hósdagur 27. juli 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 142 - 27. juli 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 142 - 27. juli 2000
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
STEFAN Í SKORINI
Teir tríggir, sum skulu um-
boða Føroyar í NM, eru Poli
Joensen, Jóanis í Hoygarð-
inum og Heri D. Dahl. Finn
Danberg fer eisini við sum
liðleiðari.
Tað er Føroyskt Íslands-
rossafelag, sum hevur sent
teir avstað. Tað varð longu
avgjørt við FM fyri einum
ári síðani, at tað skuldi verð-
a teir tríggir, sum skuldu
avstað. Tað er soleiðis skip-
að, at teir bestu frá FM lut-
taka í altjóða kappingum ár-
ið eftir, og felagið ger av,
hvør skal avstað.
Greinarnar
Poli Joensen er tann, sum
skal luttaka í flestu greinum.
Hann verður við í fimm-
gongd, tølt, 250 metur
skeið, 100 metur speedpass
og steelpass. Poli er ikki
heilt ókendur við slíkar
kappingar, og hann hevur
millum annað tvær ferðir
verið við í HM, har hann
hevur fingið heilt góð úrslit.
Eisini hevur hann eisini ver-
ið í Íslandi og kappast. Poli
fekk flest stig í teimum
fimm kappingunum, sum
hava verið í Føroyum í ár
og gjørdist føroyameistari í
fimmgongd og skeið.
Jóanis í Hoygarðinum og
Heri D. Dahl skulu báðir
kappast í fjórgongd og tølt.
Jóanis gjørdist føroyameist-
ari í hesum báðum grein-
unum um vikuskiftið. Heri
D. Dahl fekk eisini heið-
ursmerki í hesum greinu-
num og gjørdist føroya-
meistari í travi. Annars gjør-
di Jóanis nógv um seg í
seinastu kappingini um
vikuskiftið, har hann vann
ikki færri enn seks heiðurs-
merki.
Betri vónir hesuferð
Heri var fyri tveimum árum
síðani við í NM, meðan tað
er fyrstu ferð hjá Jóanisi, at
hann luttekur í eini altjóða
kapping. Tað gekst tó ikki
heilt eftir vild ta ferðina hjá
Hera, men hesuferð hevur
Heri góðar vónir um, at tað
fer at gangast betri hjá før-
oyingunum.
Teir hava ikki síni egnu
ross við, av tí at teir ikki
fáa tey heimaftur til Føroya
eftir kappingina, og Fiski-
málastýrið gevur teimum
ikki loyvi at selja rossini
haryviri. Tí læna føroysku
ríðararnir ross í Noregi, sum
hava verið brúkt á norska
landsliðnum. Hesi rossini
Føroyingar til NM í ríðing
Tríggir føroyingar fara 31. juli til Noregs, har teir skulu kappast við teir fremstu ríðararnar í Norðurlondum
HEINI Í SKORINI
Tveir sera spennandi hond-
bóltsdystir vera á skránni á
ólavsøku, og eru tað mans-
liðini hjá Kyndli og VÍF
sum bresta saman, meðan
hin dysturin er millum
Neistin og StÍF.
Fyrri dysturin er gamli
klassikarin í føroyskum
hondbólti, Kyndil og VÍF,
og er tað altíð ein spennandi
og eisini ofta ein sera
dramatiskur dystur. Hóast
hesir dystir sum so ikki hava
nakran týdning, so er æran
altíð upp á spæl, og hesin
dystur kann kanska eisini
geva eina ábending um,
hvussu hesir báðir arvafígg-
indarnir
eru
fyri
í
løtuni.Dómarar í dystinum
verða Hjalmar Petersen og
Kristian Johansen, og hava
3‘arin og Skálkur úr SMS
stuðlað við ávíkavist steypi
og bólti.
Hin dysturin er eisini sera
áhugaverdur, við tað at hetta
eru føroyameistararnir frá í
ár, Neistin, sum brestur
saman við føroyameistarar-
nar frá í fjør, STíF, og verð-
ur tað eisini spennandi at
fylgja við tí dystinum.
Fyrri dysturin verður ó-
lavsøkuaftan 28. juli kl.
19.30 í høllini á Hálsi, og
verður tað dysturin millum
Kyndil og VÍF, meðan STíF
og Neistin spæla á sama
staðið ólavsøkudag 29. juli
kl. 18.00.
So til tykkum hondbólts-
áhugaðu er heilt víst nakað
at gleða seg til á ólavsøku.
skuldu verið betri enn teirra
egnu, og tí eru møguleik-
arnir betri hesuferð, men
leggjast skal afturat, at teir
skulu kappast við sera góðar
ríðarar á sera góðum ross-
um.
Dómararnir
eru
sera
strangir í eini slíkari kapp-
ing, og teir leggja sera stór-
an dent á, at alt tað formella
er í lagi. Annars verða lut-
takararnir kolldømdir. Sum
dømi kann nevnast, at ein
ríðari misti HM-heitið, av
tí at vektin var 10 gram ov
nógv.
Á venjingarlegu
Fráferðin hjá teimum er
tann 31. juli, men kappingin
byrjar ikki fyrr enn 9. aug-
ust. Teir dagarnar skulu ríð-
ararnir brúka til at venja við
teimum norsku rossunum,
so at teir koma at kenna tey
áðrenn kappingina.
6. august verður farið til
Seljord, miðskeiðis millum
Oslo og Bergen, har kapp-
ingin skal vera. Kappingin
endar 13. august.
Spennandi hondbóltsdystir á ólavsøku
Tveir spennandi hondbóltsdystir vera
í høllini á Hálsi á ólavsøku
Klassikarin stendur
á skránni ólavsøku-
aftan, tá Kyndil og
VÍF skulu royna seg
Fyst í juli mánaði skulu tríggir føroyingar til Noregs at royna seg NM við fremstu norðurlendsku reiðmenninar
Ross
Eigari
Sólvindur 12 stig
Marita Pólsen, Havn
Lokkur 11
Rólant Reinert, Havn
Stella 8
Jógvan Arne Petersen, Sørvágur
Borga 5
Berg Hestar, Havn
Alisa 4
Æna Reinert, Havn
Svanna 2
Hans Pauli Poulsen, Havn
Kambur 1
Poul Falkvard, Havn
Sitting Bull 1
Johan á Plógv, Havn
Kappríðingin verður kl. 15 ólavsøkudag. Eftir kapp-
ríðingina verður ponyríðing, og okkurt verður at keypa
til matna.
HEINI Í SKORINI
Hóskvøldið verður seinasta
umfarið av Grand Prix Før-
oyar kappingini í Havn, har
bæði børn, unglingar og
vaksin fara at kappast.
Børnini kappast í tveimum
bólkum, og bólkarnir eru frá
5-9 ár, og frá 10-14 ár. Gent-
ur og dreingir fara eisini at
kappast hvør sær.
Hini árini hevur verið
súkklað á teininum kring
Havnarskrivstovuna, men í
ár er teinurin broyttur, og
súkklað verður tí á Skála-
trøð, har børnini súkkla á
teini kring parkeringsbás-
arnar. Unglingarnir og vak-
sin byrja við klædnahand-
ilin Kallkyn, síðani gongur
leiðin niðan eftir Grím-
HEINI Í SKORINI
30. juli koma sjey u-16 fót-
bóltslandslið til Føroya at
kappast
um
norður-
landameistaraheitið í fót-
bólti, og er Føroyar við aft-
urat hinum sjey landslið-
unum. Hini liðini eru Ong-
land, Skotland, Ísland, Svø-
ríki, Finland, Danmark og
Noreg, har Føroyar skal
leika móti Danmark, Ong-
landi og Finlandi, meðan
Ísland, Svøríki, Skotland og
Noreg skulu kappast í hin-
um bólkinum. Allir dystirnir
vera leiktir á ovara og niðara
vølli, meðan finalan verður
leikt á Tórsvølli.
Hetta er ein sera stór av-
bjóðing hjá føroyska u-16
landsliðnum, sum spælir
móti Danmark mánadagin
31. juli, Finlandi týsdagin
1. august, og Onglandi hós-
dagin 3 august. Fríggjadag-
in vera so dystir um sjeynda
og áttanda pláss, fimta og
sætta pláss, triðja og fjórða
pláss, og so verður finalan
klokka 17.00 á Tórsvølli.
Hvønn dyst Føroyar fer at
leika av hesum fýra dyst-
unum fríggjadagin, má bert
tíðin vísa.
Seinasta umfarið
U-16 lands-
liðið í eldin
31. juli fer norðurlandameistaraheit-
ið í fótbólti fyri u-16 landslið í gongd
í Gundadali í Havn
Hóskvøldið verður seinasta umfarið í Grand Prix Føroyar kappingini, og
súkklað verður í Havn. Kappast verður millum børn, unglingar og vaksin
kambansgøtu, oman eftir
Sigmundargøtu, og so verð-
ur súkklað oman aftur á
Skálatrøð. Unglingar og
vaksin súkkla í 50 minuttir,
síðani ringir ein klokka, og
so verður farið út á seinasta
umfarið.
Børnini byrja umleið kl.
19.30, og tað ber til at til-
melda seg frá kl. 18.00.
Treytin fyri luttøku er, at
allir luttakarar súkkla í hjál-
mi. Møguleiki er at læna
hjálm frá Tórshavnar Súkk-
lufelag.
Kappingin hjá teimum
vaksnu byrjar umleið kl.
20.15, men tað er møguleiki
hjá teimum sum luttaka í tí
kappingini at hita upp á
teininum, áðrenn kappingin
byrjar, tí at teinurin verður
stongdur frá kl. 18.30.
Heiðursmerki vera latin til
nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum.
Luttakaratalið verður vænt-
andi væl størri í ár enn hini
árini, av tí at Statoil Kring
Føroyar kappingin júst er
liðug. Fleiri føroyskir súkk-
larar eru heima í løtuni, og
nakrir av teimum útlendsku
súkklarunum, ið luttóku í
Statoil Kring Føroyar, vera
eisini við. Tað varð ikki
súkklað býarkoyring í Stat-
oil kappingini, og hesir hava
tí møguleika at vísa, hvat
teir duga, nú tað stendur bý-
arkoyring á skránni á ólav-
søku.
Støðan hjá teimum vak-
snu er í løtuni hon, at Gunn-
ar Dahl-Olsen stendur til at
vinna
samanlagt.
Kári
Brattaberg er á øðrum pláss-
i, og honum á baki er Sverri
Mohr Edvinsson. Einasti
súkklari, ið kann hótta
Gunnar, er Kári Brattaberg.
Gunnar hevur 148 stig,
meðan Kári hevur 117 stig,
so tað skal ganga sera illa
hjá Gunnari, um hann ikki
endar við gullheiðursmerk-
inum um hálsin, tá seinasta
umfarið av Grand Prix Før-
oyar súkklakappingin er av.
Ólavsøkan
Bátarnir fara at liggja í hesi
nummarrø› til
kappró›urin 28. juli 2000
5 mannafør-dreingir
nr.
kort
1.
Blikur
2.
Royndin Fríða
3.
Junkarin
4.
Kollur
5.
Havfrúgvin
6.
Tjaldrið
7.
Spógvin
8.
Drekin
9.
Báran
10. Sílið
6 mannafør-kvinnur
nr.
kort
1.
Riddarin
2.
Páll Fangi
3.
Fuglfirðingur
4.
Hvessingur
5.
Jarnbardur
6.
Gongurólvur
7.
Lómur
1 gult
8.
Sólmundur
5 mannafør-gentur
nr.
kort
1.
Dúgvan
2.
Spógvin
3.
Bylgjan
4.
Sílið
1 gult
5.
Drekin
1 gult
6.
Ørnin
2 gul
7.
Tjaldrið
8.
Frúgvin
1 gult
9.
Hvassi
1 gult
10. Havfrúgvin
11. Beinta
1 gult
12. Súlan
13. Blikur
14. Royndin Fríða
15. Junkarin
6 mannafør-menn
nr.
kort
1.
Sólmundur
2.
Hósvíkingur
1 gult
3.
Gongurólvur
1 gult
4.
Strálan
1 gult
5.
Hvessingur
6.
Kollfirðingur
1 gult
7.
Snopprikkur
8 mannafør
nr.
kort
1.
Knørrur
2.
Oyndri
3.
Miðvingur
4.
Heiðabáturin
5.
Húsavíkingur
6.
Toftabáturin
7.
Argjabáturin
8.
Gullbrandur
9.
Nevi Reyða
10. Víkarbátur
11. Ørvur
12. Kvívíkingur
10 mannafør
nr.
kort
1.
Vágbingur
2.
Havnabáturin
1 gult
3.
Nólsoyingur
4.
Vestmenningur
5.
Eysturoyingur
6.
Kjølur
Kappróðurin á ólavsøku byrjar
kl. 14.30 við eykaróðrum, so-
leiðis at FM róðrarnir kunnu
byrja kl. 15.00
Raðfylgjan sum róð verður í
verður hendan:
1.
Gomul 6 mannafør
2.
6-mannafør international
3.
8-mannafør oldboys
4.
4-mannafør dreingir FM
5.
6-mannafør kvinnur FM
6. 10-mannafør oldboys
7.
6-mannafør oldgirls
8.
5-mannafør gentir FM
9.
6-mannafør menn FM
10. 8-mannafør FM
11. 10-mannafør FM