týsdagur 24. september 2019síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 24. september 2019 · Nr. 110
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan
hátt sýndu samkenslu, tá ið okkara kæri pápi,
verpápi og abbi
Jógvan Pætur Jacobsen
f. 30.05.1932 – d. 18.08.2019
Andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri blómur, kransar og minnisgávur til
Hvíldarheimið og til Boðanesheimið.
Tøkk til tykkum, ið bakaðu til ervið og
stukku inn á gólvið og til tykkum sum ringdu.
Takk til Hera Joensen prest fyri bønarhaldið á
Boðanesheiminum og fyri góð og troystarrík
orð í Vesturkirkjuni.
Takk til berarar, sangarar, kirkjutænarar og til
tykkum, ið sýndu heiður at fylgja honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Eisini vilja vit takka tykkum á B6 á
Landssjúkrahúsinum, á Hvíldarheiminum
Naina og á Boðanesheiminum fyri góða hjálp
og umsorgan, ta tíðina hann var har.
Fyri tey avarandi
Anna Maria, Elker og John Pætur
TØKK
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu,
Tá okkara elskaða mamma, omma,
langomma og vermóðir
Karla Jóhanna Kristina Hansen
Runavík
f. 6.sep 1926 d. 20. Juli 2019
doyði og varð jarðað
Takk til starvsfólkið á B8 á
Landssjúkrahúsinum, á Eysturoyar Røktar-
og ellisheimi og á Klaksvíkar sjúkrahúsi fyri
umsorgan og hjálp.
Takk øll tit, ið hjálpu okkum so væl í
samband við jarðarferðina.
Takk til gravaran, bilføraran á líkvogninum
og hjálp í ervinum.
Takk fyri kransar, blómur og gávur
til nýggja Berøa.
Og at enda, takk tit mongu, ið fylgdu
mammu henda vakra sunnudag úr Berøa inn
í kirkjugarðin á Glyvrum, har mamma nú
hvílur undir liðini av pápa okkara.
Familjurnar vegna.
Jóannes, Sanna Andriása og Kára.
Tøkk
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á
hjúnabandsdegnum 23. mars 2019, við hjálpsemi,
umhugsni og gávumildni, takka vit hjartaliga.
Marita og Rúni
TØKK
Takk fyri sýnda samkenslu tá okkara góða
mamma, vermamma, omma og langomma,
Etly Elisabeth Sofie millum
Garðarnar
f. 22. juni 1928 d. 29. juli 2019
andaðist og var jarðað.
Takk til starvsfólkið á sambýlinum í Bøgøtu,
fyri tíðina hon var har.
Takk til samkomuna í Betesda fyri alla hjálp
og tykkum sum høvdu orðið á kapellinum, í
Betesda og á grøvini.
Takk til tykkum sum ringdu, bakaðu og
hjálptu til við ervinum.
Takk fyri blómur og kransar og til øll
tykkum, sum fylgdu mammu til hennara
seinasta hvíldarstað.
Vegna familjuna
Kári, Benn Johnny og Estrid
Andlát
Finnur Simonsen
Fuglafjørður
vanliga nevndur Finnur á Borg,
ættaður av Argjum,
andaðist á Landssjúkrahúsinum
sunnudagin 22. septembur, 74 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Fuglafjarðar kirkju
mikudagin 25. septembur kl. 14.
Í staðin fyri blómur og krans ber til at lata
Krabbameinsfelagnum eina gávu.
STILLADS
BÍLIGA TIL LEIGU
GUTTORM MORTENSEN
TLF. 251160
Landsfelag Pensjónista
Eyðaaðalfundur
verður leygardagin 19. okt. 2019 kl. 15.00
í hølunum hjá Havnar
Arbeiðskvinnufelag,
Bøgøta 10, Tórshavn
Skrá:
Uppskot til viðtøkubroytingar hjá
Landsfelag
Pensjónista.
NEVNDIN
Landsfelag Pensjónista, Løkjatún 1,
160 Argir, tlf. 219394
Teldupost: lp@mail.fo , heimasíða www.eldri.fo
Dreymastarvið finnur tú á in.fo