mánadagur 30. september 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. september 2019 · Nr. 112
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge
B36 tykist at tveita hand
klæðið í ringin, tá Teitur M.
Gestsson fáar minuttir fyri
tíð stórbjagar skotinum hjá
Stefani Radosavljevic. Tá hevur
B36 havt nakrar stórar mál
møguleikar, men trúgvin upp
á ein sigur minkar fyri hvønn.
Dómarin
leggur
tríggjar
minuttir afturat og tá tveir av
teimum eru spældir, er innkast
til HB, sum er í álopsstøðu.
-Tað iðrar meg, at vit ikki
eru gløggari í seinastu minutt
unum. Vit hava innkast á
teirra hálvu, men tað endar
við hornasparki til B36, sigur
Heimir Gujónsson.
Innkastið hjá HB endar
við rangstøðu og B36 spark
ar bóltin fram. Stefan Rado
savljevic blívur leysur, men
verður taklaður í evstu løtu av
Magnusi Egilsson.
Hornaspark til B36, sum
sendir alt fólkið fram. Eisini
málverjan Hans Jørgensen.
Stefan Radosavljevic sendir
bóltin innfyri og har fær Alex
Mellemgaard høvdið á bóltin,
sum endar í málinum umvegis
knæið hjá Benjamini Heinesen.
Ein løtu halda tey flestu,
at Alex Mellemgaard hevur
skorað í báðum endum, men
hann verður bara noteraður
fyri sjálvmálið.
-Eg skoraði bara tað fyrra.
Benjamin Heinesen skoraði tað
seinna, sigur Alex Mellemgaard
brosandi eftir dystin.
Í HB-leguni er ónøgd við
málið. Venjarini er ónøgdur við
at HB ikki eru gløggari, meðan
Símun Samuelsen vil hava frí
spark í støðuni.
-Eg verið rendur um koll av
Alex Mellemgaard í støðuni,
sigur Símun Samuelsen eftir
dystin.
Sjónbandamyndirnar
vísa
eisini, at Alex Mellemgaard
skumpar Símun Samuelsen í
ryggin, tá hornasparkið verður
skotið, men spurningurin er
um Símun Samuelsen skuldi
fingið sítt seinna gula kort, tá
hann rann inn í Árna Frederiks
berg móti endanum av fyrra
hálvleiki.
-Nei, um hatta var til gult
kort, so taki eg synd í dómarun
um í framtíðini, tí so er alt gult
kort, sigur Símun Samuelsen,
ið sigur so dánt raka vongin
hjá B36.
Heimir gevst í HB
Tað hevur leingi verið greitt,
at okkurt er galið í samráðing
unum millum HB og Heimir
Guðjónsson. Sáttmálin gongur
út í vetur og HB hevur onga
orsøk ikki at leingja um
gangandi.
Síðani
hava
íslendskir
miðlar skriva, at Heimir Guð
jónsson eru á veg til felagið
hjá Kaj Leo í Bartalsstovu,
Valur.
Hetta bleiv síðani avvíst av
bæði HB og Heimi Guðjóns
son. Ragnar Joensen, sum er í
leiðslubólkinum hjá HB, segði
at partarnir vóru í samráðing
um og at tað sá gott út. Tað
sama segði venjarin við In.fo,
men nú sær út til, at Heim
ir Guðjónsson er á veg til ís
lendskan fótbólt.
-Eg taki avgerð um framtíð
ina í komandi viku. Tit frætta
frá mær mikudagin ella hós
dagin, segði Heimir Guðjónsson
við FM1 í gjár.
Fyrr um vikuskiftið skriv
aðu allar teir stóru ítróttar
miðlarnir í Íslandi, at Heimir
verður
kunngjørdur
sum
nýggjur venjari hjá Vali í
vikuni.
Tað passar væl saman við
tí, sum segði í gjár. Somuleiðis
skrivaði In.fo í gjárkvøldið, at
íslendskar keldur staðfesta, at
Heimir vendir heim og verður
venjari hjá Vali, sum vann
íslendska meistaraheitið í fjør.
Valur sigst hava lutfalsliga
nógvar pengar í íslendskum
fótbólti í løtuni.
HB argar grannan
HB spælir seg mikukvøldið av
við møguleikan um heiðurs
merkini. Tí hevur B36 nógv
meiri at spæla fyri, tá Eiler Ras
mussen bríkslar dystin í gongd.
HB er uttan Bartal Wardum,
sum hevur ein snudd, meðan
Jákup á Borg hevur valt at
byrja við Briani Jakobsen í
álopinum og Lukaszi Ciesle
wicz á bonkinum. Stutt seinni
verður
Brian
skaddur
og
Lukasz kemur á vøllin. HB má
eisini skifta René Shaki Joen
sen vegna skaða.
Hóast HB ikki hevur FM
ella heiðursmerki at spæla
fyri, so eru teir til reiðar. Í
fleiri førum leggja teir meiri
fyri í nærdystunum og serliga
vandamiklir eru teir upp á mót
álopini.
Tá
tíggju
minuttir
eru
eftir av fyrra hálvleiki er B36
í álopsstøðu, men HB verjir
fyri og fer í mótálop. Dan í
Soylu heldur væl upp á bóltin
og spælir Símun Samuelsen í
vinstru, sum leggur innfyri. Tað
endar við, at Alex Mellemgaard
ger sjálvmál.
-Eg
standi
næstan
inni
á strikuni og raki hann við
skinnabeininum, sigur Alex
Mellemgaard.
Tá farið verður til hálvleiks
er HB omaná.
B36 svarar aftur
Tað verður helst tosað við
stórum bókstavum í hálv
leikinum í B36, tí árstalsfelagið
byrjar seinna hálvleik væl.
Tvær ferðir verður Jógvan
Rói Davidsen umringaður av
tveimum B36 arum, tá bólturin
kemur innfyri úr høgru. Seinnu
ferðina endar bólturin hjá
Benjamin Heinesen, ið skorar.
Gott lag í B36-húsinum, men
bara í nakrar fáar minuttir.
Mest umstríddi spælarin á
vøllinum er Brynjar Hlöðvers
son. Íslendski stríðsmaðurin
er fleiri ferðir í hornatøkum og
er ópopulerasti maðurin í B36-
húsinum, tá Adrian Justinus
sen sendir hornaspark innfyri.
Og sjálvandi er tað Brynjar
Hlöðversson, sum er hægstur
og stútar bóltin í málið til 2-1.
Nú eru møguleikar í báðum
endum. HB kann avgera dystin,
meðan B36 hevur bóltin og
trýsti, men einastu ferð teir fáa
hann í málið, er tá tað er rang
støða.
Dómarin
leggur
tríggjar
minuttir afturat og B36 sær út
til at detta afturum KÍ, tá HB
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá B36 og HB
spældu javnleik 2-2 í Gundadali. B36 javnaði í yvirtíðini,
men stóra søgan er, at Heimir Guðjónsson gevst í HB
Dramatisk grannauppgerð:
B36 BJARGAÐI
SÆR EITT
STIG - HEIMIR
GEVST Í HB