hósdagur 10. oktober 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
11. OKTOBER 2019
Rætting
til
Vilja ikki fá
ast við fullar
menn
Í blaðnum
mánadagin
skrivaðu vit
um
aftur
vendandi
trupulleikan
við, at lø
greglan og
alarmsen
tralurin ikki
hava hug at
fáast við full
ar og avdotnar menn, ið bæði eru til ampa
fyri seg og onnur í greinini Vilja ikki fáast við
fullar menn.
Í greinini skrivaðu vit millum annað um
ein tilburð á einum viðgerðarstovni í Havn.
Av misgáum skrivaðu vit, at talan var um
Herbergið.
Hetta var ikki rætt og
biðja vit starvsfólkini á
Herberginum og lesar
ar okkara at halda okk
um til góðar.
Tað var ikki á
Herberginum
RÆTTING
Les eisini blaðið
á telefonini
Anna hevur livað
saman við tveim
um flokkum
Siðsøga 24-25
Aktivisturin Knud
Andersen deyður
21
Í gjár var partalagsavtala undirskrivað,
sum skal fremja um- og útbygging av
verandi Posthúsi í Klaksvík til stórsligið
mentanarhús.
Byggiharri er Grunnurin Mentanar
húsið í Klaksvík, og eru sáttmálar í sama
viðfangi undirskrivaðir við Ósbjørn Jac
obsen Arkitektar, sum hava projekter
ingsleiðsluna.
Aðrir ráðgevar eru Spenn Sp/f – kon
struktiónir, PB-Consult - HVS, LBF - EL
og Steingrund Akustik Sp/f -
Akustik. Sáttmálar eru eisini
undirskrivaðir við Kanjon, sum
er høvuðsarbeiðstakari og síðani
við arbeiðstakararnar innan
HVS, Sp/F Victor á Lakjuni og
innan EL, ið er TTS.
Kostnaðurin er mettur til kr.
60 mill og sambært tíðarætlanini
skal bygningurin standa liðugur
á sumri 2022. Tað fyrsta,
sum hendir nú, er at flyta
leiðingar hjá Føroya Tele,
sum liggur yvir um byggi
økið. Eftir tað verður
byggiplássið innrættað so
útgravingin kann byrja
fyri jól – samstundis
verður projekterað av
øllum alvi.
Talan er heilt víst um
eitt spennandi hús, sum í
stóru høllini til leikupp
setan kann hýsa 380 fólk
um, men við borðuppstill
ing til selskapir, kann
hýsa væl meir enn 400
fólkum – eitt spennandi mentanarhús til
margnýtslu, sum Klaksvík sanniliga
hevur brúk fyri.
Húsið fer at vera karmur um alskins
mentanarupplivingar í framtíðini, sam
stundis sum húsið eisini eftir ætlan kann
brúkast til vinnuligtiltøk, fyrilestrar, bý
ráðsfundir, ráðstevnir og annað. Í húsi
num er eisini øki gjør, til café umhvørvi,
ið fer at virka sum eitt savnandi stað fyri
virksemið í húsinum og býnum annars.
Í blaðnum...
ÁRG. 93, BLAÐ NR. 114
4. OKTOBER 2019
SAT VÁTUR
OG KALDUR
Í TRÍGGJAR
TÍMAR
Hvør hevur ábyrgdina av teimum?
Ein maður sat avdottin í regn i num mik u dagin, og hóast fleiri
borg arar boðaðu løgregluni og sjúkra flutn ingstænastuni
frá, slapp maðurin at sita úti í tríggjar tímar. Tað er ikki altíð
greitt, hvør eigur ábyrgdina av teimum, ið detta niður ímillum
í samfelagnum
Zoran uppsagdur í TB:
Risa-útbygging í Fuglafirði:
10-11
Føroya størsta grønmetisdeild
Vaksandi
bíði listi til
vardar íbúðir
TEMA
Byggja út í Fuglafirði fyri
hálva milliard 3
Eg fekk onga
grund geving 30-31
Nýggi løgtingsformaðurin boðaði í tíðindi
num hjá Kringvarpinum í gjár frá, at upp
skotið um at broyta lønar- og eftirlønar
viðurskifti hjá tingfólki verður tikið
framaftur.
Tilgongdin við at broyta serliga gull
randaðu pensjónina hjá politikarum byrj
aði í næstsíðstu tingsetu. Kaj Leo Holm Jo
hannesen var tann løgmaðurin, sum
umsíðir fekk tikið seg saman at koma í
tingið við uppskoti um at broyta pensjón
ina hjá landsstýrisfólki – og tey viðurskift
ini vórðu broytt, tá landsstýrið hjá Aksel V.
Johannesen tók við.
Grammleikin hevur verið øgiligur hjá
politikarum, sum hava tiltuskað feita al
menna tænastumannapensjón. Tað so
ógvusligt, at landsstýrisfólk kundu upp
tjena sær fulla tænastumannapensjón
upp á 8 ár. Tað vil siga, at tey eftir 8 árum í
landsstýrinum kundu fáa góðar 33.000
krónur í pensjón restina av lívinum, enntá
longu tá tey eru 60 ár. Løgmaður og løg
tingsformaður fáa slakar 40.000 kr í pen
sjón, somuleiðis kunnu teir fáa tað frá 60
ára aldri.
Hjá tingfólki er pensjón lægri, men
eisini 60 prosent av lønini og tí góðar
24.000 krónur um mánaðin. Tingfólk skulu
hava sitið 16 ár á tingi fyri at fáa fulla pen
sjón. Páll á Reynatúgvu lovaði at broyta
hesi viðurskifti, tá hann var formaður.
Man hann pjakaði sær av onkrari orsøk so
illa við uppskotinum, at tað kom so seint í
tingið – og so sendi hann sjálvur tingið til
hús, áðrenn hansara egna uppskot varð
viðgjørt. Tí fall tað burtur.
Tað hevur leingi verið soleiðis, at polit
ikarar pjakar sær sum mest, tá tað snýr seg
um at taka av hesi vitleysu serrættindi,
sum teir hava givið sær sjálvum.
Tað er í fínasta ordan, at politikarar fáa
góða løn. Men tað er ikki í ordan, at teir
hava tiltuskað sær marglætispensjónir,
sum onnur fólk høvdu skulu goldið langt
yvir 100.000 kr um mánaðin fyri at fingið
frá til dømis Lív. Tað sigur seg sjálvt, at
hetta skal avtakast alt fyri eitt. Og málið er
sera einfalt. Politikarar skulu hava somu
treytir sum allir aðrir løntakarar í Før
oyum. Pensjón skal avspeglast í lønini.
Landsstýrisfólkini fáa nú 15 prosent í pen
sjónsinngjaldi oman á lønina. Tað kunnu
tingfólk eisini fáa. Tað er eingin orsøk til at
hækka lønina fyri tað. Pensjónin er
hamrandi órímulig, og tí skal hon bara
avtakast!
Tingfólk somu pensjón sum onnur
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Byggja mentanarhús í Klaksvík
Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, Jógvan Skorheim, borgarstjóri,
og Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri skriva undir
Mynd: Dávur Winther