Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-08, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2019síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116 42 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Søkir eftir: Sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarv frá 1. december 2019 til 31. december 2020 Talan er um setanarbrøk 0,75 svarandi til 30 tímar um vikuna. Viðkomandi skal kunna arbeiða úti í økinum og inni á stovnum. Arbeiðstíðin er skiftandi dag- og kvøldvaktir. Heilsuhjálpara í farloyvisstarv í heimatænastuna í sunnaru helvt frá 1. november 2019 til 31. august 2020 Talan er um setanarbrøk 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna. Viðkomandi skal kunna arbeiða úti í økinum og inni á stovnum. Arbeiðstíðin er skiftandi dag - og kvøldvaktir. Arbeiðsuppgávan: Er at veita umsorgan, heilsu- og sjúkrarøkt og at stuðla borgarunum, sum búgva heima og á bústovnum. Tænastan byggir á virðing millum starvsfólk og borgara. Førleikar: Fyriuttan útbúgving, sum ávikavist sjúkrarøktarfrøðingur og heilsuhjálpari, er tað ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan økið. Vit vænta, at tú: • Hevur telduførleika á brúkarastøði • Hevur koyrikort til persónbil Vit bjóða: • Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú ert við til at mynda og menna tænastuna í økinum • Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi • Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi • Ein fakligan og spennandi gerandisdag Lønar- og setanartreytir: Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag. Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Daimi K. úr Hørg eindarleiðara tlf. 793501. Umsókn: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til: Bú- og Heimatænastan att. Anna Djurhuus, leiðari Eiðisvegur 28, 900 Vágur ella annad@bhs.fo Umsóknarfreist 21. oktober 2019 Frammi í Dal 166 – 410 Kollafjørður Tlf. 47 90 00 - T-post: bst@bst.fo Stuðul til føroysk húsdjór Stuðul til føroysk húsdjór verður veittur við heimild í løgtingslóg nr. 32 frá 6. mars 2003 og kunngerð nr. 76 frá 15. mai 2018. Studningur kann latast til alidjór og til verkætlanir, sum eru góðkend ella góðkendar av Búnaðarstovuni. Fyri at fáa stuðul í 2019 skal umsóknarblað fyllast út. Umsóknarbløðini kunnu takast av heimasíðu Búnaðarstovunar www.bst.fo . Síðsta freist at søkja er hin 01.11.2019. Frammi í Dal 166 – 410 Kollafjørður Tlf. 47 90 00 - T-post: bst@bst.fo Stráfóðurstuðul 2019 Stuðul til egið framleitt stráfóður verður veittur við heimild í løgtingslóg nr. 32 frá 6. mars 2003 og kunngerð nr. 76 frá 15. mai 2018. Studningur verður latin til egið framleitt stráfóður, sum verður brúkt í neytahaldinum ella seyðahaldinum. Stráfóður er súrhoyggj í brunni ella rullubyrðu og hoyggj. Studningur kann vera treytaður av, at fóðrið lýkur ásett góðskukrøv frá Búnaðarstovuni. Umsóknarbløð kunnu fáast av heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni www.bst.fo ella við at ringja til Búnaðarstovuna tlf. 479000. Freistin at søkja um stráfóðurstuðul fyri 2019 er 1. november 2019. Telefonráðgevingin við advokati felagsins er broytt Frá hósdegnum 10. oktobur 2019 kunnu limir felagsins ringja til advokatin hósdagar á telefon 312101 frá kl 14.00 – 16.00 Fiskamerkir Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakasti um 12500 kr., er 1. november. Jørð til sølu í Miðvági Við hesum verður matr.nr. 13d í Miðvági lýst til sølu til hægstbjóðandi. Ognin fevnir um 10 gyllin í haganum Heimaraleiti, matr.nr. 420, Miðvágur. Harumframt er talan um innangarðsjørð, 5.166 fermetrar sambært tingbókini, sum liggur í landbúnaðarøki K2, omanfyri býlingin Norðuri í Heiðum. Tilboð um keyp skulu vera skrivlig og verða at senda SÓKN Advokatum, sí niðanfyri. Saman við boðnum skal sendast váttan frá peningastovni um, at tann ið bjóðar, hevur fígging tøka. Gjørt verður vart við, at seljari ikki hevur skyldu at taka av ávísum boði og kann velja at havna øllum boðunum. Innkomin tilboð eru í trúnaði, til ognin er seld. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til SÓKN Advokatar, Eyðbjørn Larsen, advokat á tlf. 219325 ella tlf. 660500, ella á teldupostadressuna: eyl@sokn.fo. Minnist til haldargjaldið Sosialurin · Tórsgøta 1 · FO-110 Tórshavn