Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. september 2019 · Nr. 109 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Nærum 3.000 áskoðarar á Tórsvølli sóu HB vinna Løg­ mans­steypið 2019, og harvið vann HB fýra steypasigrar í ár. Umframt Løgmanssteypið, vunnu teir reyð-svørtu eisini steypakappingini fyri Gentur U13, Intersport steyp­ið (Dreing­ ir U21) og steypa­kapp­ingina hjá kvinnum. B36 og KÍ vunnu tvey steyp í part, meðan Víkingur fór avstað við einum. B36 vann Móta­steypið (Gentur U18) og Solar­steypið (Dreingir U13), meðan klaksvíkingar vunnu Cad­bury steypið (Dreingir U15) og Eilif Arge steypið (Gentur U15). Liðið úr Gøtu og Leirvík, Víkingur vann Blaðberasteypið, ið er steypakappingin fyri Dreing­ir U17. - Níggju finalur upp á nakrar fáar dagar setur stór krøv til FSF. Men við góðari hjálp frá feløgunum, so hepnaðist hetta aftur í ár sera væl. Nógvir áskoðarar vóru til allar dyst­ ir­nar, so tað er ikki frítt, at vit longu nú gleða okkum til steypafinaluvikuskiftið næsta ár, sigur Virgar Hvid­bro, aðal­ skrivari hjá Fótbólts­sam­bandi Føroya. trondur@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR Stóra steypavikuskiftið: Við fýra steypasigrum tilsamans, gjørdist HB stóri steypavinnarin 2019. HB vann Løgmanssteypið, Intersport steypið, finaluna hjá kvinnum og finaluna fyri Gentur U13 HB, B36, VÍKINGUR OG KÍ VUNNU STEYPINI U13 gentur U21 dreingir