hósdagur 26. september 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 111
20
TRÓNDUR ARGE
S
unnudagin verður fult
umfar í Betri deildini
hjá monnum. Talan er
um 24. umfar. Tað er eitt
sindur ymiskt hvussu feløgini
eru fyri. EB/Streymur, HB, Vík
ingur og Skála hava øll spælt
mikukvøldið.
Tí hava TB, B36, NSÍ og AB ein
fyrimun til umfari. Einasta upp
gerðin, har treytirnar eru eins, er
dysturin millum KÍ og ÍF.
Hetta er eitt av fleiri av
gerandi umførum restina av
kappingini. B36 er oddalið og
møtir arvafíggindanum úr HB.
KÍ skal helst vinna greiðan sigur
á ÍF, fyri at halda fast í eini betri
málúrtøku enn B36. NSÍ er fyri
bils eitt sindur avskrivað í odda
stríðnum, men við einum sigri í
Gøtu kann vegurin til FM verða
styttri.
Í botninum er EB/Streymur
farið at røra upp á seg og bjóðar
TB og AB av um sjeynda plássið.
TB-EB/Streymur
Sunnudagin klokkan 14.30
DÓMARI: KÁRI Á HØVDANUM
Heimaliðið hevur tvey leikbann,
sum koma illa við. Poul Ingason
og Martin Tausen mugu sita
uttanfyri, tá sundalagsmenn
koma á vitjan. Tvøramenn hava
bara fingið eitt stig seinastu
seks dystirnir, og liggja javnt
aftast saman við ÍF og Skála á
formkurvuni, sum hyggur at
fimm teimum seinastu
dystunum.
Gestirnir úr sunda
lagnum hava góðar
dagar í løtuni. Við
sigri á ÍF og HB hevur
EB/Streymur leitað
sær burtur frá niður
flytingarvandanum, nú
tað í besta føri verður
eitt felag, sum flytur
upp. Ragnar Samuelsen
átti málið, tá felagsliðið
vann á HB mikukvøldið.
Í fjør fekk EB/Streymur 21
stig og teir hava ikki torførastu
skránna
á
pappírinum.
Umframt TB í Trongisvági, so
skulu sundalagsmenn takast við
B36 og AB á Eiði, áðrenn seinsta
umfar, ið verður á Skála.
EB/Streymur hevur viðgongd
i løtuni, men TB geevur seg
ongantíð á heimavølli.
SOSIALURIN TIPPAR 2-2
B36-HB
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: EILER RASMUSSEN
Grannauppgerðin hevur nógv
størri týdning fyri B36 enn hon
hevur fyri HB. Hvørtfall um
hugsað verður um støðuna á
stigatalvuni. Ein grannauppgerð
er altíð ein grannauppgerð, men
hesa ferð stendur FM upp á spæl
hjá B36.
Árstalsfelagið hevur eisini
onkran lut í sín part. HB vann
leygarkvøldið steypafinaluna og
spældi síðani aftur mikukvøldið.
Nógv hevur verið tosað um
steypatimburmenn,
sum
seypavinnarin mangan hevur
fingið. Soleiðis sá eisini út á Eiði
mikukvøldið, har EB/Streymur
púra óvænta vann 1-0. B36 er
saman við KÍ formsterkastu
liðini í deildini við fimm sigrum
upp í slag. Hartil eru allir mans
tøkir hjá B36, sum hava spælt
hetta kappingarárið.
Hjá HB sita Hørður Askham og
Tróndur Jensen báðir uttanfyri
við
krossbandsskaðum.
Steypasigurin órógvaði avrikið
á Eiði, so tað er ein møguleiki,
at Heimir Gujónsson skal
blanda kortini av nýggjum
til sunnudagin. HB er í løtuni
nummar fimm í føroysku
landskappingini.
Tað er mangan endað við
javnleiki, men í løtuni koppar alt
til fyrimuns fyri
B36. Tað tippa vit
eisini.
SOSIALURIN TIPPAR:
2-1
KÍ-ÍF
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: DAGFINN FORNÁ
KÍ er risa favorittur at vinna á
botnproppinum, men tað verður
uttan liðskiparan Jákup B.
Andreasen, sum hevur leikann.
Somuleiðis situr Deni Pavlovic
uttanfyri við leikbanni. Báðir
hava fingið ov nógv gul kort.
Mest verður brúk fyri
álopskortunum og tað kemur
væl við, at Patrik Johannesen
endiliga fekk hol aftur á
málskjótingina. Hann hevur
spælt nógv á vonginum síðani
Páll A. Klettskarð kom aftur til
felagið.
KÍ
hevur
eisini
eina
málúrtøku at hugsa um. Hon
kann telja eitt stig, tá alt skal
teljast saman eftir 27. umfar. KÍ
er í løtuni seks mál betri enn
B36 og eitt mál betri enn NSÍ.
Tí kundi hugsast, at Mikkjal
Thomassen ætlar sær stigini,
Ikki við: Jógvan Jóhannesarson
(knæið, restina av árinum),
Jobin Drangastein (pína),
Høður Tórsson (økslin), Jónas
Stenberg (fipur), Ivasamur: Gert
Drangastein (tjúkkin)
Ikki við: Erlendur Magnusson
(krossband, langtíðarskaði),
Róaldur Jakobsen (fótlið,
langtíðarskaði)
Ikki við: Andras Olsen
(krossband, langtíðarskaddur),
Leif Niclasen (fótur,
langtíðarskaddur), Tóki H.
Johannesen
Við aftur: Rógvi E. Nielsen
(eftir leikbann), Arnar Dam
(uttanlands), Niklas Kruse
Ikki við: Hørður Askham
(krossband, upp til eitt ár),
Tróndur Jensen (krossband, upp
til eitt ár)
Ikki við: Jan Ellingsgaard
(liðband í knænum, restina av
árinum), Poul N. Mikkelsen
(knæið, langtíðarskaddur),
Henry Heinesen (ryggurin,
langtíðarskaddur)
Við aftur: Høgni Madsen
(leikbann, 7 gul), Milan Svojic
(leikbann, reytt kort)
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
AB
EB/STREYMUR
Upptakt 24. umfar:
Bæði HB og Víkingur eru í dysti móti
FM-avbjóðara í grannauppgerð, meðan
KÍ er stórfavorittur á heimavølli
ÍF
ÍTRÓTTUR
STEYPAFINALISTARNIR
SPÆLA STÓRAN LUT Í
FM-STRÍÐNUM