Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. september 2019 · Nr. 109 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Í gjár rættaði NSÍ kumpass. Eftir tvey tap á heimavølli – ímóti B36 og KÍ – vunnu teir gulu í gjár 4-1 í Trongisvági. Sigurin ber við sær, at NSÍ framvegis er á triðja plássi, og at møguleikin at røkka heilt upp á toppin ikki er av­skriv­ aður. Klæmint A. Olsen var sakn­aður fyri stórari viku síðani, tá ið NSÍ tapti 3-0 á heimavølli ímóti B36, og or­ saka av magaeitranini á lands­ liðs­ferðini í Spania var hann heldur ikki á toppinum, tá ið NSÍ mikukvøldið tapti 1-0 ímóti KÍ. Í gjár var Klæmint aftur á toppinum, og í fimta minutti setti hann hol á eftir fríspæling úr vinstru, sum Petur Knudsen stóð fyri. 1-0 málið í Trongisvági var søgu­ligt. Klæmint A. Olsen hevur skorað flest mál av øllum í fremstu røð í føroyskum fót­ bólti. Málið í gjár var nummar 187. Harvið er hann 34 mál frammanfyri Jákup á Borg, sum skoraði 153 mál og var met­ maður í málum, áðrenn Klæ­ mint fór framvið honum. 1-0 málið í gjár var søguligt á tann hátt, at tað var 25. málið hjá Klæminti í ársins lands­ kapping. So mong mál hevur eingin nakrantíð skorað í fremstu føroysku deildini. Uni Arge og Súni Fríði Johannesen átti metið við 24 málum. 1. sep­ tem­ber legði Klæmint seg undir lið­ina á teimum, tá ið hann skoraði eitt av NSÍ málunum í 3-0 heimasigrinum ímóti EB/ Streymi, og í gjár tók hann topp­in, sum hann nú eigur einsa­mallur. Fyrsta málið í lands­kapp­ ing­ini í fremstu røð skoraði Klæ­mint A. Olsen sambært faroe­soccer.com 17. mai í 2009, tá ið NSÍ í Gundadali vann 3-2 ímóti B36. Síðani hevur hann verið toppskjútti í 2013, 2014, 2015 og 2016. Hini árini hevur hann verið millum bestu mál­ skjúttarnar – fýra ferðir tann næst­besti. Eingin skal kanna sær bitan, áðrenn hann er svølgdur, sigur orðatakið. Klæmint A. Olsen hevur ongantíð gjørt nakað serligt buturúr og sett fokus á seg sjálvan og síni avrik. Tað snýr seg altíð um liðið og lið­ felagarnar. Í gjár var ikki pláss fyri NSÍ ferðalagnum umborð á Prince. Tí lá NSÍ hópurin nátt á Tvør­oyri. Í morgun komu teir norður aftur, og sunnudagin – á mikkjalsmessu – fáa Klæ­ mint A. Olsen og hinir í NSÍ vitjan av Víkingi. Tá fæst fyrs­ ta ábendingin um, hvussu tað verður við málmetinum. Hetta verður fyrsti av fýra møgu­ leikum at økja um málmetið. Sannførandi sigur við Stórá TB – NSÍ 1-4 Eingin ivi var í Trongisvági um, at NSÍ hevði tak á tingunum, hóast leiðslan bara var 1-0, tá ið tað var hálvleikt. Beinanvegin eftir steðgin økti Petur Knud­ sen um munin. Hann hevði stutt undan steðginum misnýtt brots­spark. Eitt sindur av spenningi kom í aftur, tá ið Veljko Vu­ ko­vic eftir innlegg úr høgru mink­aði um munin til 2-1, men Petur Knudsen og Jann Martin Morten­sen við brotssparki stað­festu trivaliga NSÍ sigurin. -Tað var týdningarmikið aftur at fóta okkum, og vit vóru so nógv tað betra liðið. Vit kunnu bara hugsa um okkara avrik, og nú bíða fýra final­ur. Um vit vinna tær allar so fæst at síggja, hvussu nógv tað røkkur til, sigur NSÍ hjálpar­venjarin Jens Martin Knudsen. Tokan var størsti spenningurin AB – KÍ 0-2 Tað vóru færri enn 30 sekund farin, tá ið bólturin lá í AB máli­ num. Boris Dosljak, sum ikki var millum teir fyrstu ellivu mikukvøldið í Runavík, var málskjútti. Eitt korter seinni økti Patrik Johannesen um munin til 2-0 til KÍ. So var alt avgjørt. AB vísti góðan hugburð, og í tveimum førum var um reppið, at Lukas Giess­ing sneiddi seg í heilt góða støðu. Klaksvíkingar vóru tolnir, og teir funnu væl hvønn annan í álopspartinum, og fyri tað mesta vóru teir tryggir í bóltspælinum. -Hetta var týdningarmikil sigur. Líkindini darvaðu iva­ leyst báðum pørtum soleiðis at skilja, at mjørkin var so mik­ið tjúkkur, at tað ikki sást so langt. Fyri okkum var tað sera týdningarmikið, at vit fingu tvey mál tíðliga í fyrra hálv­leiki, og at vit megnaðu at halda tætt í verjupartinum. Hetta var triðja ferðin á rað, at vit fóru av vøllinum, uttan at mót­støðuliðið hevur skorað ímóti okkum, sigur Jóannes Kalsø Danielsen, vongverjin í høgru hjá KÍ. Hugsa tit nú um, at HB næsta sunnudag kanska fer at taka stig frá B36? -Vit hugsa bara um okkara avrik. Tá ið vit fóru á vøllin á Argjum, vistu vit ikki, hvussu tað spældi av millum B36 og ÍF. Tað órógvar, um fokus verður flutt frá tí, sum tað snýr seg um, og tað snýr seg bara um okkara av­rik, sigur KÍ vongverjin. Tað var nógvur mjørki leygar­kvøldið, tá ið steypa­ finalan var á Tórsvølli. Í gjár­ kvøldið var tað uppaftur tætt­ari toka á Argjum, og tað versnaði, sum tíðin leið. ÍF bløðir í verjuni B36 – ÍF 7-2 7-2 vísti máltalvan, tá ið Aron Sofus Vest, sum fyri fyrstu ferð KLÆMINT EIGUR NÚ EINSAMALLUR TOPPIN NSÍ liðformaðurin átti metið sum tann, ið hevur skorað flest mál í bestu deildini, og nú eigur hann eisini metið sum tann, ið hevur skorað flest mál í einum kappingarári