leygardagur 11. desember 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 238 - 11. desember 2004
Undrast á mannagongd í haganum
Miðvingar, sum varða
av haganum í Nípu,
undrast á, at málaðir
steyrar, sum minna
um avmerking til
vegagerð, eru komnir
at standa í haganum,
uttan at nakar hevur
sagt eigarunum frá.
Talan er um mátingar
í samband kanningar
av alduorkustøðini,
sum kanska skal leggj-
ast undir Trælanípuni
ORKUVERK
Edvard Joensen
Miðvági:
Eigarnir í Nípuhaganum í
Miðvági undrast á, at reyð-
málaðir steyrar eru komnir
at standa út gjøgnum hagan
nakað niðan frá Vatninum
av Gróthústanga út móti
Svanga. Minnir mest um, at
onkur hevur stungið út til
vegagerð í haganum. Og
nakran slíkan vita eigar-ar-
nir einki um.
Ta fyrsta, sum rennur til
hugs, er, at tað man vera
okkurt í samband við tað
alduorkuverkið, sum tosað
hevur verið um at leggja inn
í bergið undir Trælanípuni.
Men hvussu er og ikki.
Eingin hevur biðið um
loyvi at seta hesar góðu
steyrar í hagan, so røkting-
armaðurin
gjørdi
bart
hendan dagin, og tók teir
upp aftur og fór til hús við
teimum.
Teir, sum standa fyri
verkætlanini, ásanna, at tað
ivaleyst er óheppið ikki at
hava sagt frá, men leggja
dent á, at nokta eigararnir
teimum lendi, verður als
eingin verkætlan framd
yvirhøvur.
Gera kanningar
Jú, rætt er, sum miðvingar-
nir gittu. Tað eru fólk, sum
gera kanningar í samband
við orkuverkið, sum hava
sett steyrarnar niður. Men
ongar ítøkiligar ætlanir eru
kortini um nakran veg enn.
Tíansheldur
um
nakað
orkuverk. Men í januar
vænta teir, sum arbeiða við
hugskotinum, at ein frá-
greiðing um kanningar,
sum gjørdar eru í Søltuvík
og undir Nípuni, fer at vera
tøk, og so kann gerast av,
um farast skal undir nakra
ætlan yvirhøvur. Og um so
verður, hvar hetta góða
verk so skal gerast.
– Tað verður so annað-
hvørt sunnanvert Søltuvík
ella undir Trælanípu, sigur
Ólvaur Gregersen, stjóri á
SeaWave, sum er felagið, ið
stendur fyri verkætlanini.
Felagið er eitt samtak mill-
um elfelagið SEV og
skotska felagið WaveGen,
ið rekur eitt líknandi verk á
Hebridunum.
Klæmint Weihe, stjóri á
SEV, sigur, at arbeiðið
gongur sína gongd, og at nú
verður bíðað eftir frágreið-
ingini, sum skal koma í
januar.Tá verður so endalig
støða tikin, sigur hann. Tað,
sum higartil er gjørt, eru
bara kanningar, sum skulu
vísa, um tað yvirhøvur ber
til at gera nakað á staðnum.
At fólk hava verið í hag-
anum og sett steyrar niður,
uttan at eigararnir hava
fingið nakað at vita um tað,
harmast hann um, um so er,
at nøkur misskiljing kann
standast av tí. Hann leggur
dent á, at als einki verður
gjørt, ella kann gerast í
haganum, uttan at eigarnir
geva loyvi til tað.
Vilja verja sítt
Jarðareigararnir føra fram,
at talan er um órørda nátt-
úru fram við Vatninum, har
nógvur fuglur eigur, og har
fólk annars plaga at ferðast
ofta um summarið, uttan tó
at tað órógvar fuglin.
Men tá lastbilar og aðrar
maskinur fara at arbeiða
her, ivast teir ikki í, at tað
fer at hava keðiliga ávirkan
á eitt nú fuglalívið.
Tvey ternuvørp eru við
vatnið, og terna er skjarr-
ligur fuglur, sum skjót er at
styggja burtur. So henni
bera teir ótta fyri. Og í
berginum uttan fyri har,
sum sjálvt verkið skal
liggja, eiga nakrir lomvigar.
Og jarðareigararnir óttast
eisini fyri, at teir fara at
órógvast av boringum og
spreinginum í berginum.
Eigararnir vísa til løg-
tingslóg um nátúrufriðing,
har atlit verður tikið at ser-
ligum landsløgum. Og slíkt
halda teir hetta vera, sum
ætlanin nú tykist at vera at
gera veg ígjøgnum.
Teimum dámar ikki tank-
an um hendan vegin, og
teimum dámar líka lítið
hugsanina um eina turbinu-
støð her úti móti Oyrunum.
Einki skal síggjast
Klæmint Weihe, stjóri á
elfelagnum SEV, heldur
ikki, at eigarunum nýtist at
vera so óttafullir um hendan
vegin, sum ætlanin er at
gera at brúka, meðan arbeitt
verður upp á sjálva orku-
støðina. Tí tá arbeiðið er
liðugt, eru tveir møguleikar
við honum. Annaðhvørt, at
hagin fær hann at nýta, ella
at hann verður tyrvdur aftur.
Og so er hann burtur.
Men heilt samdur er Ól-
avur Gregersen, stjóri í fel-
agnum SeaWave, kortini
ikki.
Hann sigur, at neyðugt
verður at hava vegin liggj-
andi, tí tað verður av og á
neyðugt at sleppa til støð-
ina úti móti Nípuni við
ymsari útgerð, og so má
vegurin nýtast.
Men sjálvari støðini hava
jarðareigararnir onga orsøk
til at hava ampa av, sam-
bært teimum, sum varða av
verkætlanini. Tí hon skal
gerast inni í berginum og
fer als iki at síggjast om-
aná, sigur Klæmint Weihe.
Borað verður úr erva inn
í fjallið, og pláss gjørt inni í
berginum til sjálva støðina.
Síðan verður tunnilin bor-
aður út ígjøgnum, til tess at
fáa útnyttað alduorkuna.
Og tann tunnilsmunnin fer
altíð at liggja væl undir
vatnskorpuni og fer sostatt
ongantíð at síggjast, sigur
hann.
Lítil úrtøka
Jarðareigararnir siga seg
hava skilt, at talan verður
um eina rættiliga lítla orku-
støð, sum fer at framleiða
lítið av streymi, men kortini
fer at kosta nógvar pengar.
Sosialurin hevur fingið
upplýst, at kostnaðurin fer
at liggja um einar 25 - 30
milliónir danskar krónur.
Men úrtøkan verður bara
einar 200 kwt, sigur Klæm-
int Weihe, stjóri á SEV.
– Jú, tað er ógvuliga lítið
at fáa burtur úr so nógvum
pengum, sum hetta ivaleyst
fer at kosta, Men tað er
heldur ikki úrtøkuni, vit
fara eftir í hesum førinum,
sigur hann. Vit gera eina
roynd at vita, um tað yvir-
høvur ber til at gera hetta
slagið av orkuverkum, sig-
ur SEV stjórin.
Alt er enn á fyrireikingar-
støði. Í grundini veit eingin
nakað. Hvørki, teir, sum
gera praktisku kanning-
arnar, teir, sum skulu eiga
verkið, og allarminst av
øllum teir, sum eiga lendið.
– Men tað fáa teir at vita
í januar, sigur Klæmint
Weihe. Tí tá kemur ein til-
ráðing, sum fer at siga okk-
um, um best er at fara undir
verkætlanina undir Træla-
nípuni, sunnan fyri Søltu-
vík ella kanska als ikki gera
nakað yvirhøvur.
Og vilja eigararnir av
lendinum ikki lata okkum
sleppa framat, so verður als
einki kortini, leggur hann
dent á.
Og tað fara eigararnir í
Nípu ikki at gera siga teir.
Tað kemur ikki upp á tal.
Hóast eigararnir einki vistu um tað, hava fólk, sum fyrireika alduorkustøð undir Trælanípuni, verið í haganum og sett streyrar upp, sum skuldu vísa, hvar
vegurin til orkustøðina skuldi liggja. Tað dámdi eigarunum so illa, at teir tóku steyrarnar upp og fóru til hús við teimum
Mynd: Edvard Joensen