorðnum trýsti, staðfestir venjarin. Fólk vænta aftir nógv av hoyvíkingum í ár, hóast liðið so at siga bara hevur styrkt seg við blaðungum leikarum. Flestu av hesum leikarunum vóru eisini við til at vinna European Open við U17-landsliðnum. - Vit mugu eisini minnast til at vit hava mist týðandi leikarar, sum Brand og Niklas, sigur Einar og heldur fram: - Men vit hava millum annað fingið Pætur Mikkjalsson, og so haldi eg tað verður øgiliga gott fyri okkum at vit fáa ungar leikarar heim frá hondbóltsskúlum í Danmark. Um tað fer at røkka til at røkja tann favorittleiklutin, sum fólk vænta at H71 hevur fáa vit at síggja. - Málið hjá hópinum er at vinna alt, men mítt persónliga mál er fyrst og fremst at liðið avrikar væl og at teir ungu leikararnir fáa røttu menningina. Tað snýr seg ikki bara um at vinna alt – tað eru nógv ting vit mugu taka atlit til – men vit vita at trýstið liggur á okkum at vinna, smílist Einar Jónsson at enda. Elias vil vinna alt -Eg kenni einki trýst, sigur 17 ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu eina viku áðrenn kappingarbyrjan. Í summar varð hann valdur til týdningarmesta leikara, tá ið U17-landsliðið vann European Open kappingina, og fólk flest eru eisini spent at síggja Elias og aðrar U17- dreingir í føroysku kappingini í ár. Spurdur um hann hevur lagt til merkis at fólk vænta nógv av honum, er tað greitt at hetta er ikki nakað, sum hann hugsar um. - Kanska eitt sindur, viðgongur stórtalentið kortini. Hvussu er tað so sum bert 17 ára gamal at skula inn á eitt lið sum hevur vunnið FM tríggjar ferðir á rað spyr Sosialurin. - Tað er ikki so torført, svarar Elias. Eg kendi eisini allar leikararnar áðrenn og teir taka væl ímóti okkum ungu. Hóast nógv uppmerksemi og høga væntan av teimum 17 ára gomlu heldur Elias fyri, at tað fyrst og fremst eru teir eldru sum bestemma, og so fylgja teir ungu við og gera tað besta teir eru mentir. Spurdur um málini fyri kappingarárið er Elias ikki so lítillátin longur. - Vit skulu vinna alt. Í Evropa skulu vit vita hvat vit klára, men í Føroyum skulu vit vinna alt, staðfestir stórtalentið. Ári: Vit eru ikki mettir enn. - Vit vóna at tað verður fjórðu ferð á rað. Eg haldi vit eru góðir og hava fingið nýggjar góðar leikarar inn, sigur Ári Dam, ið hevur fastur í málinum í H71 hesi trý undanfarnu Føroyameistaraárini. - Eg haldi ikki vit kenna nakað til at vera mettir, og tað kennist sum at vit hava rætta hugburðin at blíva við. Hesi trý FM-árini hava havt tað til felags, at Sonni Larsen var venjari og spurningurin er nú hvussu tað fer at ganga við nýggja venjaranum, Einari Jónsson. - Tað hevur verið øgiliga spennandi at arbeiða við Einari – Tað var tað eisini við Sonna. Teir báðir eru øgiliga ymiskir og tað hava verið sera harðar venjingar, sigur Ári Dam og lýsir munin millum venjararnar báðar soleiðis: - Har Sonni var ein meira taktiskur venjari, er meira “power” í Einari. Nú snýr tað seg um at tonsa ígjøgnum, sigur Ári Dam, ið eisini hevur verið nøgdur við árini undir Sonna Larsen. - Eg haldi at Sonni gjørdi eitt risastórt arbeiði, men tað er altíð sunt at royna okkurt nýtt viðhvørt. 32 ára gamli málverjin telist millum royndastu og mest vinnandi leikararnar í Føroyum, so vit spyrja hann um hvat hann heldur um allar hesar ungu leikararnir, ið ætla sær á H71-liðið í ár. - Eg havi sæð ungar leikarar vera til reiðar at koma inn í bestu deildina fyrr, men nokk ikki í so ungum aldri sum hesir og kanska heldur ikki á hasum støðinum, sigur Ári og greiðir frá at hondbólturin hevur ment seg sera nógv síðani hann sjálvur var í hasum aldrinum. - Menn hava kanska verið líka klárir, men ikki nær so góðir sum hesir leikararnir, og tað er ótrúliga stuttligt. Um favorittleiklutin hjá H71 sigur Ári soleiðis: - Man kann vera so stórur favorittur sum man vil, men vit vita ongantíð hvat hendur í finalum og hálvfinalum. Fyri tað um vit síggja gott út nú, so merkir tað ikki at vit fara at vinna greipuna. Serligt við H71 í ár er eisini at liðið fyri fyrstu ferð fer at royna seg í Europa, og har er Àri Dam einasti leikarin á liðnum við royndum. Hann hevur tríggjar ferðir roynt at spælt evropeiskar kappingar við Neistanum, og hann fegnast um at sleppa at royna seg aftur. - Tað er ein góð avbjóðing fyri liðið, ið hjálpir okkum at blíva við at arbeiða. Serliga er tað gott at tað er um hetta mundi í oktober, tá ið tað ikki eru so nógvir avgerandi dystir. H71 Stovnað: 1971 Føroyameistaraheiti: 5 (2009, 2012, 2017, 2018, 2019) Steypasigrar: 3 (1998, 2016, 2017) Kappingarárið 2018/19: Føroyameistari og hálvfinala í steypakappingina Hópur: Hørður Trygvason Málmaður Ári Dam Málmaður Leivur Mortensen Vongur Janus Gunnarsson Dam Vongur Bergur Ákason Vongur Pauli Mittún Bakkur Hilmar Leon Jakobsen Bakkur Elias Ellefsen á Skipagøtu Miðja Rúni Vest Højgaard Miðja Peter Krogh Bakkur Vilhelm Poulsen Bakkur Hans Kári Hansen Vongur Pætur Thomsen Vongur Sigmnundur Dahl Strika Pætur Mikkjalsson Strika Poul Símun í Garði Strika Julian metir: Nummar 1 Einki er at ivast í at H71 má taka favoritt-leiklutin á sínar herðar í ár. Liðið er sterkt á øllum plássum og sum skilst hevur man fingið fatur á einum dugnaligum íslendskum venjara. Mítt boð er at H71 kemur at missa øgiliga fá stig í ár og kemur at vinna bæði FM og steypakappingina. Tað verður serliga spennandi at fylgja menningini av ungu heimvendu hoyvíkingunum sum sleppa at royna seg í bestu deildini í ár. Sosialurin tippar: H71 tykist sum greitt sterkasta liðið í ár, og teir 17 ára gomlu tykjast longu nú sum profilar. Tað er bara ein spurningur um hvussu H71 fær tað at rigga. Fyritreytirnar kunnu eisini broytast um altjóða stórfeløg eydnast við at lokka Elias Ellefsen á Skipagøtu av landinum áðrenn kappingin er liðug.