týsdagur 8. oktober 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BILAR
13 km um tíman tvífaldar
vandan fyri at doyggja
– Halt hámarks
ferðina – fyri tína
egnu skuld og fyri
tíni nærmastu
Tú kennir tað helst væl. Tú
hevur skund. Skalt bara líka
eitt ørindi, náa ein fund,
barnagarðurin letur skjótt aft
ur, ella okkurt annað, sum ger,
at tú loyvir tær at trýsta eitt
lítið sindur harðari á spitaran.
Bara eitt sindur skjótari enn
loyvt. Øll hini gera tað eisini.
Tað hevur ikki so stóran týdn
ing. Ikki rættiliga. Bara 10
kilometur um tíman skjótari?
Í gerandisdegnum merkja
vit ikki so nógv til avleiðing
arnar av ov nógvari ferð. Tú
merkir ikki veruligu megina,
fyrr
enn
óhappið
hendir.
Flestu okkara koyra í bilum,
sum eru so tryggir, væl bjálv
aðir og við stórum motori, at
tú merkir næstan ikki á bil
inum, um ferðin verður ov høg.
Men ert tú fyri óhappi,
tástaðni merkir tú munin á 80
kilometur um tíman og 90
kilometur um tíman. Tað kann
verða munurin á lívi og deyða.
Og tað kann broyta alt. Hjá
tær – ella tínum nærmastu.
– Ov nógv ferð er orsøk til
50 prosent av øllum deyðsvan
lukkum.
– Sjálvt smáu ferðøkingarn
ar hava stóra ávirkan.
– Í 62 prosentum av øllum
deyðsvanlukkum á donskum
vegum við mest loyvdu ferð á
80 kilometur um tíman, koyrdu
bilførararnir minni enn 20
kilometur um tíman ov skjótt
(tølini eru frá 2015).
– Koyrir tú 95 kilometur um
tíman og noyðist at bráðsteðga,
hevur bilur tín framvegis eina
ferð á 62,5 kilometur um tíman,
tá bilurin, sum koyrdi 80 kilo
metur um tíman stendur stillur!
– Koyrir tú 93 kilometur um
tíman í staðin fyri mest loyvdu
80 kilometur um tíman, tví
faldast vandin fyri at doyggja í
einum frontalum samanstoyti.
(Kelda: Rådet for Sikker
Trafik)
Ger bilin
vetrarkláran við
Kambsdalur
Kambsdalsenni 5
611020
Tórshavn
Fútalág 1
611010
Grafix 504251