týsdagur 8. oktober 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Toyota er mest seldi bilur í Føroyum
seinastu 10 árini. Tað vísir samanteljing,
sum Sosialurin hevur gjørt burtur úr
hagtølum hjá Akstovuni.
Í fimm ár av teimum seinastu 10
árunum hevur Toyota verið mest seldi
bilur í Føroyum. Seldir eru 2.417 Toyota
bilar tilsamans árini 2009 til 2018.
Næstur er Citroen, sum tríggjar ferðir
seinastu 10 árini hevur veirð mest seldi
bilur í landinum. Tað var í 2012, 2013 og
í 2015. Tilsamans hesi tíggju árini eru
seldir 2.187 Citroen bilar í Føroyum.
Á triðja plássi kemur Volkswagen,
sum hevur verið mest seldi bilur í Før
oyum tvær ferðir seinastu 10 árini, í 2017
og í 2018. Volkswagen er eisini mest seldi
bilur í Føroyum higartil í ár. Tilsamans
eru seldir 1.436 Volkswagen bilar árini
2009 til og við 2018.
Talið av akførum í Føroyum er vaksið
nógv seinastu 10 árini. Síðani 2009
eru seldir 22.468 nýggir bilar. Sølan er
næstan trífaldað. Talið av nýggjum bil
um, sum vórðu seldir í fjør var 2,8 ferð
ir størri enn í 2009, tá seldir vóru 1.053
nýggir bilar. Í fjør vóru seldir 2.982 nýgg
ir bilar, sui er met.
Tað hevur so eisini við sær, at talið av
akførum á føroysku vegunum er vaksið
munandi. Í 2009 vóru tilsamans 30.431
akfør skrásett í Føroyum. Hetta talið
var 30. september í ár 38.714. Heldur
sølan av nýggjum bilum sær seinasta
ársfjórðingin av hesum árum, so fara at
verða seldir yvir 3.100 nýggj akfør, og
verður tað fyrstu ferð, at talið av nýggj
um skrásettum akførum í einum ári fer
upp um 3.000 akfør.
Fyrsti bilurin kom til Føroya í 1922.
Tað var ein eitt tons lastbilur av slag
num Ford T. Hann kom við DFDS skipi
num »Island« á Havnina tann 6. mai í
1922. Næstu árini komu nakrir bilar til
landið, men tað var ikki fyrr enn vit
komu upp í sekstiárini, at bilatalið veru
liga tók dik á seg.
Fara vit fimmti ár aftur í tíðina, so
vóru tá 3.001 bilar skrásettir í Føroyum.
Fimm ár seinni í 1975 varð talið vaksið
til 6.825, og í 1981 var talið komið upp um
12.000 bilar. Í 1988 fer talið upp á umleið
19.000 bilar, men tá vit koma í kreppu
árini í nítiárunum minkar talið aftur. Í
1993 er talið komið niður á 15.000 bilar.
Men tað kvinkar skjótt uppaftur, og í
1998 er talið komið upp um 16.000 bilar.
Í 2003 fer talið upp um 20.000 og í
2008 er talið umleið 30.000 bilar.
Altjóða fíggjarkreppan merktiskt
eisini í Føroyum, og í 2010 og í 2011
minkar talið av akførum á føroysku
vegunum eitt vet, til tað aftur vendir í
2013. Og síðani hevur tað gingið framá.
Talið av akførum skrásett í Føroyum
vaks frá 2013 fram til 1. oktober í ár frá
30.264 til 38.714.
Síðani 1. januar í 2009 eru seldir 22.468
nýggj akfør í Føroyum. Tað vil siga, at
av teimum 38.714 akførunum, sum vóru
skrásett í Føroyum 1. oktober í ár eru
16.246 skrásett fyri 1. januar í 2009 – ella
eldri enn 10 ár.
TOYOTA ER MEST SELDI
BILUR Í FØROYUM
SEINASTU 10 ÁRINI
BILAR
2.417 Toyotabilar eru
seldir í Føroyum seinastu
10 árini. Næstur Toyota
eru Citroen og Volkswagen