Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. oktober 2019 · Nr. 116 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Sam­ koma 30 ár í Hoyvík TÍÐINDI SÍÐA 10-11 Toyota selt mest seiastu 10 árini SÍÐA 22-23 Í morgin eru fimm ár síðani klædn­a­handilin Hon og Hann læt upp í R. C. Effersøesgøtu í Havn. – Eg helt, at tað var brúk fyri ein­um handli, sum seldi bílig klæði, men við góðum merkj­um. Hetta eru handlar, sum vit kenna væl uttanífrá, at slík­ir handlar ikki nýtast at vera so dýrir, hóast dygdin og merk­ini eru góð, sigur Hav­ grím­ur Johannesen, sum vit best kendu frá undirhalds- og mat­stov­u­vinnuni í Havn. – Nógva av merkjunu, sum vit selja, hava verið kend í meira enn 30 ár í Føroyum, og tí vildu vit fegin veita før­oy­ ing­um bílig klæði av kendum merkj­um, sigur hann. Handilin Hon og hann er ein klædnahandil við víð­fevnd­ um úrvali til bæði kvinn­ur og menn. Sum serøki hjá handlinum, nevn­ir Havgrímur Jo­hann­ sen, at tey bjóða klædningar av hádygd við strekk til allar menn í øllum støddum og øll­ um vavi. – Júst hetta er spesialið hjá Hon og Hann, sigur Hav­grím­ur. – Tað at handilin er beint við SMS hevur víst seg at vera eitt plett­skot. Hetta granna­ lag­ið við einum 90 metrum í­mill­um sølumiðstøðina og klædn­a­handilin í R.C. Effers­ øes­gøtu er beinleiðis støð­ið undir einum fittum spák­ ing­ar­túri ímillum tveir dyn­ am­isk­ar deplar í Havn, sigur Hav­grímur Johannesen, sum leggur afturat, at einki hevði borið til uttan ein trú­fastan og dygdartilvitaðan kunda­skara og dugnaligt starvsfólk. Handilin heldur fimm ára dag­in við at bjóða sokkar fyri 5 krónur parið. Havgrímur handlað við klæðum í fimm ár Klaksvíkar Sjónleikarfelag er far­ið inn í gomlu læknahúsini í Klaks­vík. Læknahúsini, ið standa við síðuna av Klaksvíkar Sjúkr­a­ hús, vórðu bygd fyri góðum 90 árum síðani og hava verið nýtt sum bústaður hjá lækna og sum læknahús. Húsini hava staðið tóm síðani einarferð í níti ár­unum, men nú eru fólk frá sjón­leik­ ar­f­elagnum í Klaksvík far­in inn í bygningin. Arbeitt verð­ ur við at umskapa lækna­hús­ ini til sonevnt ræðsluhús, sum fólk fáa høvi at vitja. – Tað verður eitt hús, har djúp­asta ræðsla tín, ringasta marra tín og væl goymdi ótti tín gerast til veruliga veru­ leika tín, sigur Klaksvíkar Sjón­leik­ar­felag í fráboðan. Ræðsluhúsið letur upp 21. ok­to­ber og hevur opið fram til 3. november. Halloween- kvøld­ið, sum er 26. oktober, verð­ur serligt tiltak í húsinum Gomul læknahús verða ræðsluhús Handilin Hon og Hann í R. C. Effersøesgøtu í Havn hevur fimm ára føðingardag í morgin Hóast politikar tosa nógv um grøna orku, og hóast grøna orku­um­legg­ing­ in fylti nógv í valstríðnum, so er grøn orka ikki tað, sum eyðkennir nýggju lands­stýrisfólkini. Bilblaðið, sum er í Sosialinum í dag, hev­ur spurt landsstýrisfólkini, hvørj­um bilum tey koyra í, og um tey hava valt sær el-bil ella annan bil við held­ur grønari orkukeldu enn bensin ella diesel. Men nei. Tað hevur eingin teirra gjørt. Eingin hevur valt at slóða fyri – men tey vilja heldur elta aftaná fyri at síggja, um tað riggar hjá ørðum. Sjálvandi skulu vit ikki leypa á blám­an – ella vera hysterisk á orku­ øk­i­num, sum eitt av lands­stýr­is­fólk­ u­num tekur til. Tá Sosialurin í vár spurdi øll løg­ tings­fólk­ini og landsstýrisfólkini, sum tá sótu, var skil­ið hitt sama. Eing­in av teimum átta í lands­stýr­i­ num hevði »grønan bil«, øll koyrdu ann­að­hvørt við bensin ella diesel, utt­an ein, sum als ikki koyrdi bil. Í samgonguskjalinum frá 2015 søgdu teir tríggir flokkarnir, at »í minsta lagi helvtin av øllum set­hús­ um og bygningum skulu innan fyri 10 ár skulu hitast við grønari orku. Tað vil siga í 2015. Í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orku. Fyri at gagn­nýta elorkuna í yvirskoti og geva rúm fyri størri útbyggingum skal eggj­a­st til grøna orkunýtslu hjá hús­ar­haldum, í flutningi og í vinnu. Ver­andi stuðuls- og avgjaldsskipanir skul­u umleggjast til tess at røkka mál­unum. Allir almennir nýbygningar skulu hit­ast við grønari orku, og ætlan fyri ork­u­sparing og -umlegging gerast fyri eldri bygningar«. Nýggja landsstýrið sigur, »at vit skulu gera grønar orkuloysnir bí­lig­ari fyri brúkaran og seta í verk skip­an­ ir og lóggávu, ið minka um til døm­is dálk­ing og matoyðsl. Munandi meira ferð eigur at verða sett á fram­leiðsl­ una av grønari orku. Fyri at røkka hes­um máli verður arbeitt fyri at tryggja størri kapping á framleiðslu- og søl­u­síðuni«. Um upphiting av almennum bygn­in­gum verður sagt í nýggja sam­ gong­u­skjalinum, at »almennir bygn­ ingar skulu í mest møguligan mun hava grøn­ar orkuloysnir«, og mál­ið um ein­ar grønar Føroyar í 2030 verð­ ur ikki nevnt. Í spurnarumfarinum hjá Sos­ial­i­ num í vár sást, at 82,5 prosent av øll­ um politikarum hita hús síni við olju. Nøk­ur fá hava fjarhita, men tað eru fólk, sum búgva í Hoyvík, har annar møgu­leiki ikki er. Ein hevði jarð­hita og tvey høvdu hitapumpu. Jú sanniliga skal onkur slóða fyri á um­hvørvisøkinum. Men í Føroyum eru tað so ikki politikararnir, sum gera tað. Tað ger fólkið í rímuliga stór­an mun, meðan politikararnir snakka sítt snakk, sum teir kanska meina í álvara – men ikki so nógv, at teir vilja vera fyrimyndir á økinum. Nógv snakk um grøna orku, men tey brúka bara svarta orku POLITIKARAR SLÓÐA IKKI FYRI