Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. september 2019 · Nr. 110 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SLAKT Slaktið kennist ikki møtumikið - Tað tekur fimm dagar at fáa slaktið frá hondini. Tveir dagar á fjalli og tríggjar dagar við fletting, sigur Ottar Hentze, bóndi Vilmund Jacobsen Uttastovugarður í Trøðum á Sandi, sum Ottar Hentze og Jón­hild Jacobsen teka, hevur 175 áseyðir, 20 mjólkneyt og 30 ungneyt. Felags fyri teir fýra bónda­ garðarnar í Trøðum á Sandi er, at teir hava einbýtishagar, sum merkir, at teir hava hvør sín haga. Hagin hjá Uttastovugarði verð­ur róptur Norðasti Fjórð­ ingur, sum er hagin norður móti Skopunarbygd. - Hetta er høgligur hagi, har koyrandi er fram við vestara parti av haganum og ígjøgnum hag­an, sigur Ottar Hentze. Sosialurin hitti tey bæði, Ottar og Jónhild, mánakvøldið í vikuni, tá tey stákaðust í fjós­ in­um í Trøðum, har tey hava neyt­ini. Nú Eplafestivalur verður leyg­ardagin, fingust tey eisini við ymiska grøði, sum tey fara at selja henda dagin. Uttastovugarður veltir nógv epli, røtur og ymiska aðra grøði, og í ovaru hæddini í fjós­ in­um stóðu nøkur tons av góð­ um og nýupptiknum eplum og gularótum. Ikki møtumikið Ottar Hentze sigur, at tá áseyða­talið liggur um 175, verð­ ur talið av lombum umleið tað sama, tí roknað verður við ein­ um lambi fyri hvørja ær í mið­ al. - Nei, eg haldi ikki, at slaktið, sum nú stendur fyri, kennist møtu­mikið. Eplini eru komin upp, og nú er tað slaktið, ið vit fara at savna okkum um. Bóndin vísir á, at gingið verð­ur á fjall í tveir dagar, og síðan tekur tað tríggjar dagar at fáa slaktið til høldar. - Vit hava góða hjálp í fam­ ilju og vinum, og vit eiga eisini tveir synir, 17 og 21 ára gamlir, sum eru óførir í fjallgongu og slakti, sigur hann. Fletta við talju Ottar Hentze sigur brosandi, at tá slaktið er fyri, er tað ikki meira enn, at hann sleppur upp í part sjálvur, so ófør sum familja og hjálparfólk eru. - Tá flett verður er uppgávan hjá flettarunum at tumma fyri, har skinnið skal loysast av bringu, hálsi og frambeinum, áðrenn taljan kann festast í. Uttastovubóndin sigur, at umframt slaktið, skulu kría­ túr­ini á garðinum sjálvsagt pass­ast og røktast alla tíðina, og tískil eru hann og Jónhild ong­antíð arbeiðsleys. - Tað er altíð nóg mikið at gera á einum bóndagarði, sum hevur mjólkneyt, epli og nógva grøði annars, og her er konan mær ein óførur stuðul, sigur Ottar Hentze. Mánakvøldið, tá Sosialurin vitjaði, nærkaðist klokkan 23, áðrenn tey bæði riggaðu av í fjósinum. Einki fer til spillis á garðinum Jónhild Jacobsen flettir ikki, tí tað er so nógv annað at taka sær av, tá slaktið er fyri Vilmund Jacobsen Tað er ikki óvanligt at síggja størri børn, bæði gent­ur og dreingir, fletta lomb, tá skurðurin skal fá­ ast frá hondini. Men, bóndakonan í Utta­ ­stovugarði í Trøðum, Jón­ hild Jacobsen, sigur, at hon flettir ikki. - Tað er soleiðis her hjá okk­um, at einki fer til spill­ is. Tað merkir, at alt, sum kem­ur úr umleið 175 seyð­ um, sum vit fletta, skal fá­ ast til høldar, so ella so, og tað krevur sítt. Hon vísir á, at ærs­vemb­ ur, seyðalungu og hvíta­ nýru, sum ofta verður koyrt burtur, verður fryst til hundarnar, og her hava tey tvær frystiboksir við ym­iskum, sum seinni verð­ ur kókað til hundarnar. - Vit hava tríggjar hund­ ar, sum skulu hava at eta alt árið. So, hetta kemur væl við, og hundarnir dáma væl at fáa hetta at eta, sig­ ur Jónhild Jacobsen. Á garðinum verður alt annað, sum fellur frá slakt­ inum, tikið upp og brúkt. - Tað er nógv at taka sær av, tá 175 seyðir verða flettir, sigur bóndakonan, Jónhild Jacobsen - Tað er altíð nógv at gera á einum bóndagarði, sum bæði hevur mjólkneyt, seyð og nógva grøði at taka sær av, siga Ottar Hentze og Jónhild Jacobsen