Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin 27. SEPTEMBER 2019 Ein 48 ára gomul kvinna í Noreg er dømd at gjalda 12.000 krónur í bót fyri at vera steðga uppfyri streym á motorvegnum. Tað førdi við sær, at bilarnir aftan fyri hana máttu bremsa brádliga, og í øllum roki­ num rendi onkur bilur upp í reyvina á einum øðrum. Kvinnan í el-bilinum misti koyrikortið á staðnum, men hon koktaði blankt at gjalda bót­ina, og tí endaði málið í rættinum. Kvinnan helt uppá, at 25 prosent at streymi vóru eftir í bilinum, sum brádliga misti allan streymin, uttan at nøkur ávaring kom um tað. Men hesum trýr løgreglan ikki. – T v e i r løgreglumenn hava greitt frá, at allar ávaringarlampur vístu, at battaríið var tómt. /ritzau/ Dømd fyri at koyra el-bil tóman FEKK STÓRA BÓT Les eisini blaðið á telefonini 75 ára minni um eitt vanlukkuár Siðsøga síða 16-17 Hvar bleiv inn­ komu­vegurin av? Albert Isfeld, kjak síða 14 Thomas Arabo Áðrenn 1958 høvdu vit ellisrentuna. Hon var ein olmussuskipan, har fólk skuldu søkja um hesa veiting, og í tí sambandinum skuldu tey vigast. Tað var ein mann­mink­ andi skipan. So kom Petur Mohr Dam við fólka­pen­ sión­ini í 1958. Tá var staðfest, at allir før­oy­ ing­ar høvdu rætt til fólkapensión. Tað bleiv ein rættur fyri øll og ikki ein olmussa, har fólk skuldu viðgerast og vigast, áðrenn tey fingu nakað. Tey fyrstu árini stóð á skattauppgerðini, hvussu nógv var trekt til pensión. Hetta bleiv burtur eftir eina tíð, og pengarnir fóru í stóra pott, uttan at man visti hvussu nógv av tí fór til pensión. Fólkapensiónsskipanin varð forsømd í longri tíð. So kom eitt frambrot á hesum øki­num, tá Samhaldsfasti varð stovnaður. Hetta hendi meðan eg sat í landstýrinum í 1991. Tað er ein fín skipan, sum partarnir á ar­beiðs­mark­anðinum vara av. Sam­halds­ fasti byggir uppá sama principp sum fólk­ a­pen­si­ónin, har fólk gjalda inn eftir mátti og øll fáa tað sama út. Hann er í dag eitt gott í­skoyti til fólkapensiónina. Eins og fólkapensiónin, so er útgjald úr Sam­haldsfasta ein rættur, har eingin skal olmuss­u­vigast, fyri at fáa burturúr. Tað er ein rætt­ur til øll, eins og fólkapensiónin hjá Pet­ur Mohr Dam var tað. Samhaldsfasti er ein sólskinssøga. Eg veit, at man í borgarligu flokkunum hevur havt ilt av samhaldsfasta. Tí undrar tað meg ikki, at man nú ætlar at avlíva hann, men tað má bara ikki henda. Hvi skal man fara at oyð­ileggja nakað, sum hevur riggað fínt í næst­an 30 ár? Jørgen Niclasen kann fara í holt við 100 onnur ting í hesum sam­ fel­ag­num, sum ikki rigga sum tey skulu. Mín vón er, at fakfeløgini og føroyingar ann­ars sláa ring um Samhaldsfasta. Vit mugu ikki loyva Fólkaflokkinum at senda fólkapensiónina hjá Petur Mohr Dam í grøvina aftaná meiri enn 60 ár, og sam­stund­is at avmontera Samhaldsfasta eft­ir knapt 30 ár. Koma vit aftur í støðuna, har almenn pen­sión ikki longur verður ein hvørs­ mans­rætt­ur, hóast man hevur goldið helvt­ina av sínari inntøku í skatti alt sítt lív, so fara vit aftur í mannminkandi støð­ una áðrenn 1958. Ein støða, har fólk skulu vigast og viðgerast, áðrenn tey fáa nakað burt­ur­úr. Tá verður ein almenn pensión aft­ur ein olmussa og ikki ein hvørs­mans­ rætt­ur. Snøgt sagt, so verða pensionistar í al­ mennu skipanini olmussudýr. Í blaðnum... Tað vóru stórtíðindi, sum bórust, nú Bakka­frost hevur keypt skotska ali­fel­ ag­ið The Scottish Salmon Company. Vit eru ikki von við, at føroyskar fyr­i­ tøk­ur soleiðis gera seg altjóða galdandi við at keypa upp stórar fyritøkur í øðr­ um londum. Men Bakkafrost er nakað fyri seg í so máta. Við góðari stýring hevur felagið havt sera góðan rakst­ur, síðan sam­an­ legg­ing­ina við fleiri onn­ur alifeløg fyri nøkr­um árum síðani, og eftir at felagið fór á Oslo Børs fyri átta árum síðani er tað bara gingið framá. Felagið er næstan 17 faldað í virði, síð­ ani tað fór á virðusbrævamarknaðin í 2011. Síðani tá hevur felagið havt út við seks mill­iar­dir krónur í avlopi, sam­ stundis sum virkið hevur gold­ið út við 2,6 mill­iard­ir krónur í vinningsbýti til part­a­eig­ar­ar­nar. Eginognin hjá felagnum er oman fyri fýra milliardir krónur, sum ger felagið til so nógv tað sterkasta felagið í Føroyum. So kunnu vit sjálvandi harmast um, at tað ikki eru fleiri føroyingar, sum hava sett pengar í hetta fyrimyndarliga fel­ag­ ið. Men tað kann so ikki lastast felagnum sjálv­um. Tí tá felagið fór á marknaðin, varð bræv sent í hvørt hús í landinum, har boð­ið varð føroyingum – høgum sum lág­um – at seta pengar í felagið. Men tíverri fyri vanliga føroyingin, var skelku­ri­n so stórur eftir skrædlið hjá Eik Banka, sum kostaði vanligum før­oy­ ing­um so nógvar pengar, at fáur trúði upp á partabrøv longur. Sambært stjóranum hevur felagið ætl­anir um at menna skotska felagið á sama hátt, sum Bakkafrost er ment seinnu árini. Og verður gongdin hin sama í Skotlandi, sum í Føroyum, so eru nógv gott í væntu. At íleggjarar hava álit á Bakkafrost, fingu vit týðuliga ábending um. Upp á tríggjar tímar buðu partaeigarar sær at tekna 12 milliardir krónur í nýggjum part­a­peningi, tá felagið bað um 4,5 mill­i­ ard­ir krónur. Stigið hjá føroyska alirisanum at vaksa út um landoddarnar er sera á­hug­ a­vert, og hevur nógv onnur spennandi per­spek­tiv við sær. Føroyingar eru stoltir og ynskja Bakka­frost bestu eydnu! Alirisi okkara farin út í heim Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Kjak: Almenn pensión er ein rættur - ikki ein olmussa