týsdagur 8. oktober 2019síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116
40
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda
samkenslu og hjálpsemi, tá bróður okkara
Fróði á Sagbonki
f. 11.07.1952 d. 15.12.2018
andaðist og var jarðaur.
Takk fyri heilsanir, blómur og kransar.
Takk til prest, sangarar og til tykkum,
sum á ymiskan hátt hjálptu til.
Takk til tykkum, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Óluva og Marni við familju
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum, ið á ymiskan hátt
sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara
kæri maður, pápi, abbi, verfaðir og bróðir
Magnus L. Olsen
vanliga nevndur Magnus á Báruni
F. 2. oktober 1939 D. 7. juli 2019
lá sjúkur, doyði og fór til gravar.
Tøkk øll tit ið vitjaðu hann.
Tøkk fyri troystarík orð og urguspæl í
kapellinum. Tøkk fyri sigandi, serstakar
talur, rørandi sang, urguspæl, bønir,
umhugsni og hjálp í Ebenezer.
Tøkk øll fjøldin, ið gav Magnusi so
virðiliga jarðarferð og fylgdu honum
seinasta teinin. Tøkk fyri hjálp, sang
og bøn við grøvina.
Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar
og minnisgávu til Zarepta.
Tøkk fyri HB-húsið, matgerð, bakstur
og alla hjálp í ervinum.
Jesus pápi fylgi tykkum øllum.
Familjunar vegna
Annefía, Pauli, Knút, Suffía, Marin,
Billa og Margit
TØKK
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá
okkara elskaða mamma, vermamma, omma
og langomma
Margith Petrea Holm Jacobsen
f. Vestergaard
f. 10. september 1928 og d. 28. mai 2019
andaðist og varð jarðað.
Takk til tykkum øll sum á ymiskan hátt
hjálptu til við jarðarferðini. Takk til Jákup
Olsen, Svenning á Lofti, sangarar og
orgulleikara. Somuleiðis takk
til tykkum, sum bakaðu.
Takk til tykkum heimahjálpir fyri
tykkara umsorgan og tykkum á B6
hennara seinastu tíð.
Takk fyri heilsanir, blómur og kransar.
Takk til tykkum øll, ið fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldastað.
Vegna tey avvarandi
Kristian, Lív, Poul og Julianna við familjum
TØKK
Hjartaliga takka vit fyri samkenslu, umsorgan
og hjálpsemi, tá ið kæri bróðir okkara
Óla Jákup Olsen
f. 16.10.1936 d. 16.08.2019
var sjúkur, andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fái tit, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Systkini við familju
Elin, Gunnleyg, Finngerð og Emil
TØKK
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá okkara elskaða kona, mamma,
vermóðir, omma, langomma, systur og vinur
Selma Tindalíð
fødd Neshamar
f. 9. desembur 1956 – d. 23. august 2019
andaðist og varð jarðað
Takk til Dronning Ingrids Hospital, Nuuk,
fyri vælvild gjøgnum sjúkugongd.
Takk til starvsfólkini á Alborg
Universitets Hospital Syd, deild A2,
fyri umsorgan og linna.
Takk til Uttanlandstænastuna og Atlantic
Airways fyri samskipan og góða tænastu
í samband við seinastu flogferðini her á fold.
Takk til B6 á Landssjúkrahúsið fyri
at vit avvarandu sloppu at vera
um Selmu alt døgnið, tær síðstu dagarnar
hon var millum okkum.
Hjartans takk til samkomuna
í Ebeneser, Nuuk.
Hjartans takk til samkomuna
í Siloa, Fuglafjørður.
Takk til øll sum á ymiskan hátt hjálptu
til við jarðaferðina og bakaðu til ervið,
og tit øll, sum fylgdu Selmu til hennara
seinasta hvíldarstað.
Takk fyri blómur og minnisgávur til
summarleguna Naalersitaq.
Hjartans tøkk øll somul og mest av øllum
takk til okkara Gud og frelsara, Jesus Kristus.
Vegna tey avvarandi
John, Maria, Jacob, Oli, Solveig, Dinna og
Susanne við familjum
Tøkk
Øllum tykkum mongu, ið mintust meg á 85 ára
føðingardegnum 16. juli takki eg hjartaliga.
Harrans signing, ynski eg øllum.
Kærar heilsur
Sunneva Sørensen, Porkeri
Dreymastarvið finnur tú á in.fo