Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. oktober 2019 · Nr. 113 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin 114 mió kr eyka í út­ reiðsl­um TÍÐINDI SÍÐA 4 Móta­ krydd til mannin SÍÐA 18 Í annaðkøld, hóskvøldið 3. ok­ tob­er verður finska pall­lista­ sýn­ingin Portmanteau víst í Norð­urlandahúsinum. Eitt Portmanteau er ein máls­lig blanding av orðum, har part­ar av fleiri orðum og teirra merking verða sett sam­an til eitt nýtt orð. Á sama hátt sameinir tvør­ listaliga sýningin Port­man­t­ eau ein dansara/línudansara, ein gykl­ara/listamann, ein tón­leik­ara, ein ljóssniðgeva og gaml­ar uppvørpur. Orðið Portmanteau varð fyrstu ferð nýtt á hendan hátt í bókini “Through the look­ing glass” hjá Lewis Car­rol, tá Humpty Dumpty greið­ir frá tí at seta orð sam­ an á ymsar hættir. Hann sigur soleiðis við Ali­ce: “You see it’s like a port­mant­eau - there are two mean­ings packed up into one word”. Við at nýta hesa meg­in­regluna í einum øðr­um samanhangi, setir Port­man­ teau saman sirkus, dans, liv­ andi tónleik og myndlist. Við hondgjørdum mynd­a­ til­fari, sum verður víst á vegg­ ir, gólv og kroppar, og vøkr­ um ljóðum av kon­tra­bassi viðger sýningin sam­bond og samvirkni við inn­i­lig­um løtum av møti og skiln­aði. Ein spælandi longs­ul eft­ir tí gamla og nær­ver­andi sam­ spæl ímill­um upp­vørp­ur­nar og tey fram­før­andi eru við til at skapa ein ærligan og liv­ andi visu­ell­an heim. Portmanteau ynskir at vekja kenslurnar hjá á­hoyr­ ar­u­num við at bjóða teimum at hyggja, merkja og uppliva. Portmanteau er skapt av lista­fólkunum Mira Ravald og Luis Sartori Do Valo og hevur fing­ið 5 av 5 stjørnum frá um­ mæl­arum kring allan heim­in. Lesandi fáa 50% í avsláttri av at­gongu­merkja­prís­i­num. Línudansur, gykl, tón­leik­ ur og gamlar uppvørpur Arbeiðarafeløgini í Havn mót­mæla, at nýggja sam­ gongan ætlar at umleggja Sam­halda­sta til ein ald­urs­ trygd­argrunn, har ó­gjøgn­ um­skygt verður, hvussu grunn­u­r­in verður umsitin. Í samgonguskjalinum verð­ur sagt, at allar al­mann­ a­pen­sjón­ir skulu gjald­ast úr ein­um ald­ur­s­trygd­ar­grunni við skatt­a­fríari grund­upp­ hædd og eini skattskyldugari við­bót. Samhaldsfasti, fólka­pen­ sjón og viðbót enda sostatt í ein­um og sama potti. Partarnir á arbeiðs­markn­ a­ð­i­num hava umsitið Sam­ halds­fasta í 27 ár, og skip­anin hev­ur riggað væl øll árini. Sera ó­rógv­andi er, at pol­ itiskir flokk­ar nú vilja ogn­ar­ taka fæ­ið í grunninum. Vit mótmæla ætlanini, tí land­ið eigur onki í Sam­halds­ fasta, og hann skal ikki brúk­ ast til at fíggja eina líðandi av­ tøku av fólka­pen­sjón­ini, sum tykist vera ein­asta málið við at leggja skip­an­ir­nar saman. Havnar Arbeiðskvinnufelag Havnar Arbeiðarafelag Latið Sam­halds­ fasta fáa frið! Mette Frederiksen er á veg til Føroya á vitja. Tað segði hon í setanarrøðu síni í Fólka­ting­inum í gjár. Hon segði, at hon hevði avrátt við Bárð Nielsen, løgmann, at hon skjótast kemur til Før­oy­ar. Hon vísti á, at stóri áhugin fyri Ark­tis hevur hálað Føroyar og Grøn­ land longur út á altjóða pallin, og at hon tí væl skilir ynskið hjá før­oy­ing­ um og grønlendingum um virkn­ari leiklut á uttanríkis- og trygd­ar­poli­t­ iska økinum. Hon segði seg vera samda við før­ oy­ingum og grønlendingum í, at sam­ starv­ið skal styrkjast, og at partarnir skulu kunna hvønn annan. Eitt sindur meira enn undangongu fólk henn­ara í Forsætismálaráðnum legði hoon dent á, at vit eru trý lond, trý fólk og tríggj­ar mentanir í rík­is­ fel­ags­skap­i­num. Hon gav á Fólkatingsins røðara­ palli føroyingum og grønlendingum eina opna innbjóðing til samstarv á økj­um, sum eru til felags gang fyri báð­ar partar. – Eisini vil eg siga norðuratlantisku lim­u­num í Fólkatinginum, at stjórnin vil rað­festa samstarvið við tykkum og taka tykkum við í arebeiðið, segði hon. Hon vísti á, at val júst hev­ur verið í Før­oyum, og at nýtt lands­ stýrið er skip­að: – Eg havi avrátt við Bárð á Steig Niel­sen, løgmann, at eg komi skjótt til Føroya, so vit kunnu fara undir sam­starv­ið. Tað gleði eg meg til, segði hon. Sambært samgonguskjalinum, so ætl­ar nýggja landsstýrið at sam­ráð­ ingar verða tiknar upp við donsku stjórnina um at endurskoða uttan­ ríkispolitisku heimildarlóginar, har mál­ið er at hava fulla ávirkan á utt­ an­rík­is­pol­itisk­um økjum, sum bara við­víkja Føroyum. Eisini stendur, at før­oysk­ir myndugleikar skulu tryggja sær innlit í og ávirkan og av­ gerð­ar­rætt á øll uttanríkis- og verju­ pol­it­iskum mál, ið hava týdning fyri Før­oyar. Og landsstýrið ætlar, at hetta skal tryggjast við lóg. Somuleiðis ætlar landsstýrið, at før­oysk um­boðan í altjóða fel­ags­ skap­um verður styrkt, og at vit fáa eyðgleiðarastøðu í ST og sjálv­støð­ ugum limaskapi í Norð­ur­landa­ráð­ num, WTO og øðrum altjóða fel­ags­ skap­um. Sum skilst vil Mette Frederiksen seta gongd á hetta arbeiðið, tá hon kemur til Føroya í næstum. Spurningurin er so, hvat vit skulu leggja í tað. Jørgen Niclasen hevur sagt, at blokkstuðulin úr Danmark ikki skal tiðnast uppaftur, hann varð frystur fast­ur fyri fýra árum síðani. So tað sleppur Mette Frederiksen und­an at taka støðu til. So er spurn­ ing­ur­in, um Bárður Nielsen eins og Jen­is av Rana ynskir at lata upp send­i­stovu í Jerusalem. Tað fer hon í øll­um førum ikki at ganga við til – tó at hon var sjáldsama positiv í mun til und­anfólk síni. Skilir væl ynskið um størri ávirkan á uttanríkispolitikkin METTE KEMUR Á VITJAN