hósdagur 10. oktober 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 117
30
TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLUR
F
øroyska landsliðið hev
ur vant í ein góðan
hálvan tíma fyrrapartin
hósdagin, tá fyrstu
ábendingarnar um liðuppstill
ingina eru at síggja.
Í verjuni eru Heini Vatnsdal,
Atli Gregersen og Rógvi
Baldvinsson. Á miðjuni eru
Gilli Rólantsson, Hallur Hans
son, Brandur Hendriksson og
Viljormur Davidsen. Framman
fyri teimum eru tað Sølvi Vatn
hamar, Klæmint A. Olsen og
Jóannes Bjartalíð – men ongin
Jóan Símun Edmundsson?
-Status er at eg vandi fult
við í dag, men tað er rætt at eg
havi okkurt í knænum. Eg fór út
næstseinasta dyst (við Arminia
Bielefeld, blaðm) við onkrum
í knænum, og graslíkið er ikki
mín besti vinur beint nú. At
spæla tveir dystir á graslíki upp
á tríggjar dagar, kann verða ein
trupulleiki, sigur Jóan Símun
Edmundsson
Hann avskrivar ikki møgu
leikan fyri at spæla frá byrjan
móti Rumenia, men ásannar at
spælarar mugu verða hundrað
prosent klárir, um teir skulu
spæla.
-Fyri tað um summir spælarar
hava vestar í dag, so merkir tað
ikki at teir byrja leygardagin.
Liðið verður ikki sett fyrr enn
tá. Eg taki eina venjing á gangin
og so fáa vit síggja hvussu tað
verður. Landsliðsvenjarin ger
sær sjálvandi nakrar taknar um
hvat er best fyri hópin, og vit
kunnu ikki spæla við spælarum,
sum ikki eru hundrað prosent,
sigur toftamaðurin í Arminia
Bielefeld.
Hóast tað slítur upp á kroppin
at spæla í toppinum í 2. Bundes
liguni, so er hugurin at spæla á
føroyska landsliðið størri enn
nakrantíð.
-Hugurin hevur ongantíð
verið betri. Eg gleði meg hvørja
ferð at spæla landsdyst, og at
koma heim og tosa føroyskt og
síggja familjuna. Tað er fram
vegis líka stórt, men úrslitini
hava verið minni góð og tað
blíva vit øll líka frustreraði av,
sigur Jóan Símun Edmundsson
og leggur at enda afturat:
-Nú hava vit so tveir nýggjar
møguleikar at fáa tvey góð
úrslit, so sum allir aðrir so gleði
eg meg til uppgávurnar, sigur
føroyski landsliðsspælarin.
Ongar gávur frá Lars
Lars Olsen, landsliðsvenjari,
sigur mánadagin at hann ætlar
at spæla við somu spælskipan
sum móti Spania. Tað vil siga
við trimum í miðverjuni.
Eina løtu er ilt at seta liðið, tí
fortreytirnar
hjá
landsliðsvenjaranum
eru broyttar, eftir at
hann hevur boðað
frá, at hann ikki
heldur fram eftir
hesa EM-undan
kappinginia.
Tveir
nýggir
spælarar eru við,
Jóannes K. Danielsen
úr Kí og Adrian
Justinussen úr HB,
meðan Ári Mohr Jónsson
og Eli F. Nielsen eru við
aftur á landsliðnum. Hartil
er Gilli Rólantsson tøkur til
dystirnar.
Hetta verða seinastu lands
dystirnir hjá Lars Olsen á Tórs
vølli, men tað merkir ikki at
spælararnir fáa nakra gávu. Tað
er annars sæð fyrr, at venjarar, ið
eru á veg út av ymsikum orsøk
um, velja at gera fleiri broyt
ingar og serliga geva ungum
spælarum møguleikan.
- Eg fyrihaldi meg til hesar
dystirnir júst sum allar aðrar
dystir. Tað at eg gevist um fýra
dystir, ella hálvan annan mánað,
merkir einki fyri hesar dystirnar,
sigur Lars Olsen, tá hann verður
spurdur um hann ætlar at blanda
kortini øðrvísi, nú talan er um
hansara seinastu heimadystir.
Tá teir ellivu hava fingið vest
ar, er ikki so nógv nýtt undir sól
ini.
Hann leggur eisini afturat, at
fyrst verður øll orkan lagt inn
móti Rumenia, áðrenn tankarnir
fara til dystin móti Malta.
- Mær dámar ikki at kalla tað
fimm í verjuni, men tað var tað
móti Spania. Vit koma at spæla
við somu spælskipan, men tað
er ikki vist at tað verða somu
spælarar. Ætlanin er, at spæla
3-4-3 tá vit hava bóltin, men
verja í eini 5-4-1, sigur Lars Olsen
um dystin móti Rumenia.
Han leggur dent á, at før
oyska liðið vinnur einki við at
standa í verjustøðu ein heilan
dyst. Tí er týdningarmikið, at
vongbakkarnir koma fram og at
liðið roynir at hótta mótstøðu
liðið.
Einki stig og bara tvey mál
Føroyskur fótbóltur hevur
søguliga ikki havt tað lætt móti
Rumenia. Vit hava spælt
Tað byrjaði í 1992, tá føroyska
landsliðið í HM-undankapp
ingini tapti heili 7-0 í Bukarest.
Returdysturin á Toftum endaði
við 4-0 sigri til rumenar. Florin
Raducioiu skoraði øll fýra mál
ini.
Í 2008 tapa vit 1-0 á grasi
num á Tórsvølli í HM 2010
undankappingini. Í returdyst
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
JÓANNES K. DANIELSEN ER NÝGGUR:
-Tað er ótrúliga stórt og tað er eisini nakað, sum
eg havi hugsa um síðani eg var smádrongur.
Tað er eisini eitt mál, sum eg havi sett mær,
men eisini eitt so stórt mál, at eg næstan ikki
tordi at droyma um tað, tá eg var yngri. Nú
eri eg so her og tað eri eg takksamur fyri
Nógv bendir á, at føroyska landsliðið verður uttan Jóan Símun
Edmundsson frá byrjan móti Rumenia leygardagin. – Tað eru tveir
dagar til dyst, so nógv kann henda, sigur toftamaðurin í Bielefeld
Føroyar-Rumenia:
RUMENIA SKAL
KNÚGVAST UTTAN
JÓAN SÍMUN