týsdagur 1. oktober 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. oktober 2019 · Nr. 113
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • E-mail: amr@amr.fo • Heimasíða: www.amr.fo
Løgfrøðingur til Almannamálaráðið
Almannamálaráðið søkir eftir løgfrøðingi til setan skjótast gjørligt.
Sum løgfrøðingur í Almannamálaráðnum verða uppgávur tínar m.a. at tilevna lógaruppskot og
uppskot til kunngerðir á málsøkinum hjá Almannamálaráðnum, at svara fyrispurningum frá
Løgtinginum, øðrum myndugleikum og borgarum og at tulka lógir og reglur fyri stovnar undir
Almannamálaráðnum.
Tú fert eisini at evna til og verða partur av tilgongdum, sum hava til endamáls at bróta upp úr
nýggjum og gera hugskot til veruleika.
Talan er um starv í einum spennandi politiskum umhvørvi, og skalt tú vera før/ur fyri at kunna
arbeiða undir einum ávísum trýsti.
Førleikar
Tú hevur løgfrøðiligt prógv við viðkomandi starvsroyndum. Lesandi, sum eru um at gera
útbúgving sína lidna, eru tó eisini vælkomin at søkja.
Starvsroyndir frá miðfyrisiting ella aðrar viðkomandi starvsroyndir eru ein fyrimunur.
Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú
hevur politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild.
Hóast starvið er sjálvstøðugt, og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar loystar í samstarvi við aðrar
starvsfelagar í Ráðnum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið
verður
sett
sambært
sáttmála
millum
Fíggjarmálaráðið
og
Búskapar-
og
løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um Almannamálaráðið og stovnar undir tí, umframt
Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:
Almannamálaráðið
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn
ella umvegis teldupost á amr@amr.fo
Umsóknarfreist
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. oktober, kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Marjuna T. Magnussen, deildarstjóra, á tlf.
734060 ella umvegis teldupost á marjun.magnussen@amr.fo.
Almannamálaráðið, ið umsitur almannamál, bústaðarmál, javnstøðumál og persóns-,familju- og
arvarætt, veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.
Okkum er fráboðað, at ábyrgdaraskjøl nr.
0101197
0105427
0104528
0105435
0113810
0115864
0124529
0125525
eru burturblivin.
Tann sum hevur hesi skjøl um hendi,
verður biðin innan 3. mánaðir at prógva
rætt sín, ella verða omanfyri nevndu skjøl
ógildað.
01.10.2019
NORÐOYA SPARIKASSI
700 KLAKSVÍK
ÓGILDISLÝSING
30.000 KR
Koyrt 89.600 km. Í góðum standi
Sýnaður 2017. Forrúturin má skiftast
Áhugað kunnu ringa til: 522324
SUZUKI SPLASH
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á