Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-24, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2019síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. september 2019 · Nr. 110 42 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Listaspírar fáa atelier í Finsen Tað verður arbeitt við at gera ein part av Finsen til eitt slag av listardepli, har listafólk bæði kunnu skapa og sýna fram. Ovara fimleikahøllin verður atelier, og hetta skal eftir ætlan vera klárt um ársskiftið Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo Um tú sum ungt myndlistafólk manglar eitt stað í Havn at spíla teg út kreativt við mynd­ list, er einki beinleiðis tilboð til tín. Tað stendur annars í sam­ gonguskjalinum hjá Tórs­havn­ ar býráð fyri 2017-2020, at ætl­ an­in er at útvega eitt nýtt listahús, har listafólk kunnu fáa frið at skapa í kveikjandi um­hvørvi. Men nú vit skjótt skriva 2020, er enn einki tílíkt lista­hús sett á stovn. Ætlanirnar um betri karmar til myndlistafólk í Havn eru tó ikki sleptar. - Hetta er nakað, vit arbeiða við at fáa í lag sum skjótast. Tað hevur bara verið ein øgi­ liga tungur burður at raðfest fíggj­arliga og funnið útav, hvussu vit skulu skipa tað, sig­ ur Gunvør Balle, forkvinna í Ment­anarnevndini hjá Tórs­ havn­ar býráð. Finsen sum listahús Býráðið fer at innrætta eina av tveimum hallum í Finsen til listarligt virksemi, har listafólk kunnu halda til í framtíðini. - Vit ætla at brúka høllina til eitt nýtt eksperiment, har vit bjóða listafólkum at brúka høll­ina sum atelier. Tað er nevni­liga serliga ætlað til ung lista­fólk, sum ikki eru so roynd enn. Vit hugsa at seta nakrar hálv­veggir upp, so tey kunnu hava ein kliva í part í einum kreat­ivum og rokaligum um­ hvørvi, samstundis sum tey fáa frið at skapa í góðum um­ støðum, sigur Gunvør Balle. Umframt stóru høllina eru eisini tvey hjárúm við síðuna av, sum kunnu brúkast til sama endamál. Í kjallaranum er eitt høli, sum varð brúkt til evn­ing í gamla Kommunu­skúl­ an­um, har grafisk listafólk hava arbeitt í nøkur ár. Sein­ astu tíðina hevur ein skúla­ flokk­ur undirvísing har, men næsta summar flyta skúla­ børn­ini út, og tá verður aftur pláss fyri listarligum virksemi har. - Uppá tann mátan verður Finsen ein lítil depil til bæði tónleik og myndlista­fram­sýn­ ing­ar í auluni, grafikk í kjall­ar­ an­um og listaspírar í ovaru fim­leikahøllini, sigur Gunvør Balle. Høllin egnar seg væl Arbeiðið at gera eitt líknandi lista­hús hevur drigið út, ásann­ar Gunnvør Balle, sum eis­ini er greið yvir, at høllin í Fin­sen ikki er tað sama sum eitt listahús, sum tað annars varð lagt upp til í sam­gongu­ skjal­inum. - Tá vit skrivaðu sam­gongu­ skjalið vistu vit ikki akkurát, hvørji høli kommunan hevði, sum kundu brúkast til listarlig endamál. Tað bleiv nokk skrivað í greiðum vendingum. Men síðani hava vit funnið út av, at hendan høllin mitt í býn­ um egnar seg stak væl til enda­ málið, sigur hon. - Vit hava tosað nógv við LISA um, hvat er hóskandi, og tað meta tey høllina í Finsen vera. Listahøllin í Finsen er tó ikki ætlað til yrkislistafólk, sum ynskja egið rúm við aft­ur­ latn­ari hurð. - Tað hava vit ikki megnað enn. Tá prátið um LISA í gamla studentaskúlanum í Hoydøl­ um byrjaði, sóu vit, at okkurt muna­gott var á veg til listafólk. Tí hava vit hildið okkum til hetta í Finsen, sigur Gunvør Balle. Verður klárt skjótt Ovara høllin skal nú umvælast, og tað verður miðað eftir at fáa hana lidna innan fyri heilt stutta tíð. - Tað burdi ikki tikið meira enn tveir ella tríggjar mánaðir. Vónandi verður tað klárt um­ leið á jólum. Nú hava vit endi­ liga fingið samtykt neyðugu játt­anina, og vit hava gjørt av­ talu vit eitt byggifelag, sum skal gera høllina í stand, sigur Gun­vør Balle. Tað er ikki enn avgjørt, hvussu tað skal samskipast, og hvørt tað skal bjóðast út, so fólk kunnu gjalda fyri sínar kvadr­atmetrar, ella um tað til dømis skal vera LISA, sum skal samskipa tað í eina royndartíð. Góðar umstøður til framsýningar Annars metir Gunvør Balle, at myndlist hevur fingið nógva vælvild frá býráðnum. - Eg haldi, vit hava raðfest myndlist høgt seinastu árini, og vit hava lagt stóran dent á at styrkt hetta økið. Vit hava í nógv ár havt Smiðjuna í Lítlu­ vík, sum er ein pallur til mynd­ listafólk at sýna fram í. Eisini hava vit Müllers Pakkhús, sum skal vera brúkt sum fram­sýn­ ing­arhøli við góðskulist frá yrkislistafólkum. Vit hava eis­ ini innrættað auluna í Finsen, sum kann brúkast til mynd­ lista­framsýningar, sigur hon. Tórshavnar býráð er í løtuni í práti við LISA um, hvussu mann kann brúka Reinsaríið, Perl­una og auluna í Finsen til list­ar­ligt virksemi. - Hesi trý rúmini kunnu í størri mun brúkast til mod­ern­ aða list, sum eitt nú kann fevna um installatiónir, leirlist, høgg­myndir og ljósmyndalist, sig­ur Gunvør Balle. Umframt at vera karmur um 33 lestraríbúðir verður Finsen skjótt eisini karmur fyri nógvum listarligum virksemi