Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. desember 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 238 - 11. desember 2004 Eldur kom í frítíðarskúla Seinnapartin hósdagin var sløkkiliðið í Klaks- vík boðsent til frítíðar- skúlan Sornhús, har eldur var komin í. Eingin vandi var fyri børnunum, sum vóru stødd í ovaru hæddini á húsunum, tá ið ein grýta við nøkrum stea- rinljósum brendi í nið- aru hæddini. Nógvur roykur var í húsunum, men eldurin var bara í sjálvari grýt- uni, og tað eydnaðist einum fólki, sum var komin eftir einum barni, at sløkkja eldin við einum eldsløkkjara og tveita grýtuna út úr húsinum. Tá ið roykalarmurin fór í gongd, vóru øll børnini fingin út úr frí- tíðarskúlanum beinan- vegin. Tey hildu síðani til í tveimum granna- húsum. Sløkkiliðið var skjótt á staðnum, men tá var eldurin sløktur. Sornhúsið var aftur opið fríggjadagin. ek Gávuregn til Prixið Talið á vinningum til Prix Føroyar tónleika- kappingina bara veksur, og í 2005 hava bólk- arnir í Prixnum møgu- leika at sleppa til 10 festivalar í Føroyum og uttanlands at spæla. Umboð frá nógvum festivalum og spæli- støðum koma til Atlan- tic Music Event, sum er stóra endabrakið í Prix Føroyum. Har fara tey at bjóða føroyskum bólkum at spæla hjá sær, og tað verður gjørt, tá ið umboðini hava hoyrt bólkarnar á palli. Festivalarnir í Jelling og Nibe kom aftur til Føroya hesaferð, og tað sama verður við spæli- staðnum Vega í Keyp- mannahavn. Harafturat verða eisini Nipiaa Festivalurin í Grøn- landi, Love And Peace Festivalurin í Svøríki og Airwaves í Íslandi umboðað til Atlantic Music Event. Føroysku tiltøkini Listatevnan, G! Festi- valurin, Summar-festi- valurin og Ólavsøku- konsertin fara eisini at bjóða bólkum frá At- lantic Music Event at spæla hjá sær. Bólkurin, sum vinnur Prix Føroyar, fær eina viku í Lundgaard Studios. ek Uppskotini um at tveita Torbjørn Jacobsen úr flokknum eru tikin aftur. Men Tobbi er ikki tikin til náði í flokkinum, sigur formaðurin í Eysturoyar Tjóð- veldisfelag avgjørdur. Høgni Hoydal sigur, at hann ætlar sær ikki at spæla hund í fjølmiðlunum, og tí hevur hann ongar viðmerkingar TOBBI Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Torbjørn Jacobsen verður ikki blakaður úr Tjóðveld- isflokkinum, tá ið flokkurin hevur eykafloksting í næstu viku. Tað stendur greitt, eftir at uppskotini frá lokalfeløg- unum í Suðurstreymoy og Eysturoy um at koyra ting- mannin í Eysturoynni úr flokkinum eru tikin aftur. – Vit kunnu ikki broyta lógirnar, so vit í framtíðini kunnu koyra limir úr flokk- inum, og koyra ein lim úr flokkinum á sama floks- tingi. Tað heldur ikki løg- frøðisliga, og tí eru upp- skotini tikin aftur, sigur Klæmint Østerø, sum er formaður í Eysturoyar Tjóðveldisfelag. Eru uppskotini so bara tikin aftur fyribils? – Nei, tað kanst tú ikki siga. Tey eru tikin aftur, tí tey kunnu ikki gjøgnumfør- ast á hesum flokstinginum, men eg kann einki siga um, hvat fer at henda í fram- tíðini. Eingin yvirgeving Tað var eftir skriving í Sosialinum, at Torbjørn Jacobsen fall í ónáðir hjá leiðsluni í Tjóðveldisflokk- inum, og ætlanin hevur síð- ani verið, at tingmaðurin skuldi koyrast úr flokkinum á einum eykaflokstingi. Hetta kundi tó ikki gerast uttan lógarbroytingar fyri flokkinum, og hesar broyt- ingar hevur starvsnevndin í flokkinum tikið stig til at broyta. Og tað uppskotið stendur við og skal viðger- ast á eykaflokstinginum í næstu viku. Eysturoyar og Suður- streymoyar Tjóðveldisfelag lótu síðani uppskot inn um, at Torbjørn Jacobsen skuldi koyrast úr flokkinum. Men hesi uppskot eru nú tikin aftur. – Vit standa framvegis við okkara fráboðan, sum vit komu við í september mánaði. Vit taka frástøðu frá Torbirni Jacobsen og stuðla formanninum í flokkinum. At vit hava tikið okkara uppskot um at koyra Torbjørn Jacobsen úr flokkinum aftur er eingin yvirgeving frá okkara síðu, og Torbjørn Jacobsen er ikki tikin til náði, sigur Klæmint Østerø. Formaðurin tigur Tað var formaðurin í Tjóð- veldisflokkinum, sum stóð fyri skotum, tá ið Torbjørn Jacobsen loysti frá posa- bandinum í Sosialinum. Høgni Hoydal varð millum annað kallaður »Lítli- Messias« og ein manipula- tor, og hetta skapti stóra øsing í flokkinum. Høgni Hoydal segði seg hava mist alt álit á Torbjørn Jacobsen, hann kundi ikki samstarva við hann longur, og hann helt, at skrivingin skuldi fáa avleiðingar. Men Høgni Hoydal vil ongar viðmerkingar gera, nú uppskotini um at koyra Torbjørn Jacobsen úr flokkinum eru tikin aftur. – Eg ætli mær ikki at spæla hund í fjølmiðlunum, soleiðis sum aðrir gera, sigur hann. Men tú hevur fyrr sagt alment, at tú ikki kanst samstarva við Torbjørn Jacobsen. Hvørja viðmerk- ing hevur tú, nú uppskotini um at koyra hann úr flokkinum eru tikin aftur? – Eg havi ongar viðmerk- ingar, tí nú verður hetta málið viðgjørt á floksting- inum, og tað skal tað fáa loyvi til. Útblaking verður viðgjørd Tá ið Tjóðveldisflokkurin í næstu viku hevur eyka- floksting kemur uppskotið frá starvsnevndini í flokk- inum um lógarbroyting til viðgerðar. Hendan lógar- broyting skal gera tað møguligt hjá flokkinum at koyra ein lim burturúr, um hann arbeiðir ímóti flokk- inum. Harvið fáa liminir í flokkinum møguleikan at siga sína hugsan um hetta prinsipp og helst eisini um ítøkiligu ætlanin at tveita Torbjørn Jacobsen út. Vága Tjóðveldisfelag mælir til, at Torbjørn Jac- obsen skal veljast aftur til næstformann í flokkinum, og tí sleppa liminir í flokkinum at taka onkra støðu til leiklutin hjá Tobba í flokkinum. Ein 25 ára gamal maður drap hósnáttina fýra fólk á eini konsert í Columbus í USA. Hann var illur um, at rockbólkurin Pantera varð givin at spæla saman, og hann drap ein av fyrrverandi limunum í bólkinum SKOTTILBURÐUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo – Pantera skuldi ongan verið givin at spæla, segði tann 25 ára gamli Nathan Gale, tá hann fór fram á pallin og fór at skjóta eftir bólkinum Damageplan, har tveir fyrrverandi tónleikar- ar í Pantera nú spæla við. Hetta hendi á náttklubban- um Alrosa Villa í býnum Columbus í Ohio hósnátt- ina, og úrslitið var blóðugt. Gale drap fyrrverandi gittarspælaran í Pantera, Darrel Abott, og og beiggi hansara, trummuspælarin Vinnie Paul Abbott, var eisini raktur av skotum, men sambært CNN er tað ikki enn váttað alment, hvussu heilsustøðan hjá honum er. Sangarin í Damageplan er eisini lagd- ur inn á sjúkrahús eftir hendingina. Nathan Gale skjeyt eisini út í salin á náttklubbanum, og har lógu trý fólk eftir á. Varð skotin sjálvur Sambært CNN var løg- reglumaðurin James Niggemeyer staddur í nánd av náttklubbanum Alrosa Villa, tá ið fráboðanin um skottilburðin kom. Hann var á staðnum tveir minuttir eftir, at fyrsta skotið varð latið av. – Løgreglumaðurin fór uttan hjálp frá øðrum løg- reglufólki inn á náttklubban gjøgnum einar bakdyr. Onkur leiddi hann til pallin, har gerningsmaðurin hevði tikið ein gísla. Tað eydnað- ist løgreglumanninum at skjóta gerningsmannin, áðrenn hann fekk dripið fleiri fólk, sigur ein tals- maður fyri løgregluna í Columbus við CNN. – Løgreglumaðurin tók ein stóran kjans við at fara einsamallur inn, men hann hevur bjargað í øllum før- um einum fólki frá deyðan- um. Hann er ein hetja, sigur talsmaðurin. Tobbi fær ein skáa Hevndi seg fyri upploysn av rockbólki Torbjørn Jacobsen verður ikki koyrdur úr Tjóðveldisflokkinum, tá ið eykafloksting verður hildið. Uppskotini um hetta eru tikin aftur, men Tobbi er ikki tikin til náði í flokkinum, sigur formaðurin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag