týsdagur 24. september 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. september 2019 · Nr. 110
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Tað var ikki við
m ý k i n d u m ,
sum tann 16 ára
gamla svenska
gentan, Greta
Thunberg, setti
allar teir gomlu
knarkarnar í ST
upp á pláss á veð
urlagsfundi mána
dagin.
Hon segði, at
politikararnir hava
svikið sína ábyrgd
og hava bara lat
ið staðið til, tá tað
snýr seg um at
stríðast ímóti al
heims upphiting.
– Eg átti slett ikki at staðið her.
Eg átti at verið í skúla handan hav.
Tit síggja vón í okkum ungu fólkum
– men hvat billa tit tykkum inn? Tit
hava stolið mínar dreymar og mín
barndóm við tómu orðum tykkara,
segði hon við táravættum eygum.
Tað var sjálvur ST aðalskrivarin,
António Guterres, sum beyð ungu
svensku stríðskvinnuni at røða á
toppfundinum. Aðalskrivarin setti
sjálvur fundin.
Tað er hugaligt at síggja, hvussu
ungdómurin hevur tikið undir við
skúlaverkfallinum hjá einsamøllu
svensku gentuni, sum er vorðin al
heims ímynd av kravinum frá ung
dóminum um at fáa politikarar at
taka støðuna í álvara.
Ávaringarnar kenna vit, tí vit hava
hoyrt tær so leingi. Men tey vaksnu
taka tær ikki í álvara. Tað gera vit
heldur ikki í Føroyum, um vit hugsa
um, at landsstýrið í ramasta álvara
arbeiðir við at fáa altjóða oljufeløg
aftur at leita eftir olju í føroysku
undirgrundini – samstundis sum øll
tann politiska skipanin pyntar seg
við grønum politikki og vallyftum
um grøna umstilling.
Og hetta er bara í Føroyum. Úti
í stóru verð er støðan nógvar ferðir
verri, og at tað hevur nógvar ferðir
størri avleiðingar – at alheimspolit
ikarar við veruligum valdi bara tosa
uttan at meina tað í álvara, sum teir
tosa um.
Tí er tað hugtakandi, at ein 16 ára
gomul genta úr Svøríki, sum hevur
siglt vestur um Atlantshav við segl
báti, soleiðis kann seta heimsins leið
arar upp á pláss.
Stríð hennara byrjaði í Stokk
hólmi 20. august í fjør, tá hon skulk
aði úr skúlanum og setti seg uttan
fyri ríkisdagin at mótmæla. Og tað
gjørdi hon til tjóðartingsvalið 9. sep
tember í fjør. Síðani hevur hon verið
í »verkfalli fyri veðurlagnum« hvønn
fríggjadag. Eftir at vera liðug við 9.
flokk hevur hon tikið eitt sabbattár
og ferðast kring heimin at boða hug
sjón sína.
Unga svenska genta, sum hevur
diagnosuna aspergers, er ein av eft
irkomarunum hjá Svante Arrhenius,
sum í 1896 var hin fyrsti granskarin
í heiminum, sum roknaði seg fram
til vakstrarhúsárinið av CO2-útláti
– altso at CO2 er við til at varðveita
hita á jørðini.
Vit kunnu so bara vóna, at kenslu
borna røða hennara fær heimsins
valdshavarar at vakna á sama hátt,
sum ungdómurin er vaknaður av av
rikum hennara
Hugaligt at ein 16 ára gomul
genta fær so nógv at vakna
SETUR TEIR GOMLU UPP Á PLÁSS
BILLEDE KOMPLETTUR
*PRÍSUR FRÁ KR. 7.210
Krone
Kr. 2.160,-
Implantat
Kr. 3.830,-
Abutment
Kr. 1.220,-
Gratis uppstartspakka við donskum tolki og donskum
behandlingsplani, OPG X-røntken, eina nátt á hotelli
transsport til flogvøllin og møguleikar fyri refundering
upp til kr. 1350,- *Príseksempil uppá innplantat.
PÍNUFRÍÐA BEHANDLING VIÐ BEHANDLINGSGARANTI
Á EUROPAS FØRANDI TANDKLINIK
tandrejser.dk Ring +45 51 78 00 04
Vit kunnu hjálpa tær til eitt nýtt smíl við behandlingsgaranti på Europas førandi tannklinil, Kreativ Dental i Budapest