hósdagur 10. oktober 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 117
28
TRÓNDUR ARGE – SARPUGERÐI, GØTA
V
íkingur er á odda 1-0,
tá Adeshina Lawal má
takka fyri seg eftir
63.minuttir.
-Havi hevði trupulleikar í bak
lærinum og fekk ikki spælt meir,
forklárar Sámal Erik Hentze,
venjari hjá Víkingi.
Tríggar minuttir seinni kom
Páll A. Klettskarð og Ólavur
Nicalsen inn fyri KÍ.
-Eg siti og ivist millum at
seta Páll ella Torbjørn Grytten
inn, men tað er einki bakrúm og
vindurin er undan, so tí valdi eg
at seta Páll inn, sum blívur meiri
ein statión at spæla á, sigur
Mikkjal Thomassen, venjari hjá
KÍ.
KÍ vendir dystinum
Tað skal vísa seg at verða ein góð
avgerð, tí sjey minuttir seinni
er KÍ á odda 2-1. Fyrst ger Atli
Gregersen eina feilavlevering,
sum Jóannes Bjartalíð takkar
fyri, spælir Páll A. Klettskarð,
sum spælir Patrik Johannesen
leysan.
Eftir ein minni góðan dyst er
Patrik ísakaldur og rekur fram
við málverjanum og skorar til 1-1.
Sjey minuttir seinni spælir
KÍ upp í høgru síðu og tað endar
við at nýggi landsliðsspælarin,
Jóannes Kalsø Danielsen, leggur
bóltin innfyri. Við aftaru stong
er tað innskiftið Páll A. Klett
skarð, sum sendir bóltin í málið
til 2-1.
Tveir minuttir seinni fær
miðvallarin hjá Víkingi, Heðin
Hansen, sítt seinna gula kort og
verður útvístur.
Upp á tíggju minuttir er dyst
urin vendir á høvdið. Víkingur
má eisini skifta Andreas Lava
Olsen út. Víkingur royndi sein
astu løtuna at svara aftur og
tvær ferðir hevði Víkingur góðar
skotstøður, men alt endar við at
KÍ skorar til 3-1 í yvirtíðini
Umstríddur dystur
Dysturin millum Víking og KÍ
skuldi upprunaliga spælast
leygardagin, men bleiv útsettur
vegna veður. Sum skilst, so hava
røddir út Gøtu gjørt vart við
trupulleikin áðrenn vikuskiftið og
mælt til at spæla fríggjakvøldið.
Dysturin verður síðani
settur til týsdagin klokkan 17,
fyri síðani at verða fluttur til
klokkan 19. Tað er ein góð avgerð,
tí klokkan 17 er ikki spælandi í
Gøtu, men tá spælararnir renna
inn á vøllin klokkan 19 er spæl
andi í Sarpugerði.
-Eg havi virðing fyri at Eiler
(Rasmussen, dómari, blaðm)
velur at útseta dystin. Eg sat
við eini kenslu í dag at dysturin
kundi verða útsettur eina ferð
afturat, men beint áðrenn dyst
urin byrjaði minkaði hann um
vindin, sigur Mikkjal Thomas
sen, venjari hjá KÍ.
Hann ásannar eisini, at tað
hevur verið eitt sindur órógv
andi við útsetingini og at veðrið
ikki spældi við seinnapartin týs
dagin.
-Tað stressar sjálvandi, at
vit seta okkum upp til ein dyst
og tað góð ein dag at fáa tann
spenningin úr kroppinum. Og
so nú at seta okkum upp aftur
og tað sær einki út í veðrinum.
Tí óttast vit at tað hendir aftur
og tað er krevjandi fyri spælar
arnar, men tá tað kom til
stykkið, so avrikaðu spælararnir
so væl sum eg kundi vóna, sigur
Mikkjal Thomassen.
KÍ í FM-finaluna
Við sigrinum hevur KÍ
tryggja sær pláss í sokallaðu
FM-finaluni, sum verður 26.
oktober 2019. Tá verður 27. og
seinasta umfar í Betri deildini
hjá monnum í ár. Í Gundadali
møtast B36 og KÍ, sum bæði
hava 60 stig eftir 25 umfør.
KÍ hevur betri málúrtøku
og undir vanligum umstøðum,
kann KÍ tapa í 26. umfari móti
NSÍ og alíkavæl vinna FM við at
vinna á B36.
Støðan hjá B36 er eitt sindur
øðrvísi. Um B36 tapur móti
Víkingi í 26. umfari og KÍ vinnur
á NSÍ, so skal B36 í minsta lagi
vinna 5-0 á KÍ á seinasta leikdegi.
Tí er kravið til B36 helst eitt
stig í minsta lagi, tá teir vitja í
Gøtu í komandi umfari. Víkingur
verður eisini uttan Heðin Han
sen, sum bleiv útvístur, og Elias
Lervig, sum hevur leikbann fyri
og nógv gul kort.
Ger Sølvi eini Súni?
Nógv bendir á, at Simen Sand
mæl fer aftur til Norra, men er
Sølvi Vanthamar avloysarin?
Kappingarárið í fótbólti
nærkast endanum og feløgini
fara í holt við at fyrireika kom
andi kappingarár. Greitt er nú, at
HB skal hava
nýggjan venjara,
og at KÍ fær tilgongd av
landsliðsmiðverjanum, Odmari
Færø.
Kringvarpið hevur verið og
leitað í norskum miðlum, har
ein samrøða er við miðvallarin
hjá KÍ, Simen Raaen Sandmæl.
Hann hevur verið millum bestu
spælararnar hjá klaksvíkingum
í ár, men væntar ikki at halda
fram í føroyskum fótbólti.
- Enn er tað ikki endaligt, men
nógv bendir á, at eg ikki komi
aftur til Føroya. Líkt er til, at
føroyska fótbóltsævintýrið hjá
mær er at enda komið. Nú vil
eg at royna okkurt nýtt, tí eg vil
dúva upp á fótbóltin í nøkur ár
aftrat, sigur Simen Raaen Sand
mæl við norska miðilin Stjørn
dalens Blad.
Tað ganga
altíð nógvar søgur
í fótbóltsheiminum. Ein av
teimum er, at KÍ hevur eitt stórt
ynski um at fáa Sølva Vatn
hamar til felagið komandi ár.
Hann hevur bara spælt við barn
dómsfelagnum LÍF og síðani
Víkingi, sum er ein samanlegg
ing av LÍF og GÍ.
Víkingur verður annað árið á
rað uttan Evropa-fótbólt kom
andi kappingarár. Felagið hevur
meldað út, at liðið skal byggjast
upp av nýggjum.
Í 2016 tók Súni Olsen túrin
til KÍ, har hann vann Løgmans
steypið. Nú bendir okkurt á, at
KÍ hevur eitt ynski um at 33 ára
gamli Sølvi Vatnhamar tekur
sama túr.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Fótbóltur
Dysturin hesa vikuna...
Skiftingarnar gjørdu munin:
Útskiftingarnar gera munin, tá KÍ skal venda dystinum móti
Víkingi. Við innskifta Pálli Klettskarð á odda skorar KÍ á
tríggjar ferðir og hevur tryggja sær pláss í ”FM-finaluni”
KÍ ER Í FM-
FINALUNI