Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-08, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2019síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116 LÆRUGREIN OG DAGUR LÆRARI TLF. Bakiskeið við Annfinni - Breyð og kakur Leygardag 9. nov., 23. nov. og 11. jan Annfinnur í Soylu 214649 kl. 10.00-15.00 Brodering- møguleiki at evna egið mynstur 4 leygardagar eftir avtalu byrjar leygardagin 26.10.19 kl. 10.30-15.30 Súsan í Jákupsstovu 218617 Føroyskt sum fremmandamál Eftir avtalu kl.19.00-20.30 Gudny Hentze 258228 Hondarbeiði Mánadag kl. 19.00-22.00 Frida Poulsen 581668 Hip Hop fyri ung Fríggjadag kl. 16.15 – 17.15 Frida Poulsen 581668 Kór Mánadag kl. 19.00-21.00, byrjar 28.10.19 Susanne Brattaberg 273711 Koyrikort til prutl Sambært avtalu Karl Vidtfeldt karl-v@olivant.fo Linedansur Týsdag kl. 19.00 – 20.00 Óroynd Kristrún og Týsdag kl. 20.00 – 21.00 Roynd Heiðrunn 561184/212052 Postalínsmáling o.a. Týsdag kl. 19.00-22.00 Súsanna Jensen 214528 Maskinbinding og tilgerð til fø. búna Vikuskiftisskeið 25., 26. okt., 15, 16 nov. og 24, 25 feb. Bjørg Mohr 226931 Frí. kl. 18.30-22.00, leyg. 10.00-17.00 Tekni -og seymiskeið Mikudag kl. 19.00-22.00 Frida Poulsen 581668 Tilmelding fer fram hjá avvarðandi lærara. Tekning til ØLL skeiðini fer fram áðrenn 18. oktober 2018 Tilmeldingargjaldið er kr. 450,00. Brodering og bakiskeiðið hjá Annfinni kr. 300,00. Luttakarar gjalda fyri tilfar. Kunnað verður um kostnað fyri skeiðið “Koyrikoyrt til prutl” við tilmelding. Peningurin skal gjaldast á konto 6460-4475471. Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku og myndugleikanna góðkenning. Undirvísingin byrjar í viku 43. Ætlanin er at hava onnur styttri skeið gjøgnum veturin, og verða tey lýst á heimasíðu skúlans www.meginskulin.fo Kvøldskúlin á Sandoyar Meginskúla Veturin 2019/2020 Almenn frítíðarundirvísing Fakligur stjóri til Gigni Ert tú heilsufrøðingur og ynskir tú at ávirka og menna fakliga virksemið hjá Gigni, so er starvið sum fakligur stjóri í Gigni ein áhugaverdur møguleiki. Um Gigni Gigni er skipað bygnaðarliga undir Heilsutrygd, tó við sjálvstøðugari játtan á fíggjarlógini til heilsufakligu tænastuna. Gigni virkar sambært løgtingslóg um “Fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung”, og umsitur heilsufrøðiliga tænastu til m.a. barnafamiljur, skúlabørn, skúlar, barnaverndartænastur og stovnar fyri børn og ung. Um starvið Fakligi stjórin fyri Gigni hevur fakligu ábyrgdina av heilsufrøðiligu tænastuni, og skal í tøttum samstarvi við stjóran á Heilsutrygd raðfesta fakliga arbeiðið. Fakligi stjórin fyri Gigni fær ábyrgdina av: • Fakligu leiðsluni og menningini av Gigni • Starvsfólkaviðurskiftum hjá heilsufrøðingunum sum starvast í Gigni Í høvuðsheitum skal fakligi stjórin í Gigni røkja hesar uppgávur: • Umsita løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung • Tryggja, at Gigni fylgir ásettu lóg og kunngerð • Menna og viðlíkahalda heilsufakliga virksemið • Skipa heilsufrøðiliga virksemið • Gera viðmerkingar til ætlaðar lógarbroytingar og kunngerðir innan fólkaheilsu til børn og ung • Raðfesta heilsufakliga virksemið innan fíggjarligu karmarnar • Taka lut í viðkomandi arbeiðsbólkum og nevndum • Luttaka á viðkomandi norðurlendskum og altjóða fundum Førleikakrøv Tann, ið settur verður, skal hava lokið prógv sum heilsufrøðingur. Umráðandi er, at tann, ið verður settur, hevur evni at seta í verk fyriskipanir og hevur nútíðar leiðslueginleikar, innlit og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í eini almennari fyrisiting. Av tí, at starvið ber í sær víttfevnt samstarv, verður dentur lagdur á at finna ein persón við góðum samstarvsevnum, sum er álitisvekjandi og vísur myndugleika. Nýggi fakligi stjórin má duga at arbeiða sjálvstøðugt, at veita eina góða tænastu, og at miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar. Løn- og setanartreytir Starvið verður sett undir Heilsutrygd, við beinleiðis tilvísing til stjóran. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, og flokkað sum leiðari 5 (stig 11) sambært hesum sáttmálanum. Starvið verður sett frá 1. januar 2020, ella eftir nærri avtalu. Nærri upplýsingar Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Egil á Bø, stjóra á Heilsutrygd, tlf. 794002, ella teldupost eab@heilsutrygd.fo Umsókn Skrivlig umsókn saman við avriti av CV, prógvi og yrkisbrævi (autorisatión), viðmælum o.ø., skal sendast til: Heilsutrygd Postsmoga 52 Klaksvíksvegur 7 710 Klaksvík ella við telduposti á heilsutrygd@heilsutrygd.fo Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. november 2019, kl. 12:00.