Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað fer ikki aftur við borðinum, at Am­ bod.fo í J.C. Svabosgøtu 60 í Havn nú hava fimm ár á baki. - Vit fara aftur í ár at hátíðarhalda føð­ingardagin við einum braki av eini føðingardagsútsølu, sigur Hjalti Lam­ hauge. Føðingardagsútsølan hjá Ambo.fo byrjar hósmorgunin klokkan 9, og longu kvøldið fyri eru tilboðini tøk á heima­ síðuni www.ambod.fo - Júst, hvør dagfestingin var, tá Am­ bod.fo byrjaði sítt virksemi, er eitt sind­ ur ógreitt, tí byrjað varð í smáum í einari “holu” aftan fyri húsini hjá foreldrum mín­um. Brosandi tekur Hjalti Lamhauge til, at tað munnu vera onkur viðskiftafólk, sum minnast hesa “holu”, har tey komu at síggja úrvalið hjá teimum. Virksemið vaks Fyrstu árini sigldi Hjalti Lamhauge sum maskinmeistari í norsku frá­landa­ vinnuni, meðan makkarin, Kristian Holm, var dagligur leiðari í handili­num. Men, fyri sløkum tveimum árum síðan var virksemið hjá fyritøkuni vaks­ ið so mikið, at ikki bar til at vera burt­ur helvtina av árinum og reka handil­in við síðuna av. Tí tók Hjalti Lamhauge ta avgerð at koma í land og brúka sína tíð til Ambod. fo burturav. - Síðan tá er nógv hent, og fíggjarliga grundarlagið er munandi ment, eins og fleiri dygdarveitarar eru lagdir aftrat. Goymslan er vaksin munandi, og talið av viðskiftafólki er farið sama veg. Hjalti Lamhauge fegnast um, at fleiri og fleiri vinnukundar eisini hava fingið eyguni upp fyri tí stóra úrvali hjá Am­ bod.fo - Tað hevur eisini givið úrslit, at okkara úrval sæst um okkara heima­ síðu, sigur hann. Teir hava “drive” Hvørki Hjalti Lamhauge ella Kristian Holm høvdu nakra fína handils­út­búgv­ ing ella søluroyndir, áðrenn teir fóru í holt við Ambod.fo Men, teir høvdu í staðin eitt “drive” og veru­ligar royndir við at brúka amboð. - Einki er betri enn veruligar royndir, staðfestir Hjalti Lamhauge, sum tískil eisini, síðan hann gavst at sigla, hevur verið fleiri avloysaratúrar í norsku olju­ vinnu­ni. Báðir eru teir sannførdir um, at tað munnu vera fáir amboðsveitarar í Før­ oyum, sum vita meira um amboð enn teir sjálvir, sum eiga og reka Ambod.fo. Stórt og smátt Ambod.fo leggur sera stóran dent á at hava rætta amboðið, bæði til tann privata brúkaran, sum skal hava eina hill upp at hanga – og til vinnukundan, sum skal arbeiða upp á stórar maskinur. - Vit eru nevniliga her fyri øll, sigur Hjalti Lamhauge. AMBOD.FO FIMM ÁR Á BAKI - Hetta hava verið fimm sera spennandi og mennandi ár, sigur stjórin og annar av eigarunum av Ambod. fo, Hjalti Lamhauge BILAR LÝSINGATILFAR