týsdagur 15. oktober 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. oktober 2019 · Nr. 119
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEYSTFAGNAÐUR
Vilmund Jacobsen
Kommunan hevur keypt jørð,
har pláss er fyri fimm grund
stykkjum út eftir Gerðisvegum,
tey rópa. Hetta er frá skúlanum
á Eiði og út eftir.
Í summar heitti Eiðis kom
muna á áhugaði, sum kundu
hugsað sær at bygt sær sethús,
um at skriva seg upp til grund
stykki, og tá freistin herfyri var
farin, høvdu tíggju fólk skrivað
seg upp.
- Tað merkir, sigur Jógvan
í Skorini, borgarstjóri, at tað
framvegis eru fleiri, sum vilja
byggja í kommununi.
Tískil er ætlanin hjá Eiðis
kommunu at keypa meira
lendi um somu leið, har hesi
fimm nýggju grundstykkini
nú verða.
- Vit vilja gjarna geva rúm
fyri nøkrum grundstykkjum
aftrat í framhaldi av útstykk
ingini, sum nú skal bjóðast út,
og áhugi tykist vera fyri hesum
í bygdaráðnum, sigur borgar
stjórin.
Hann vísir á, at neyðugt
verður eisini hjá Eiðis kom
munu at útvega møguleikar til
bygging aðrastaðin í kommu
nuni, eitt nú í Svínáum og við
Ljósá.
Barnavinarligt
Borgarstjórin sigur, at seinastu
15-20 árini eru eini 12-13 sethús
bygd fram við Gerðisvegi.
- Við tað, at fleiri hava sett
seg niður her, er økið eisini
vorðið rættiliga barnavinarligt,
og tí fara vit við góðum treysti
víðari um hesar leiðir – fyrst
við nýggju útstykkingini á
fimm grundstykki og síðan,
um tað fer at eydnast okkum at
keypa meira lendi – ætlandi við
nøkrum grundstykkjum aftrat,
sigur Jógvan í Skorini.
Vilmund Jacobsen
Tað eru góðar tíðir í Føroyum,
og tað eru góðar tíðir á Eiði.
Higartil í ár er skattainntøk
an hjá Eiðis kommunu, sum
umframt Eiði, eisini fevnir um
Svínáir og Ljósá, 14 prosent
hægri enn somu tíð í fjør.
Vit skulu ikki so nógv ár
aftur í tíðina, tá Eiðis kommuna
lækkaði skattaprosentið við
teimum prosentum í einum.
Longu fyrsta árið, tá skatt
urin var lækkaður, táttaðu inn
tøkurnar í sama tal, sum árið
frammanundan, og tey næstu
árini vaks skattainntøkan við
fleiri prosentum.
Borgarstjórin í Eiðis kommu
nu, Jógvan í Skorini, hevur alla
orsøk til at vera bjartskygdur.
Hóast kommunan hevur
gjørt stórar íløgur í eitt nú
fótbóltsvøll,
ítróttarhús
og
marghøll í skúlanum, er Eiðis
kommuna rættiliga væl fyri
fíggjarliga.
Eisini fólkatalið
Vøkstur hevur verið í fólka
talinum, og kommunan hevur
eisini havt tilflytarar, sum áður
einki tilknýti høvdu til kom
mununa frammanundan.
- Taka vit dagin í dag og fara
sjey ár aftur í tíðina, kunnu vit
staðfesta, at 8. hvør borgari,
sum er í Eiðis kommuni í dag,
búði ikki her fyri sjey árum
síðan.
Jógvan í Skorini sigur, at
fólkatalið
í
kommununi
í
nevnda tíðarskeiði er vaksið
við heili 90 fólkum, og tað er
hann ógvuliga fegin um.
- Tað er ikki bara á Eiði,
at fólkatalið er vaksið. Fleiri
eru komin aftrat í Svínáum,
og onkur er komin aftrat við
Ljósá, leggur hann aftrat.
Gravgangur
Borgarstjórin vísir á, at um
framt, at fólk hava bygt sær
hús í kommununi, eru tað eisi
ni nógv færri gomul sethús,
sum nú standa tóm.
- Onkur hús eru keypt, og
onnur eru leigað til familjur at
búgva í.
Jógvan í Skorini sigur, at tá
hús hava verið lýst til sølu í
kommununi, hevur gravgangur
verið eftir teimum – ikki til
summarhús, men til familjur
at búgva í.
EIÐIS
KOMMUNA
HEVUR HAVT
VINDIN Í
SEGLUNUM
- Taka vit dagin í dag og fara sjey ár
aftur í tíðina, kunnu vit staðfesta, at 8.
hvør borgari, sum býr í Eiðis kommuni í
dag, búði ikki her fyri sjey árum síðan,
sigur borgarstjórin, Jógvan í Skorini
- Tað er ikki bara á Eiði, at
fólkatalið er vaksið. Fleiri eru
komin aftrat í Svínáum, og onkur
er komin aftrat við Ljósá, sigur
borgarstjórin, Jógvan í Skorini
Vilja byggja í nýggjari útstykking
Í Eiðis kommunu hava tey nú fingið
staðfest, at stórur áhugi framvegis
er fyri at byggja í kommununi