Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-24, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2019síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. september 2019 · Nr. 110 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 EPLAFESTIVALUR Nógv verður á skránni á Eplafestivali í Trøðum Eplafestivalur verður í Trøðum á Sandi leygardagin, 28. september Vilmund Jacobsen Eins og undanfarin ár, verður hetta ein rættiligur familju­ dag­ur við nógvum ymiskum á skrá í hugnaliga bygdalagnum í Trøðum. Latið verður upp í Trøðum klokk­an 10, tá fleiri sølustøð byrja at selja, og tá letur eisini Djóra­garður upp í Skemmu­hús­ unum, samstundis sum lista­ barnatiltak verður á Verk­staðn­ um. Klokkan 11 fyrrapartin verð­ ur eisini mótaframsýning á Hoyloftinum í Miðstovuni. Tíðliga seinnapartin leygar­ dagin – ja, longu klokkan 13 – verður gudstænasta á Hoy­ loft­inum í Miðstovuni, og her verður tað Jákup Reinert Han­ sen, ið var prestur á Sandi ein mansaldur, sum fer at siga nøk­ur orð. Seinnaparturin Klokkan 14 seinnapartin leyg­ ardagin letur pubbin upp í Verk­ staðnum hjá Jógvani Gubba, og tá verður eisini doku­ment­ arfilmur við enskum undir­ tekst­um. Tey, sum skipa fyri, eru Slow Food Føroyar, Føroya Nátt­ úru-og Umhvørvisfelag og Elisa­beth S. Olsen. Eitt spennandi tiltak verður klokkan 14. Hetta er ein aft­ur­ vendandi neytalortakapping, sum B71 stendur aftanfyri. Klokkan 15 er seinasta freist at lata inn til matkynst­ur­kapp­ ingina. Pallborðsfundur Klokkan 16 verður forvitnis­lig­ ur pallborðsfundur um mjólk­ ar­framleiðslu, og hesin fundur verð­ur í Hoyloftinum í Mið­ stov­uni. Fyriskipari av pallborðs­fund­ inum er Mat & Mold­ment­an­ar­ háskúlin. Ester Kristiansen fer at syngja á Listasavninum klokk­ an 16. Klokkan 17 verður tað, sum í skránni kallast Fræfrø(ð)i, sum er fræbýti og vitanardeiling um fræ. Hetta tiltak verður í fjós­ loft­inum í Miðstovuni. Vinnarin av Ársins Epla­mat­ arkapping verður kunngjørdur klokkan 17, og klokkan 19 leygarkvøldið verður borðhald, sum Jens Petur Selfoss skipar fyri. Eigur tú besta føroyska eplarættin? Vilmund Jacobsen Leygardagin 28. september verð­ur Eplafestivalur aftur í Trøðum, og her vóna fyri­reik­ ararnir ikki minst, at nógvir luttakarar úr øllum Føroyum fara at tekna seg til kappingina um Føroya besta eplarætt. Eigur tú besta, føroyska epla­rættin? Ja, tað er so spurn­ ingurin, sum kann svarast á Eplafestivalinum millum tey, sum vilja luttaka í forvitnisligu kappingini. Í fjør vann Frida Poulsen kapp­ingina í matkynstri. Hon gjørdi eina Eplafestival Salat - við íblástri úr Italia. Í fjør varð skipað fyri kapp­ ing í matkynstri. Fyri­reik­ar­ar­ n­ir siga, at hetta tiltak eydn­að­ ist so mikið væl, at tiltakið verð­ur endurtikið í ár. Vinn­ar­ in í fjør gjørdist Frida Poulsen úr Skálavík, sum gjørdi ”Epla­ festival Salat” við íblástri úr Italia. Fyrireikingarnar til enn ein Eplafestival eru nú í hæddini, og her verða nógv ymisk tiltøk á skrá. Ítøkiliga skráin verður almannakunngjørd í næstum. "Eigur tú besta, føroyska eplarættin”, sum verður eitt av tiltøkunum, er ókeypis tiltak, har høvi verður hjá øllum, sum hava ein eplarætt, at gera seg galdandi. Dømingin verður skipað soleiðis: • 3 matkøn fólk: telur 50% • 4 leikfólk døma í blindsmakking: telur 50% Reglur: • Rætturin skal verða eftir egnari uppskrift • Epli skulu verða ein av høvuðsingrediensunum • Rætturin skal latast inn í trimum eintøkum í seinasta lagi leygardagin 28. september klokkan 11 við Tingborð í Trøðum á Sandi. - Tilmelding til kappingina "Eig­ ur tú besta, føroyska epla­rætt­ in?" fer fram á veltan@veltan. fo ella Eplafestivalur á Face­ book, siga fyrireikararnir. Eplafestivalurin er ein rættiligur familjudagur í Trøðum á Sandi