Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. oktober 2019 · Nr. 113 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 JÓLABORÐHALD JÓLA­ BORÐIÐ SNÝR SEG UM FELAGS­ SKAP Tað er altíð skilagott við eitt jólaborð at brúka tíð upp á starvsfelagarnar heldur enn at dúva upp á snapsin Vilmund Jacobsen Her eru nøkur ráð um eitt jólaborð: • Ver tann, tú ert. Tað er týdningarmikið, at leiðarin ikki virkar sum eygleiðari. • Sum leiðari skálar og syngur tú við, samstundis sum tú hevur tingini undir kontroll. • Sum leiðari snakkar tú hugnaprát heldur enn um tung og týdningarmikil evni. Um hugnaprát kennist leiðaranum fjart, kann leiðarin fyrireika seg heima til onkur smáting at snakka um okkurt, sum dagliga verður snakkað um í fyritøkuni. • Við eitt jólaborð eigur tú at umhugsa, hvønn tú argar. Nógvir starvsfelagar tola tað, men onkur tolir tað kanska ikki. • Tú eigur eisini at ansa eftir, hvørjar skrønur tú fortelur. Tað er í finasta lagi, at tú ert stuttligur. • Sum leiðari eigur tú at minnast til, at orðini hjá tær kanska verða vigað og greinað á ein øðrvísi hátt. • Skuldi tað hent, at onkur starvsfelagi gerst ov drukkin, eigur tú sum leiðari at fáa ein starvsfelaga at taka sær av tí fulla og fáa viðkomandi til hús. • Leiðarin sleppur tá frá stríðnum, og hetta verður ikki so pínligt fyri starvsfelagan. Serstakt jólaborð í Garðahúsunum - Sum høvuðsrætt bjóða vit jóladunnu við fyllu, brúnkaðum eplum, waldorfsalati og sós – og omaná verður mandlurísur við heimagjørdari karamellusós og kirsubersós, siga Lena og Jákup Hansen í Søldarfirði Vilmund Jacobsen Í gomlu og hugnaligu Garða­ hús­unum í Søldarfirði hava hjún­ini, Lena og Jákupi Han­ sen, bjóðað heimablídni í nøk­ ur ár. Urtagarðurin kring hús­ ini er eisini ein fægd fyri eyga, og úr húsunum er vakurt út­ sýni yvir allan Skálafjørðin. Her hava hjúnini borðreitt við heimagjørdum mati í heim­lig­um og hugnaligum um­hvørvi, og her hava gestir – før­oyingar sum útlendingar – fingið alt frá heimabakaðari køku til eina 3-rættaða mat­ skrá. Fiskasúpanin, sum tey gera, er eisini kend og róst víða um, og tey eru mong, sum hava roynt hana. Eisini jólaborðhald Nú tíðin nærkast, tá fólk, bindi­klubbar, bólkar og ar­ beiðs­pláss annars fara at hyggja eftir, hvar jólaborðið skal verða í ár, bjóða hjúnini í Søld­arfirði fram hugnaliga um­hvørvið uppi á Gørðum. - Sum høvuðsrætt bjóða vit jóla­dunnu við fyllu, eplum, brúnk­aðum eplum, waldorf­ sal­ati og sós – og omaná bjóða vit mandlurís við heima­gjørd­ ari karamellusós og kirsu­ber­ sós. Lena og Jákup Hansen vísa í sínari lýsing á, at fólk ella bólk­ ar, sum kundu hugsað sær jóla­borðhald í Garðahúsunum, gera best við at skunda sær. Hjartaliga vælkomin Hjúnini fara at bjóða jóla­borð­ hald fram til 17. desember, og tá fólk bíleggja, verður bílagt fyri í minsta lagi seks persónar. - Fólk eru hjartaliga væl­ kom­in niðan á Garðar í Søld­ar­ firði, siga hjúnini í Søldarfirði. Hjúnini í Søldarfirði, Lena og Jákup Hansen, bjóða fram hugnaliga umhvørvið uppi á Gørðum til jólaborðhald Garðahúsini eru nakað heilt serligt, og her er nú høvi at tekna seg til jólaborð