Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. oktober 2019 · Nr. 119 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað krevur nógva orku og tíð at skipa fyri einum so stórum tiltaki, sum Heystfagnaðurin á Eiði er, men tá tørvur er á fólki, eru nógv, sum vilja rætta eina hjálp­andi hond. Borgarstjórin í Eiðis kom­ munu, Jógvan í Skorini, sum sjálv­ur er røktingarmaður og dámar væl at fáast við seyð og flett­ing, heldur, at Heyst­fagn­ að­urin er eitt fantastiskt tiltak. - Tiltakið hevur fingið dygga undirtøku undanfarin ár, og eg ivist onga løtu í, at soleiðis verður eisini hesaferð, sigur hann. Føroysk seyðamentan Jógvan í Skorini vísir á, at Heyst­fagnaðurin er eitt bygdas­ligt heystgildi á Eiði, sum hann tekur til. - Hetta er eitt tiltak, sum tekur støði í føroyskari seyða­ mentan – fjallgongu, fletting og seyða­práti. Borgarstjórin vísir á, at bryggjan á Eiði í mong ár hevur verið karmur um ein part av bygdalívinum, og nú Heyst­ fagnaður aftur verður í bygd­ inu, verður ljós aftur í neyst­un­ um oman móti bryggju­ni. - Hetta eru dagar á Eiði, har seyðurin og alt, sum hevur við seyð at gera og sum fæst burtur úr seyði, verður í miðdeplinum. Taka eina hond í Borgarstjórin sigur, at tað er ólønt og sjálvboðið arbeiði at fáa Heystfagnaðin upp at standa, men tað er ikki óhugs­ andi, at nøkur av teimum, sum taka tyngstu tøkini, kanska fáa eina lítla gávu sum samsýning. - Vit skuldu hava einar 12 bátar úr ymisku neystunum, sum skulu brúkast, meðan Heyst­fagnaðurin er, og tað var skjótt, at einir 10 mans stóðu klár­ir á bryggjuni at taka eina hond í. Jógvan í Skorini sigur, at fyri at einki skal koma upp á bátarnar, meðan teir eru úr neystunum, eru teir sett­ir inn í eina smiðju, til Heyst­fagn­að­ur­ in er liðugur. - Hetta eru fyri tað mesta eldri bátar, og forn­minnis­ felagið í kommununi eigur eisini onkrar av bátunum, sig­ur borgarstjórin í Eiðis kom­mu­nu, sum gleður seg til Heyst­fagn­ aðin seinni í hesi vikuni. BYGDAFÓLKIÐ STUÐLAR SERA VÆL UNDIR HEYSTFAGNAÐIN - Tá brúk er fyri fólki at taka eina hond í, møta tey ótrúliga væl, sigur borgarstjórin, Jógvan í Skorini, sum fegnast um, at hetta mentanarliga tiltak hevur fest røtur á Eiði Tað skapar ein serstakan stemning, tá ljós er í neystunum niðri við bryggjuna og hesi verða brúkt til tónleikatiltøk og onnur tiltøk í samband við Heystfagnaðin á Eiði Her er felagssangur við Finni Koba. Miðskeiðis á myndini síggjast Alda Egilstrøð Magnussen og borgarstjórin, Jógvan í Skorini, borgarstjóri, sum bæði hava stóran leiklut í Heystfagnaðinum HEYSTFAGNAÐUR